týsdagur 27. mars 2007síða 36
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 61 - 27. mars 2007 ]
Fyrrverandi altjóða
dómarin í hondbólti,
Hjalmar Petersen,
heldur tað vera
óheppið, at tvey pør,
sum vera sett í
samband við Kyndil,
skulu døma allar
tríggjar mansfinal
urnar í hondbólti, har
Kyndil er annar part
urin. Hann ásannar
tó, at lága dómara
talið er ein trupulleiki
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Um vikuskiftið var fyrsti
finaludysturin í manshond
bólti á skránni, tá ið Kyndil
tók ímóti VÍF. Kyndil vann
heimadystin við fimm
málum, eftir at teir førdu við
10 málum eitt skifti í seinna
hálvleiki.
Eftir dystin hevur tó verið
ávís ónøgd um dómara
ásetingarnar til tær tríggjar
finalurnar. Í dag umboða
dómararnir eitt dómarafel
ag, men av tí at forholdini
her á landi eru so smá, so
vita tey flestu, at bæði
Hannis og Uni Wardum,
sum dømdu finaluna sunnu
dagin, eru gamlir kyndils
menn. Tað eru Eyðun Samu
elsen og Andreas F. Hansen,
sum døma seinnu finaluna,
eisini.
Vit hava tikið eitt prát við
fyrrverandi altjóða hond
bóltsdómaran her á landi,
Hjalmar Petersen.
Óheppið
Hjalmar Petersen heldur
tað vera sera óheppið, at
dómararfelagið hevur valt
tvey pør, sum vera sett í
samband við Kyndil, at
døma finalurnar.
- Eg haldi, at dómara
ásetingarnar til mansfinal
una eru ógvuliga óhepnar.
Tað er keðiligt, at tvey pør,
sum vera sett í samband við
Kyndil, skulu døma final
urnar. Tað er heldur ikki
óhugsandi, at hetta kann
hava ávirkað fyrireiking
arnar hjá vestmenningum.
- Eftir finalurnar sunnu
dagin havi eg eisini hugsað
um, hví man ikki bara hevur
býtt um uppá pørini í mans-
og kvinnufinaluni. Í vági
dømdu Sámal og Kári jú,
og um teir dømdu í Havn,
so slapp man undan hesum
trupulleikanum.
Hjalmar sjálvur hevur
altíð verið brennandi neista
maður, men hann sigur seg
ongantíð
hava
dømt
Neistan.
- Eg haldi ikki, at eg nak
rantíð havi dømt Neistan í
bestu deildini. Eg má eisini
siga, at tað vildi eg helst
sleppa undan.
Hjalmar Petersen ásannar
tó, at lága dómaratalið í
bestu føroysku deildunum
er ein trupulleiki.
- Ein stórur trupulleiki er
talið av dómarum. Tað eru
ov fá feløg í bestu deildun
um, sum hava eitt dómara
par. Um øll feløgini stillaðu
við dómarapørum, so var
eingin trupulleiki.
Aðrar dómarar
Hjalmar Petersen var ikki
sjálvur til finaluna sunnu
dagin, men hann hevur tó
eina greiða meining undan
seinna finaludystinum hjá
monnum.
-
Um
dómarafelagið
heldur, at kyndilspørini eru
tey einastu, sum kunnu
døma
mansfinaluna,
so
skuldu teir verði so mikið
at sær komnir, at teir fingu
dómarar úr øðrum landi
heim at døma seinnu final
una. So slepst í øllum førum
undan einum slíkum trupul
leika, sum vit hava nú, sigur
Hjalmar at enda.
Dómararnir til
finalurnar vera settir
út frá eini heildar
meting. Har innganga
fleiri parametur, men
ikki hvørjum felagið
dómararnir einaferð
hava verið atknýttir,
sigur Hartvig
Joensen, formaður í
dómarafelagnum. –
Vit hava mett, at hesi
dómarapørini vóru,
og eru, væl skikkaði at
døma dystirnar
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Dómararnir í føroyskum
hondbólti eru ikki longur
knýttir at nøkrum hond
bóltsfelag. Teir umboða
dómarafelagið, og tí eiga
teir við tíðini at hava møgu
leika at døma øll liðini í
landinum.
Um vikuskiftið dømdu
Hannis og Uni Wardum
finaluna í manshondbólti
ímillum Kyndil og VÍF. Í
seinna dystinum skulu Eyð
un Samuelsen og Andreas
F. Hansen døma, meðan
Hannis og Uni aftur skulu
døma sunnudagin, um tað
verður neyðugt við einari
triðju finalu. Hetta hevur
givið eina ávísa ónøgd
serliga í Vestmanna, tí allir
hesir hava nevniliga havt
eitt tilknýti til Kyndil.
Vit hava tikið eitt prát við
formannin í dómarafelagn
um, Hartvig Joensen, um
ásetingarnar til finalurnar.
Verður gjørd
ein meting
Formaðurin í dómarafel
agnum sigur, at ásetingarnar
til finalurnar vera gjørdar
út frá eini heildarmeting
ígjøgnum ári, har dómara
felagið metir um, hvussu
tey ymisku pørini eru fyri
at
døma
teir
komandi
dystirnar.
- Vit meta um, hvussu
dómararnir hava klárað seg
ígjøgnum árið, og vit hava
mett, at hesi bæði dómara
pørini hava klárað tað heilt
væl í farna kappingarári. Tí
hava vit millum annað sett
teir at døma finaluna.
- Tað skal eisini líka leggj
ast afturat, at royndirnar
sjálvandi hava nógv at siga,
og tað verður ikki so, at vit
bara seta eitt par at døma, tí
tað er teirra túrur, sigur
Hartvig Joensen.
- Tað hevur eisini sera
stóran týdning hvussu væl
dómararnir klára at tackla
strongdar støður. Til final
urnar slepst heldur ikki
undan, at vit í dag bert hava
eitt føroyskt A-par, ið eigur
at klára eina slíka uppgávu
væl.
Skilir trupulleikan
Hartvig Joensen sigur seg
væl skilja atfinningarnar
frá fólki um dómaraáseting
ar, um hugsað verður í fel
øgum.
- Um ein hugsar um hond
bóltsfeløg í Føroyum, og
hvar hesir ávísu dómararnir
hava spælt, so skilji eg væl,
at fólk finnast at avgerðina
um at seta júst hesar dóm
ararnar. Men teir umboða
ikki nakað hondbóltsfelag
nú, men eitt dómarafelag,
og eg haldi, at fólk mugu
byrja at góðtaka dómara
felagið fyrr ella seinni, og
ikki hugsa um, hvar teir
ávísa
dómararnar
koma
frá.
Hartvig heldur tó ikki, at
sjálvar dómaraásetingarnar
er
størsti
trupulleikin.
Manglandi talið av dómar
um er ein nógv størri trupul
leiki, sigur hann.
- Eg haldi, at størsti trup
ulleikin er lága talið av dóm
arapørum í Føroyum. Tað
er óheppið, at vit ikki hava
fleiri dómarar. Eg haldi tað
vera av alstórum týdningi,
at
skikkaði
dómarapør
verða sett við, og ongantíð
betri um man kann seta
ungar dómarar við. Við hes
um høvdu vit haft betri
møguleika at hjálpt uppá
slíkar trupulleikar, sigur
Hartvig at enda.
Romario bíðar við nummar 1000
Brasilski fótbóltsspælarin, Romario, skeyt um vikuskiftið mál
nummar 999 á síni yrkisleið, men nú ætlar hann at bíða við at
skjóta mál nummar 1000. Vasco Da Gama spælir um á útivølli
ímóti Americano í vikuni, og her hugsar Romario um at sita yvir,
tí hann vil skjóta mál nummar 1000 á heimavøllinum, Maracana.
Maracana var nevniliga eisini vøllurin, har brasilska fótbóltslegen
dan, Pelé, skeyt sítt mál nummar 1000. Sunnudagin fær Romario
møguleikan at koma uppá tey 1000 málini, tá Vasco Da Gama
tekur ímóti Bogafoto á Maracana.
Føroyar ímóti vandamiklum áleypara
David Healy hjá Norðurírlandi og Lukas Podolski hjá Týsklandi eru toppskjúttar
í EM-undankappingini, men ein av mótstøðumonnunum hjá Føroyum mikudagin,
er eisini ímillum teir mest vandamiklum í undankappingini. Her er eitt yvirlit yvir
bestu toppskjúttarnar.
David Healy
Norðurírland
7
Lukas Posolski
Týskland
7
Shota Arveladze
Georgia
5
Eduardo da Silva
Kroatia
5
Cristiano Ronaldo
Portugal
5
Óheppin dómaraáseting
Eru væl skikkaði
- Eg haldi, at dómaraásetingarnar til mansfinaluna eru
ógvuliga óhepnar. Tað er keðiligt, at tvey pør, sum vera sett í
samband við Kyndil, skulu døma finalurnar, sigur Hjalmar
Petersen, fyrrverandi altjóða dómarar