Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 29

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 tíðindi Nr. 61 - 27. mars 2007 FISKIVINNA Óli Jacobsen oli@sosialurin.fo Fyri tveimum vikum síðani hittu vit tveir føroyskar fiski­menn á Ørkini í Reykjavík. Teir eru Bent Kristian Thomassen av Við­ ar­eiði og Oddur Stefansson av Velbastað. Teir vóru júst komnir heim av túri. Teir sigla við einum línuskipi í Grindavík og vóru komnir inn at landa. Vit tosaðu um sáttmála og prísir og fingu møguleika fyri at sammeta umstøðurnar hjá fiski­monn­ um – og serliga línumonnum – í Íslandi við umstøðurnar í Føroyum. Fyrst er lætt at staðfesta, at íslendsk skip fiska mun­ andi størru nøgdir enn før­ oysku skipini. Orsøkin er teir stóru og ríku íslendsku fiskigrunnarnir. Íslendska línuskipið hev­ ur fiskað 225 t í januar. Verð­ur hetta mett sum miðal fyri árið, svarar tað til 9,5 t um dagin. Og tá er ofta meira at fáa enn hetta. Miðal­veiðan hjá føroyskum línuskipum var í 2006 3,6 t um dagin. Hetta merkir, at íslendska veiðan pr. dag er umleið ella meira enn 2,5 ferðir ta føroysku veiðuna. Uppgerðin fyri januar er fyri 4 túrir. Landað verður eina ferð um vikuna, og støðgað verður heima eitt samdøgur fyri hvønn túrin. Tískil er talan um 24 fiski­ dagar. Fyri hesar 24 dagarnar hevur samlaða inntøkan verið kr. 38.500, og tað gevur uml. kr. 1.600 pr. dag. Hetta er bert eitt vet meira enn daginntøkan við føroyskum línuskipum í 2006, sum var knappar kr. 1.500 um dagin. Spurningurin er tískil, hvør orsøkin er til, at so nógv størri veiða gevur so lítlan mun í inntøkuni. Tað eru tvær orsøkir. Annar er sáttmálin, og hin er fiskaprísurin, og skulu hesir munir lýsast nærri. Sáttmálin Í Íslandi eru tveir satsir í sáttmálanum. Annar er pros­ ent­parturin, sum fiskimenn fáa til býtis. Hann er 32,3% av brutto. So er eisini nakað sum eitur »skiftisverð«, sum er ein óbeinleiðis olju­ frádráttur. Hetta er tann part­urin av hesum 32,3%, sum veruliga kemur til býtis. Skiftiverð valdast olju­prísin, men við høgum olju­prísium, sum teir gald­ andi, er »skiftiverð« 70%. Hetta merkir, at fiskimenn fáa til býtis 70% av 32,3%, og hetta gevur 22,6% + frí­ tiðarløn 10,17%. Tann føroyski sáttmálin gev­ur 43% við frádátti av olju, agni og provianti. Í miðal gevur hetta í 33-34% + 12% frítíðarløn sammett við tey 22,6% í Íslandi. Hetta merkir, at føroyski sátt­málin hjá fiskimonnum er munandi betri enn tann íslendski. Fiskaprísirnir Tað, sum enn betri lýsir munin millum fiskimenn undir føroyskum og ísl­ endsk­­um sáttmála, er skip­ anin við fiskaprísum. Í Ís­landi fáa fiskimenn nevni­ liga í flestu førum ikki markn­aðarprís fyri fiskin. Hetta er galdandi, tí virki og skip eru sama fyritøka. Tá hevur reiðarin áhuga í so lágum fiskaprísi sum gjør­ligt, tí tess minni verður útgoldið sum hýra. Tískil ásetur reiðarin meira og minni sjálvur prísin til fiski­ mannin. Í hesum førinum ligg­ur toskaprísurin millum 13 og 14 kr. pr. kg, meðan marknaðarprísurin er oman­ fyri 20 kr fyri tann størsta toskin. Her er talan um mun­ ir, sum hava stóra ávirkan á inntøkur fiskimanna. Íslendska Sjó­manna­sam­ band­ið hevur verið í fleiri verkf­øllum, sum hava vart mán­aðir tilsamans, fyri at tryggja fiskimonnum markn­aðarprís, men her síggja vit, hvussu lítið er komið burtur úr. Hinvegin hevur Føroya Fiskimannafelag uttan nak­ ran háva tryggjað føroysk­ um fiskimonnum, at teir altíð kunnu fáa rætta prísin fyri fiskin. Hetta er sjálvsagt ein felags áhugi, fiskimenn hava við reiðarar, sum eru óheftir av virkjum. Men verða skip og virki saman­ løgd, sum gongdin er nú, kunnu fiskimenn altíð krevja sín part frábýttan, og teir kunnu selja hann til hægst­bjóðandi, um teir ikki verða avroknaðir av markn­ aðarprísinum. Henda reglan er nóg mikið til at tryggja fiski­monnum marknaðar­ prís, tí reiðarí við virki vil einki fáa burturúr at trýsta prísin. Nakað tað sama er galdandi fyri aðrar veiði­ hættir, sum t.d. ísfiska­trol­ arum at føroyskir fiskimenn eru betri fyri enn teir íslendsku. Tað eru viðurskifti, sum kunnu broyta júst hesi tølini nakað, sum t.d. pensjóns­ gjøld hjá báðum pørtum, og at toskaprísurin beint er far­ in upp við 10%. Men hetta broytir ikki hesa niður­ støðu. Undir øllum umstøðum kann staðfestast, at tað er eydnast Føroya Fiski­manna­ felag at tryggja føroyskum fskimonnum munandi betri sáttmála og trygd við fiska­ prísum enn tað, sum er gald­ andi fyri flestu fiskimenn í Íslandi. Heilt eiðasørt hevur Fiskimannafelagið kanska ikki verið! Føroyingar við íslendskum skipum: Meira fiskur - men verri sáttmála og lægri prís Forlagið Fróðskapur hevur givið út bókina “Adressumálið – Donsk-føroysk viður­ skifti undir fyrra heims­bardaga”, sum Hans Andrias Sølvará, søgufrøðingur, hevur skrivað BÓKAÚTGÁVA Tíðindaskriv Í bókini viðger rithøv­und­ urin Adressumálið, sum tók seg upp í Føroyum í 1917 orsakað av teimum truplu flutn­ingsviðurskiftunum undir krígnum í Norðurat­ lants­havi. Hetta málið, sum hevði við sær, at viður­skift­ ini millum danskar myndug­ leikar og føroysku sjálv­ stýris­rørsluna gjørdust spent, íbirtist, tá ið nakrir sjálv­stýrismenn vegna Før­ oya fólk ætlaðu at venda sær til bretskar myndug­leik­ ar fyri at fáa hjálp viðvíkj­ andi vøruflutningi til Før­ oya. Í bókini verður víst á, hvussu hetta málið gjørdist partur av donskum politikki eftir kríggið, tá ið ein donsk kanningarnevnd varð sett at gera umfatandi rannsóknir í málinum. Niðurstøðan í bókini er, at ætlanirnar hjá onkrum av adressumonnunum møgu­ liga lógu á markinum til tað, sum danski uttanríkis­ ráðharrin nevndi „svigtende statsfølelse“, men at málið, tá samanum kom, hevði so lítið at týða, at tað ikki stóð í rímiligum lutfalli til tað drúgva kanningararbeiðið, sum var liðugt í 1919, og ákærurnar hjá nevndini um „rigsskadelig Adfærd“. Adressumálið er dømi um, at føroysk viðurskifti kunnu verða drigin upp í danskan politikk á óhepnan hátt fyri ríkisfelagsskapin. Hans Andrias Sølvará er cand.mag. í søgu og heim­ speki frá Århus Universitet. Hann hevur síðani 1996 ver­ ið lærari á Eysturoyar Studentaskúla og HF-skeiði og síðani 2000 á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróð­ skaparsetri Føroya. Hann hev­­ur eisini undirvíst á Før­ oya Studentaskúla og HF- skeiði í Hoydølum. Frá 1. august 2007 fer hann undir at skriva Klaksvíkar søgu fyri Klaksvíkar Kommunu. Hans Andrias Sølvará skriv­­aði bind 1 og eina grein í bind 2 í røðini Løg­ tingið 150, sum kom út í 2002, og hevur eisini skriv­ að fleiri greinar og hildið fyrilestrar, m.a. um evnir úr politisku søgu Føroya. Seinastu mánaðirnar hev­ ur hann skrivað eina røð av greinum um Bíbliuna og kristindóm úr einum søgu­ frøði­ligum sjónarhorni. Bókin um Adressumálið er 172 síður, heft við klaff­ um og kostar 200 kr. Hon fæst til keyps í bókhandl­ unum kring landið. Brot úr bókini: ”Hendingarnar í 1917 og 1918, sum landafrøðiliga skarvaðu stór øki av danska ríkinum, vóru týðandi for­ treytir fyri, at ein meiriluti í Landstinginum yvirhøvur kundi brúka føroyska adressu­­málið innanríkis­ polit­iskt. Ákærurnar um ”rigs­skadelig Adfærd”, sum kann­ingar­nevndin setti fram móti Jóannesi Paturs­ syni í 1919 - og harvið eis­ ini óbeinleiðis móti stjórnini hjá C. Th. Zahle - eiga at verða settar í samband við hesar ríkispolitisku hend­ing­ arnar. Hóast støða Føroya í danska ríkinum ikki var tann sama, sum støðan hjá Íslandi og Vesturindisku oyggjunum, so var veruligur vandi fyri, at upploys­ingar­ gongdin í danska ríkinum fór at breiða seg til Føroya - ein part av danska Grund­ lógarøkinum - tá ið hesi økini gjørdust sjálvstøðug.” Bók um adressu­ málið í 1917 Grein um Norrønu Norska blaðið Bergens Tidende hevði í dag grein um siglingina hjá Norrønu. Í greinini varð greitt frá farleiðini hjá føroysku ferjuni, og hvørjir ferðamøguleikar eru knýttir at sjálvari ferðaætlanini, og harafturat varð gjørt burturúr, at Norrøna nú fer at sigla upp á Skotland. Bergens Tidende nam við, at Norrøna hevur onga kapping á rutunum í Norður­ atlantahavi, men at skipið er í harðari kanning í siglingini millum Noreg og Danmark. Bent tv. og Oddur sigla við línubáti í Íslandi. Teimum dáma væl. Har eru skipaði viðurskifti, og teir fiska nógv betri en líknandi bátar gera í Føroyum. Men í Føroyum er fiskimenn munandi betri tryggjaðir við sáttmála og fiskaprísum, og hetta er í hvussu er partvís takkað verið einum sterkum og væl virkandi fiskimannafelag