týsdagur 27. mars 2007síða 26
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 61 - 27. mars 2007
tíðindi
Lívið og bóndalívið á
Stóru Dímun er als
ikki ókent fyri tey
bæði
Bæði Jóhan Petur og Linda
hava verið í Stóru Dímun
fleiri ferðir áður, tí Linda
sjálv er í familju við bónda
hjúnini í oynni.
Eftir at Jógvan Jón trúliga
hevði heitt á tey um at koma
út, hugsaðu tey um tað eina
tíð. Stutt undan jólum í fjør
tóku tey so endaligu avgerð
ina.
Tað er helst so sum Linda
sigur:
- Slík tilboð og slíkar
avbjóðingar er ikki nakað
sum ein fær gjøgnum dyrn
ar hvønn dag. Vit kundu
ikki annað enn siga ja.
- Vit máttu simpelthen
bara royna tað. Gjørdu vit
tað ikki nú, eri eg heilt vís í
at vit høvdu angrað tað rest
ina av lívinum!
Veddaðu
Tey
høvdu
upprunaliga
hugsað um at royna okkurt
heilt annað, onkra heilt aðra
staðni í eina tíð. Einasta
treytin, tey sjálvi settu sær
var at hetta skuldi vera
mennandi, og at tey sluppu
at prøva seg av, undir heilt
øðrum
umstøðum
enn
teimum kendu á Argjum.
Tað er júst hetta, sum tey
longu nú hava upplivað,
hóast tey bert hava verið
her í góðar tríggjar vikur.
Hetta er kanska eitt sindur í
mótstríð
við
tað,
sum
summ i fólk annars hildu
um avgerðina.
- Tja, tað var onkur, sum
skemtandi helt fyri, at hann
ætlaði at vedda við okkum
um, hvussu leingi vit hildu
út at verða her.
- Vit ætla so okkum at
verða her fram til 1. mars
næsta ár. Tað gleða vit okk
um til, sigur Linda.
Vit ERU her
At koma higar í oynna hev
ur verið ein stór broyting
fyri hjúnini. Framm anund
an skuldi nógv praktiskt
fáast frá hond, millum ann
að at fáa orlov frá arbeiðs
plássunum, útleiga av hús
um á Argjum og annað í tí
sambandi.
Hesi viðurskiftini lagaðu
seg til tað besta fyri familj
una, og fyrst í hesum mán
aðinum settu tey fótin á
Dímunar-jørð – hesaferð
ikki sum gestir, men sum
húskallur við familju.
Eftir tríggjar vikur eru
tey av sonnum vorðin akkli
matiserað, tí sum Linda so
rámandi tekur til:
– Vit hugsa als ikki um
arbeiðsdagin í Havn longur.
Vit ERU veruliga komin
herút!
Friður
Alt gott um heimstaðið og
lívið har, men her á Stóru
Dímun merkja tey – og eiga
tey – tann friðin, sum bert
fæst á eini slíkari útoyggj.
Framm anundan var eitt
øgiligt jag við øllum tí, sum
hoyrir til eitt vanligt heim í
høvuðsstaðnum, við hópin
av føðingardøgum, bindi
klubbum, frítíðarvirksemi
og 1000 øðrum lutum, ið
ein mátti taka støðu til
hvønn einasta dag.
- Men nú. Nú duga vit at
síggja, hvussu nógv allir
hesir aktivitetirnir fyltu í
lívi okkara. Vit settu ikki
spurning við tað. Vit vóru
bara við.
- Nú er friður yvir okkum
og vit eru púra avstressað –
og tað er alt hent uppá bert
tríggjar vikur. Ja, hetta er
vanvittiga super skal eg
siga tær, slær Linda fast.
– Nær sleppa vit í skógvar?
Hinvegin so hevur ikki verið nógvar møguleikar fyri veruligum útilívi henda fyrsta mánaðin. Tríggjar tær fyrstu
vikurnar var í roynd og veru eingin veruligur turrur dagur.
Hetta vóru tey fyrireikað uppá, og høvdu vit sær góð og heit klæðir og gumm istivlar.
Men børnini troyttast kortini av at ganga í hesum vetrarklæðunum alla tíðina. Tann eina dótturin spurdi tí mamm u
sína henda eina dagin:
- Mamm a, nær sleppa vit aftur í skógvar?!
”
Slík tilboð og slíkar avbjóðingar er ikki nakað
sum ein fær gjøgnum dyrnar hvønn dag.
Vit kundu ikki annað enn siga ja. Vit máttu
simpelthen bara royna tað. Gjørdu vit tað ikki
nú, eri eg heilt vís í at vit høvdu angrað tað
restina av lívinum!
– Vit ERU her
Nú eru tvær familjur í
oynni og nógv børn undir
skúlaaldur. Tyrlan er júst
komin og tey heilsast
Mynd: Álvur Haraldsen