Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-27, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 27. mars 2007síða 35

‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 61 - 27. mars 2007 35 t framsýning hjá n­­ar Fim­leikafelag tær fyrstu, sum komu út á gól­v­ið at framføra. Tær løg­ du eitt gott støði fyri kvøld­ ið, tí teirra framførsla eyd­ na­ð­ist avbera væl. Sam­an­ renn­ing­in av vøkrum rør­sl­ um á gólv inum og róliga tón­leik­in­um gjørdi, at á­skoð­ar­ar­nir vóru væl við bein­an­veg­in, og hetta var júst tann ræt­ta byrjanin uppá eina gó­ða framførslu. Eftir hetta komu nakrir smá­dreing­ir út á gólv ið at ge­ra reiðskapsfimleik. Teir gjør­du ymisk lop á gólv­in­ um, og sluppu eisini at gera flott øvilsi í leysum lofti, og nú var framsýningin rætt­i­li­ ga komin í gongd. Fólki liv­ du eisini væl við, og eitt lið fy­ri og annað eftir komu inn á gólv ið við flottum fram­før­s­lum. Stuttlig framførsla Á leið mitt í all ari fram­førs­ lu­ ni kom eitt avbera stuttligt inn­slag. Tá komu fyrst nak­ rar kvinnur inn at gera fim­ leik. Teir gjørdu fimleik, dan­saðu og gjørdu lop av lív­sins kreftum afturvið se­ra góðum tónleiki, og het­ ta riggaði sera væl. Undir teir­ra framførslu kom eitt lið av eldri monnum inn, og tá kvinnurnar vóru lidnar, fó­ru teir út á gólv ið. Teir hoppaðu og dansaðu ik­ki so nógv sum kvin­nur­ nar, men teir gjørdu fimleik av lívsins kreftum, og hetta dám­di áskoðarunum. Her vó­ ru nógvir menn á gólv­in­ um, sum vóru væl omanfyri 50 ára aldur, og helst eisini oman­fyri 60. Dansaðu Hip-Hop Ein onnur serlig framførsla var eisini á kvøldinum. Het­ ta var ikki vanligur fim­leik­ ur, sum bleiv sýndur á gólv ­ in­um, men tað sum bleiv víst var ótrúliga flott og kul. Nóg­var ungar gentur komu inn­ á gólv ið í cowboybuksum og stórum, víðum troyggjum at dansa Hip-Hop. Rút­mur­ nar vóru sera góðar í hesi fram­førs­lu­ni, og dansararnir klár­aðu tað ómetliga væl. Eftir hetta vóru fleiri að­rar ymiskar framførslur á skrá­n­ni. Nøkur lið vóru in­ ni og gjørdu fimleik. Nakrir av smádreingjunum komu inn­aft­ur á gólv ið at gera reið­skaps­fim­leik, og so vó­ ru fleiri av eldru íð­kar­un­ um, bæði menn og kvinnur, in­ni á gólv inum og gjørdu reið­skap, og hetta var alt ó­me­ta­li­ga flott. Fleiri av eld­ ru reið­skaps­fim­leik­ar­un­ um royndu at gera innviklað lop, og tá tað eydnaðist, so var tað sera flott. Kappingarliðini Tvey av kappingarliðunum vóru við til framførslurnar hjá Havnar Fimleikafelag má­na­kvøldið, og hetta vóru helst størstu løturnar á kvøld­ in­um. Draktirnar vóru ó­trú­li­ga vakrar, og tað var líka­sum at man nú visti, at het­ta var nakað serligt. Tað fyrsta av kap­pin­gar­ lið­un­um, var í grønum vøkr­ um búnum. Tær gjørdu dan­ san­di øvilsi til vakrar sangir, og hetta var ótrúliga flott. Á­skoð­ar­ar­nir sótu mest sum bergtiknir av flottu fram­før­slu­n­um. Síðstu sýningina á kvøld­ in­um stóð hitt kappingarliðið fy­ri. Hesar vóru eisini í sera vøkr­um draktum, og teirra fram­førs­la var ikki minni berg­tak­an­di. Tær dansaðu og hoppaðu líka inn í hjørt­ uni á áskoðarunum, og klap­ p­i­ni vildu næstan ongan en­da taka, tá framførslan en­di­li­ga var liðug. Leggjast kann afturat, at tveir av fimleikarunum frá hes­um kappingarliðnum vó­ ru einsamall ir inni á gólv ­ in­um mitt í framsýningini. Tær báðar genturnar dan­sa­ ðu einsamall ar til ein frið­ar­ lig­an sang, og hetta var helst mest imponerandi fram­førs­lan á øll um kvøld­ in­um. Sum heild var fram­sýn­ ing­in hjá Havnar Fim­leika­ fel­ag sera góð hetta kvøldið, og øll , børn og vaksin, kvin­ nur og menn, gjørdu kvøld­ ið mest sum full komið. Leygardagin verður so enn ein framsýning á skrán­ ni hjá Havnar Fimleikafelag. Tá verður tiltakið, Fim­leika­ list, nevniliga í Norð­ur­lands­ hús­in­um, og her fara fleiri av liðunum, sum tóku lut í an­tin framsýningunum leyg­ ar­dag­in ell a mánadagin, at ta­ka lut.