týsdagur 27. mars 2007síða 25
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
25
vinnusíðurnar
Nr. 61 - 27. mars 2007
Jóhan Petur Olsen og
Linda Sørensen av
Argjum tóku fyri jól í
fjør eina stóra avgerð:
At flyta út í Stóru
Dímun at arbeiða –
hann sum húskallur;
hon sum bóndakona.
- Her er heilt ótrúliga
gott at vera. Her fáa
vit alt tað sum vit
væntaðu og seta prís
uppá - frið, avstress
ing og ró, siga tey
bæði í samrøðu við
Sosialin
Bygdalív
Snorri Brend
snorri@sosialurin.fo
Stóra Dímun: – Brúka tit
mjólk útí drekkað?!
Vit sita við borðið í
øðrum bóndahúsinum á
Stóru Dímun. Linda hevur
júst sett ein drekkamunn á
borðið til mannin, Jóhan
Petur og umboðini fyri tíð
indatænastuna.
Koppar, tallerkar, nýbak
að kaka er á borðinum í
hugnaliga og heimliga køki
num. Men eingin mjólkar
pakki. Tað er heldur ikki
neyðugt.
Í fjósinum eru fleiri
mjólkineyt,
sum
kundu
veitt okkum ein dropa av
mjólk
í
drekkamunnin.
Men tað er ikki neyðugt í
dag, tí eingin brúkar útí!
– Ja, hetta er annað lívið,
sigur Linda við einum stór
um brosi.
Tað krevur sína tíð at
venja seg við lívið á út
oyggj. Men slíkt kann altso
gerast eftir trimum vikum.
Tað er tann nýggja familjan
í Stóru Dímun prógv um.
Heit køka
At taka eina so stóra avgerð,
sum at fara úr stórbýnum
og til eitt so fjarskotið stað,
er ikki ein slík, sum verður
tikin yvir náttina.
– Ja, tað var hin húskall
urin, Jógvan Jón sum byrj
aði at tosa við meg um hetta
fyri eini tveimum árum síð
ani. Hann luftaði tankan,
men vit komu ikki nærri
hesum tá.
– Vit hildu sjálvandi, at
tað verið stuttligt at farið út
her, men hetta hevði sjálv
andi kravt nógva fyrireiking
frammanundan,
greiðir
Jóhan Petur frá.
Meðan hann tosar við
Sosialin, stákast Linda við
at gera ein góðan drekka
munn í hugnaliga køkinum
her í bóndans garði. Løtu
seinni er nýbakað kaka og
kaffi á borðinum.
– Eg skal siga tær akkurát
sum er: Kakan var liðug í
somu løtu sum tyrlan lendi.
So hon er tí heit enn, sigur
Linda.
Genturnar
báðar
–
Rebekka (5 ár) og Rannvá
(3 ár) fara beina leið innar í
stovuna, har leikur teirra
eru – og ein heingikoyggja,
sum tær hugna sær óført
við.
Alt bendir á, at tey fýra
hugna sær herúti. Tað er
ikki á hvørjum degi, at tey
fáa slíkar gestir í oynna.
Lesið meira á næstu
síðunum
Annað lívið í Stóru Dímun
- Ein má venja seg við ikki at kunna
fara til handils hvønn dag, sigur Jóhan
Petur, sum her kemur við dagsins
innkeypi úr høvuðsstaðnum
Mynd: Álvur Haraldsen