týsdagur 27. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
28
Nr. 61 - 27. mars 2007
vinnusíðurnar
Størri inntøkuvøkstur í Norðurlondum
Marknaðarrák
Norðurlendsk partabrøv hava staðið
seg væl seinastu árini, og tey eru
vorðin nakað bíligari enn onnur síð
an lækkingina á partabrævamark
naðunum. Norðurlendsk virkir hava
størri inntøkuvøkstur enn onnur
virkir í til dømis Evropa. Kaupthing
metir, at intøkuvøksturin hjá norður
lendskum virkjum framhaldandi fer
at vera størri enn hjá øðrum. Hetta
kemst m.a. av, at norðurlendsku
virkini í størri mun enn onnur venda
virkseminum hjá sær ímóti búskap
arligu vakstrarøkjunum í Eystur
evropa og Asia. Haraftrat standa
Norðurlond sterk á fartelefon-mark
naðinum, meðan tey i minni mun
venda sær til fastnet, sum ikki tykist
eins áhugavert.
Dollarin undir størri trýst?
Dollarin, sum seinasta árið er vikn
aður til nú 5,58 krónur, kann lækka
meira um USA kunnger vánalig bú
skapartøl ella um oljuprísurin hækk
ar. Higartil hevur áhugin fyri at
fíggja amerikanska gjaldsjavnahallið
verið góður, men um hann versnar
og rentumunurin millum USA og
Evropa minkar, er sannlíkt at doll
arin kann vikna nakað. Kaupthing
er ikki eins neiligt um amerikanska
búskapin sum aðrir bankar, hóast
ídnaðarálitini eru lækkaði. Við
hækkandi prísvøkstri og einum sunn
um arbeiðsmarknaði meta vit, at
útlitini til fleri rentulækkingar í
USA eru minni enn marknaðarsemj
an. Tískil vænta vit ikki líka stóra
lækking í dollaranum næstu 6 mán
aðirnar sum marknaðurin annars.
Lánsbrævarentur hækkaðar
Lánsbrævamarknaðurin misti góða
stevið í farnu viku, og lækkaði eitt
sindur.
10-ára
rentan
hækkaði
0,10% til 4,04%. Partabrøv halda á
at hækka, og meðan tað stendur við,
eru útlit fyri at renturnar eisini
hækka.
Hesa vikuna
Hesa vikuna verða eyguni framvegis
havd við gongdini á partabræva
marknaðinum. Serliga verður USA
í andgletti, eftirsum gongdin síðan
korrektiónina hevur verið serliga
góð har, og tað eru rentupolitikkur
o.a. haðani, ið eru á breddanum í
løtuni.
SEK
Broytingar eru útroknaðar í mun til fyri viku síðan. Myndirnar vísa gongdina seinastu 3 mánaðirnar.
Tá Gissur Patursson
fer til Íslands til AME
tiltakið um viku
skiftið, hevur hann
tvey kuffert við sær –
proppað við fløgum
við føroyskum
tónleiki, sum er ein
gáva til íslendingar
TÓNLEIKUR
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
- Hetta er eitt win-win pro
jekt, sum skal gagna báðum
pørtum. Vit merkja tað, at
føroyingar hava undanvind
í Íslandi, og vit føla, at tað
ber til at vinna føroyskan
tónleik fram á íslendska
marknaðinum á henda hátt.
Soleiðis
sigur
Gissur
Patursson, sum í hesum føri
umboðar Framleiðslufelag
ið fyri føroyskan tónleik – t.
e. føroyska Gramex-deildin,
stuðlað av EIK og Expert.
Tey hava sett sær fyri at
taka allan føroyskan tónleik
við sær til Íslands at geva
íslendskum miðlum. Tvey
eintøk verða av hvørjari
fløgu, eitt eintak í hvørjum
kufferti. Annað kuffertið
fær íslendska Ríkisútvarpið
– og fer tað í felags savnið
hjá RUV og Rás2, hitt verð
ur latið onkrum øðrum –
eftir nærri avtalu við heim
ildarfólk á staðnum, so tað
gagnar á bestan hátt.
Gissur Patursson sigur, at
tey higartil hava fingið sam
starv við ymsar útgevarar
um hetta, eitt nú Tutl,
3’aran/Expert, Evangelisku
røddina og Pegasus. Hesi
lata tvey eintøk av hvørjari
útgávu.
- Men vit vilja fegin hava
øll við og øll sløg av tón
leiki, alt fra kvæðum og
skjaldrum til rocktónleik,
sigur Gissur Patursson.
Hann sigur, at íslendsku
miðlarnir við hesum fáa all
an føroyskan tónleik í søvn
síni, og at tey tí uttan hóva
sták kunnu leita tónleikin
fram í databasum sínum.
- Eg havi so mangan ver
ið úti fyri, at fólk í
íslendskum miðlum ringja
til mín fyri at fáa fatur á
onkrum føroyskum lag. Nú
verður lættari, tí nú hava
tey beinleiðis atgongd til
tónleikin.
Gissur Patursson sigur, at
AME tiltakið um vikuskiftið
er eitt upplagt høvi hjá før
oyskum soleiðis at fáa allan
føroyskan tónleik inn í
íslendsku miðlarnar. Hann
vísir eisini á, at vit hava
nógv lættari atgongd til síkt
í Íslandi, tí tað hevði valla
borið til soleiðis at komið
inn á danska ella svenska
marknaðin við einum slík
um forholdsvís einføldum
tiltaki.
Gissur Patursson heitir á
øll, sum hava givið føroysk
an tónleik út, um at venda
sær til sín, so tey kunnu fáa
tvey eintøk av øllum útgáv
unum við í savnið – so
íslendskir miðlar fáa eitt so
fullfíggjað savn av føroysk
um tónleiki, sum til ber.
Geva íslendingum
hundraðtals
føroyskar fløgur
Gissur Patursson hevur tikið
stigið til hetta óvanliga tiltak
at geva íslendingum allan
tann føroyska tónleikin. – Eitt
win-win projekt, sum gagnar
báðum pørtum, sigur Gissur
Patursson