týsdagur 27. mars 2007síða 27
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
27
Onkur vil kanska
halda, at lívið á Stóru
Dímun er merkt av
isolasjón og einsemi.
Men tað er Jóhan
Petur ikki samdur í,
hóast tey hava hoyrt
nógv tosað júst um
tað.
Gerandisdagurin
Snorri Brend
– Nei, vit eru ikki isolerað
herúti. Tað tekur okkurt
bert 20 minuttir til Havnar
við tyrluni hjá Atlantsflogi,
sigur hann.
Um veturin flýgur tyrlan
tríggjar dagar um vikuna til
Stóru Dímun, og um summ
arið fýra dagar.
Broytingin frá stórbýnum
til tað fjarskotna, er nakað
ein skal venja seg við.
Frá at kunna fara til hand
ils frá morgni til myrkurs í
høvuðsstaðnum, er ein nú
noyddur at bíleggja sær vør
una við tyrluni dagin fyri.
- Vit bíleggja frá ymiskum
handlum í Havn. Hjá onkr
um teirra má ein ringja dag
in fyri, meðan vit kunnu
ringja fyrrapartin til aðrar
handlar og hava vøruna her
úti seinnapartin.
- Slíkt kann ein eisini
venja seg við!
Døgurðamati er nóg mik
ið av. Eitt stórt felags frysti
rúm er í eina húsinum, og
her finst alskyns føroyskur
matur.
- Vit eiga eisini nógvan
fisk, sum vit hava fingið frá
vinfólki, sigur Jóhan Petur.
Tað eru tó tær gerandis
vørurnar, sum tey kortini
ikki skulu keypa – millum
annað rugbreyð. Tað bakar
Linda sjálv, umframt frans
breyð, køkur og annað.
- Ja, tú. Tann eina dagin
var eg ordiliga í hopla: Eg
bakað 1 rugbreyð, 2 frans
breyð, gjørdi rabarbugreyt
og súltutoy – og 1 kilo av
livurposteik, sigur Linda.
Langt til handils
Munur á
bilasølu og
mjólki-
neytum
Jóhan Petur hevur áður
starvast í peningastovni
og hevur verið sølustjóri
í bilasølu, meðan Linda
hevur arbeitt sum ídnað
arlaborantur á Heilsu
frøðiligu Starvsstovuni.
Tey eru tí von við eitt
arbeiði millum 8 og 17,
men her á Stóru Dímun
er alt øðrvísi: Her byrjar
dagurin vanliga kl. 7 og
endar, tá arbeiðið er lið
ugt.
Árla á morgni fer
Jóhan Petur út at geva
neytunum og at mjólka.
- Ja, hvør skuldi trúð
tí, at ein sølustjóri hjá
Wensel skuldi mjólka
neytum á Stóru Dímun?,
sigur hann við einum
brosi.
Umframt neytini og
kálvarnar, hava tey eitt
ótal av seyði gangandi á
oynni. Her finnur tú eis
ini gásapør, dunnur og
húsdjór so sum hundar
og kaninir.
Seinnapart á degi ger
Jóhan Petur ymiskt fyri
fallandi arbeiði. Miku
dagin vóru teir í ferð við
at leggja eina vatnleiðing
til tað nýggja reinsian
leggið.
Um stutta tíð fer rakst
urin at byrja, tá seyðurin
skal hava heilivág undan
sjálvari
lembingini.
Soleiðis ganga dagarnir
– og ganga skjótt.
Um kvøldið er eisini
føst skrá: Neytini skulu
rekast innaftur, tey skulu
mjólkast
og
fóðrast.
Fyrst tá, kann ein byrja
at tosa um skránna fyri
restina av kvøldinum.
Hinvegin
so
hevur
nógva kropsliga arbeiðið
og fríska luftin við sær,
at tá komið er nakað út á
kvøldið eru tey so troytt,
at tíð er fara til songar.
Sópar
Hóast tað er Jóhan Petur
sum stendur fyri tí stóra
partinum av arbeiðinum,
liggur parturin hjá Lindu
ikki eftir.
Hennara uppgáva er
fyrst og fremst tann týð
andi uppgávan at taka
sær av báðum døtrunum
og av heiminum. Hetta
tekur alt sína tíð, tí her er
ikki allir hentleikar sum
heima, millum annað er
eingin uppvaskimaskina
í køkinum.
Eina fasta uppgávu
hevur Linda tó í tí dag
liga bóndalívinum – hon
skal sópa í fjósinum um
morgunin.
- Ja, hetta er í fínasta
slagi. Eg skal faktiskt út
at sópa beint nú, sigur
hon við einum brosi.
Tað elsta menn vita um
Dímun er tað, ið er skrivað
í “Føroyingasøgu”. Hetta er
íslendsk
bók,
skrivað
umleið 1200, sum í nýggjari
tíð er umsett til føroyskt.
Har verður skrivað um
Brestir og Beinir, og um
drápi á teir, ið fór fram niðri
á Rakhellu, ið er hellan
undir Kleivini, sum er upp
gongdin upp til Dímunar.
Eisini verður skrivað um
viðurskiftini aftaná, tá ið
Øssur
Leivsson
stýrdi
oynni, og tá ið hann bleiv
myrdur av Sigmundi Brestis
syni, av hevndarorsøkum.
Hetta kenna vit aftur í Brest
irskvæði og Sigmundskvæði
eldra.
Tíðin aftaná hesar hend
ingar og upp til 16. øld er
ikki væl kend. Tó kann ein
finna upplýsingar í teim
ymsu vártings- og løgtings
bókum, jarðarbókum og
kirkjubókum
v.m.
Men
hetta er at kalla einans
stubbar úr tí søgu, sum
tíverri er okkum ókend.
Fyrsti dímuningurin
Av áhugaverdum kann nevn
ast søgan um Anniku í Dím
un, sum gav manni sínum,
bóndanum, gift í matin, fyri
síðan at halda saman við
einum av húskøllunum her
úti. Tó endaði henda søga
við sorgleiki, tá ið Sjúrður
sveik hana og hon bleiv
handtikin, førd til Havnar,
dømd og síðan søkt á Havn
arvág. Um hetta er skrivað
bók.
Harra Klæmint, prestur,
átti eisini Dímun. Hann var
tiltikin at taka jørð til sín,
kosta hvat tað kosta vildi.
Nógvar eru søgurnar um,
hvussu hann førdi seg fram
millum manna, við sviki og
ráagerðum, tá fall tann jørð
til prest, sum fólk høvdu
spælt sær av við og var
hetta
kalla
kirkjujørð.
Hevði t.d. ein maður etið
kjøt í føstuni, kundi hann
verða stevndur og missa
alla jørð til prestagarðin, tí
hetta var gudsspottan.
Í 1807 komu tveir brøður
úr Sumba til Dímunar. Teir
itu Janus og Sørin Olesen
og vóru úr Ólhúsi, í Hørg.
Ætlanin var at báðir skuldu
festa oynna, men Janus
sveik Sørin og skrivaði
oynna einans í sínum navni.
Sørin mátti flyta til Sandoy
og eru hansara eftirkomar
ar at finna í Húsavík.
Janus helt fram á Dímun
og hesin er tann fyrsti dím
uningurin í familjuni. Systk
ini eru áttanda ætt eftir
Janus Olesen.
(Kelda: storadimun.fo)
Um Stóru Dímun
Búsitandi:
3 vaksin og 2 børn + nýggja familjan
av Argjum
Stødd::
2.65 km2
Hædd:
395 m (Høgoyggj)
Áseyðatal:
450
Markatal:
13
Húsdjór:
Neyt, gæs, dunnur, føroysk ross og
seyðahundar.
Høvuðsvinna: Seyðahald.
Hjávinna:
Fuglaveiða, slaktineyt, partvís
ferðavinna og víðari framleiðsla av
skinnum.
Ferðasamband: Mikudag, fríggjadag og sunnudag um
veturin við tyrlu.
(Kelda: storadimun.fo)
FAKTA
Stóru Dímun – ein søgulig oyggj
Tað eru helst tey sum munnu ivast í, hvussu tað fer at ganga teimum fýra í Stóru Dímun – Jóhan Petur, Lindu og døtrunum Rebekku og Rannvá. – Hetta er
vanvittiga super, sigur Linda
Mynd: Álvur Haraldsen
vinnusíðurnar