Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 24

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

24 vinnusíðurnar Nr. 61 - 27. mars 2007 Útbúgvingar­ møguleikar Jan Müller jan@sosialurin.fo Neyvan nakrantíð fyrr hava verið so mong boð eftir før­ oyingum til arbeiði og út­ búgvingasrstovnar í út­­land­ inum sum nú. Javnan eru lýsingar í fjølmiðlunum og umboð fyri fyritøkur og skúlar leggja leiðina henda vegin at gera reklamu fyri sær og sínum. Um somu tíð er standa nógvir sessir á út­búgvingarstovnum og ar­beiðspláss tóm kring landið, tí ov fá søkja ella vísa áhuga. Í gjár gjørdi ein av útlendsku stovnunum, ”Det Blå Danmark” innrás við fleiri fakfólkum og kunn­ingartilfari um møgu­ leikarnar hjá serstakliga ung­um føroyingum at kjósa sær eina framtíð á donskum sjóvinnuút­búgvingar­stovn­ um og sjóvinnuarbeiðs­pláss­ um. Endamálið við herferðini, sum byrjaði í Miðlahúsinum í Havn og heldur fram kom­ andi dagarnar kring landið, er at vísa føroyingum, sum vilja fáa sær eina sjóvinnu­ útbúgving og arbeiði í hesi vinnu, hvørjar møguleikar danska sjóvinnan hevur at bjóða. Og tað er ikki so lít­ ið. Talan er um fleiri útbúgv­ ingar innan shipping, maskin­meistarafakið, skips­ offiseerøkið, skips­verk­ frøði, offshore osfr. Danskur sjóvinnu­ flutningur fremst Stovnurin Det Blå Danmark er ein paraplyfelagsskapur fyri alt tað danska sjóvinn­ uøkið tað veri seg útbúgv­ ingar og arbeiðspláss. Hesi arbeiðspláss fevna um meira enn 100.000 fólk. Danska sjóvinnan, sum er í stórari framgongd og menn­ ing, hevur brúk fyri nógvum nýggjum fólkum komandi árini, skal hon megna eftir­ spurningin á tí globala marknaðinum. Í dag telist danskur sjóvinnuflutningur millum teir fremstu í heim­ inum, og henda vinnan tel­ ist samtíðis millum tær fremstu í Danmark. Um­framt vaksandi tørvin, sum stendst av útbygging av hesi vinnu, so er trot á ungum kvalifiseraðum fólki til ymsu tættirnar inn­ an sjóvinnuna. Sum menn­ ingin hevur verið við al­tjóðagerðini hevur danska sjóvinnan starsvsfólk úr øllum heiminum. Men nú verður so gjørt eitt serstakt átak fyri at fáa ungar danir og føroyingar at vísa áhuga fyri hesi spennandi vinnu. Mett verður at donsk sjó­ vinnan kann menna seg skjót­ari og betri við eitt nú kvalifiseraðum føroying­ um. Tí verður í hesum døgum vitjað á skúlum kring landið at greiða frá møguleikunum tey ungu hava fyri at fáa eina útbúgving og eisini eitt arbeiði aftaná. Her er bæði talan um fólk, sum longu hava eina ella aðra mið­ námsútbúgving men eisini ungdómar við 10. flokki og við nakað av arbeiðs­roynd­ um, hava góðar møguleikar fyri eini mennandi framtíð innan donsku sjóvinnuna. Sum dømi kann nevnast spennandi offshoreøkið, har tú ikki nýtist hægri út­búgving fyri at fáa løn­ andi arbeiði. - Vit síggja heldur enn fegnir, at ungir føroyingar koma til útbúgvingarstovnar okkara kring Danmark og eftir lokna útbúgving fáa starv eisini segði Michael Elwert, leiðari av herferðini hjá Det Blå Danmark. Sjálvur veit hann, hvat hann tosar um, tí hann hevur verið virkin í sjóvinnuni alt sítt lív. –Vit hava havt sera tøtt bond til Føroyar og føroyingar, og vit eru ernir, tá føroyingar vísa okkara útbúgvingum og arbeiðs­ plássum ans. Tað er serstakt tilfar í føroyingum, sum verð­ur hámett í donsku sjó­ vinnuni sigur hann. Hann vísir eisini á, at grundar­ lagið, sum føroyingar skapa sær innan danska sjóvinnu, kann so koma teimum til góða aftur, tá teir vilja sleppa heim at arbeiða, antin á sjógvi ella á landi, eitt nú í eini komandi før­ oyskari frálanda- og olju­ vinnu. 10% av BTÙ Donsk sjóvinna telur í dag 10% av bruttotjóðar­úr­tøk­ uni. Tað stendur fyri umleið 200 milliardum kr. av út­flutnningsvirðinum, með­ an eitt nú landbúnaðurin ”bert” stendur fyri 50 milli­ ardum. Hvat útbúgvingini við­víkur hevur gongdin ver­ ið tann, at man vildi útbúgva stýrimenn og maskin­meist­ arar til at gera uppgávur bæði á brúnni og í maskinrúminum. Nú er so farið aftur til gomlu skip­ anina, har tú kanst útbúgva teg burtur av til brúnna ella maskinrúmið. Sambært Det Blå Danmark fólkunum, so eru lønirnar góðar í donsku sjóvinnuni. T.d. hevur ein kapteinur einar 34.000 kr. í nettoløn. Byrjar tú sum 2. stýrimaður hevur tú einar 21.000 kr. í nettoløn eftir 12 mánaðar arbeiði. Har­ aftrat kemur 4000 kr. í pen­ sión. Tað verður bygt eitt nýtt skip um vikuna so tørv­ urin á fólki er stórur. Ikki minst í frálandavinnuni er stórur aktuttur tørvur, bara í løtuni manglar Mærsk Con­ tractors 600 fólk. Tað er part av hesum tørvi fólkini frá Det Blå Danmark vilja royna at nøkta við føroy­ ingum. Skráin fyri kunnningar­ tiltøkini komandi dagarnar er henda: týskvøld kl. 20 Miðnámsskúlin í Vági, miku­dag kl. 14 Tekniski Skúli í Klaksvík, kl. 20 Stu­ dentaskúlin á Kambsdali, hós­dagin klokkan 8 Fiski­ vinnuskúlin í Vestmanna og kl. 14.30 Vinnuháskúlin í Havn. Danska sjóvinnan ger innrás: Føroyingar vælkomnir og høgt raðfestir Millum fólkini frá Det Blå Danmark, ið vitja kring landið í hesum døgum, er eisini ein føroyingur Mynd Jan Müller Nýggi næstformaðurin í Sambandsflokkinum, Johan Dahl, var einasti politikarin, sum vísti tiltakinum í Miðlahúsinum áhuga. Við liðina sonurin, sum hevur hug til sjógvin Mynd Jan Müller Frá kunningartiltakinum í Miðlahúsinum mánakvøldið. Mynd Jan Müller