Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 23

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 vinnusíðurnar Nr. 61 - 27. mars 2007 Viking gott ár Danska fyritøkan Viking Life Saving-Equipment, heldur til í Esbjerg, og sum millum annað ger teir væl kendu Viking-bjargingarbátarnar, hevði eitt sera gott ár í fjør. Umsetningurin hjá fyritøkuni var næstan 905 mió. krónur, og tað var heili 20 prosent meiri enn í 2005. Úrslitið í fjør var 57,8 mió. krónur ímóti 41 mió. krónum árið fyri. Leiðslan í Viking sigur, at virkin marknaðarføring og effek­ tivi­sering hava givið tað góða úrslitið. WTC í Oslo Fyritøkan Nordea Capital Partners vil sleppa at byggja eitt World Trade Center í Oslo. Ein talsmaður hjá fyritøkuni sigur við Dagens Næringsliv, at fyritøkan er farin undir samráðingar um at keypa egnað lendi til bygningin. Talan er um eitt øki við Vestbanen, og fleiri hava longu tryggjað sær byggilendi har. Men tað fer at kosta nógv at byggja eitt World Trade Center har, tí sambært norskum bløðum kostar byggilendið 15.000 krónur fermeturin. takast til hesa ætlan, tá allir tríggir avmarkingar- og met­ ingarbrunnarnir eru boraðir á Rosebankfundinun í vár. BP umhugsar at byggja ein gassdepil á Clairkelduni, nú tað er í ferð við at byggja hesa risastóru oljukelduna út við enn einum fram­ leiðslu­palli. Clair olju­keld­ an, sum er tann størsta á bretska landgrunninum var funning í 1977 og byrjaði fyrsta framleiðslan ikki fyrr enn fyri tveimum arum síð­ ani. Nú ynskir BP at fáa meiri olju og gass eisini upp úr hesi orkukelduni. Kom­andi ovasti stjórin í BP, Tony Hayward, sum skal loysa av kenda Lord Browne í næstum sigur við bretska blaðið, at hann fegin sær, at Clair verður útbygt enn meira, soleiðis at meira olja fæst upp úr undirgrundini. Í løtuni verður so bíðið eftir úr­litinum av avmarkingarð og etingarbrunnum, sum eru boraðir á økinum. Hesir tykjast positivir. Ymsir trupul­leikar gera, at henda oljukeldan verður útbygd sohvørt heldur enn undir ein­um. Næsti pallurin er sett­ur til at byrja framleiðslu í 2012. Franska oljufelagið Total sær helst at ein gass­ terminalur verður bygdur á Sullom Voe, sum kann taka ímóti gassi frá Laggan keld­ uni. Tað eru nógv ár síðani, at Laggan varð funnið. Nú heldur Total, at nóg mikið er til av gassi í hesi kelduni til at fara undir framleiðslu. Sum skilst verður arbeitt við eini útbyggingarætlan. Í dag finst ein gassleiðing á Atlantmótinum. Hon gong­ur frá oljukeldunum Foinaven og Schiehallion til oljukelduna Magnus norð­ar­laga í Norðsjónum. Gass­ið frá Foinaven og Schiehallion verður flutt longu leiðina til Magnus, har tað verður sprænt niður í undirgrundina til tess at fáa meiri olju upp úr Magn­ us kelduni. Henda gassleið­ ing er so mikið avmarkað, at honk an ikki taka ímóti gassi frá øðrum gasskeldum á Atlantsmótinum, og tí er neyðugt við nýggjum rør­ leiðingum. Arbeiðið hjá arbeiðs­bólki­ num, sum bretsku myndug­ leikarnir hava tikið stig til saman við oljufeløgum, miðjar móti at gera eina ætlan, sum finnur ta skila­ bestu, bíligastu og tryggastu loysnina at fáa gass frá ymsum gasskeldum á Atlantsmótinum til høldar og á marknaðin. Ein frá­ greið­ing verður latin mynd­ ug­leikunum í apríl. Tað áhugaverda við hesi verkætlan er, at hon eisini skal hava pláss til at kunna taka ímóti framtíðar olju- og gasskeldum, sum verða funnar á Atlantsmótinum í framtíðini, og her eisini keld­um á føroyskum øki. Fyribils útreiðslu­meting­ ar siga, at tørvur verður á 40 til 45 milliardum krónum til hesa útbygging, 40% fara til rørleiðingar, 35% til framleiðsludeplar og 25% til brunnar og útbúnaða á havbotninum. Við hesi ætlan verður fyrsta framleiðslan at byrja í 2013 og verður gass flutt til St. Fergus í Skotlandi komandi 15 árini við ver­ andi goymslum, men verður meira gass funnið, kann fram­leiðslan vara nógv longri. Henda útbyggingin vil kunna nøkta 6% av dag­ liga gasstørvinum í Bret­ landi. Fyri at kunna fara undir hesa útbygging er neyðugt at bora 30 brunnar og leggja 800 kilometrar av rørleið­ ingum. Harvið verður verk­ ætl­anin ein tann mest lov­ andi fyri framleiðarar og leverandørar í oljuídnað­in­ um. Útbyggingin er so mik­ ið stór, at hon fer at tørva tveir boripallar, eitt stórt rør­leggingarskip og aðra útgerð. Neyðugt verður við eini útgerðarstøð í Het­ landi. Bretska stjórnin roknar við, at oljufeløg vilja gera stórar íløgur í leiting og boring, tá henda verkætlanin fær grønt ljós. Fyri at koma væl frá byrjan og fyri at fáa oljufeløg at síggja tað skila­ góða í at gera íløgur í gass­ útbygging vestan fyri Het­ land komandi árini, so verð­ ur helst neyðugt hjá bretsku stjórnini at gera tað laga­ ligari og bíligari at arbeiða í bretskum øki, eitt nú við linari skattatreytum. Í dag umsita 30 oljufeløg 60 leitiloyvi vestan fyri Het­ land. Ynskið er at fáa onnur oljufeløg at visa økinum ans eisini. Í greinini í bretska blaðnum, sum er eitt tað mest virda í orku­ høpi í Stórabretlandi, verð­ ur víst á oljuleitinina, sum fer fram á føroyska land­ grunninum, og at olju ella gassfund fara at hava tørv á infrastrukturi til tess at fáa olju og gass á marknaðin. Til tess at fáa fleiri oljufeløg áhuga í at bora á Atlants­ mótinum hava bretskir mynd­ugleikar fyri tveimum árum síðani gjørt útbjóð­ ingar á fjarskotnum økjum meira opnar og lagaligari. Tað merkir, at feløgini kunnu fáa leitiloyvi til ein tíggjundapart av uppruna­ liga prísinum. Tað ganga so nøkur ár, vanliga trý at fáa seismikkk til vega, sum fe­løgini kunnu brúka til tess at kunna binda seg til at byrja at bora váðafullar brunnar. Arbeiðsbólkurin skjýtur upp, at umleið 40 nýggir leiti­brunnar verða boraðir næstu 5 árini í hesum øki­ num. Sambært ætlanini hjá bretskum orkumyndugleikum og fleiri av stóru oljufeløgunum, sum eru virkin vestan fyri Hetland (Atlantsmótið) skulu fleiri av longu funnu gasskeldunum útbyggjast til framleiðslu, og gassið skal síðani flytast um eina langa rørleiðing antin til Hetlands ella helst til Skotlands. Hugsanin er so eisini at binda komandi olju/gasskeldur sum eitt nú Rosebank við føroyska markið í sama infrakervi. Gerst slík ætlan veruleiki kann hon koma olju- og gasskeldum føroysku megin markið ómetaliga væl við. Rørleiðingina á kortinum hava vit (Sosialurin) gjørt út frá tí, sum liggur í kortunum at fremja í framtíðini.