týsdagur 27. mars 2007síða 37
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 61 - 27. mars 2007 ]
Nýggj føroysk met í Melbourne
Føroysku svimjararnir í Melbourne hava fingið enn fleiri góð úrslit
í nátt. Jutta Thomsen og Mona Simonsen tóku lut í 200 m frí hjá
kvinnum í nátt, og tær vunnu báðar sín riðil. Jutta Simonsen megnaði
eisini at seta nýtt føroyskt met við tíðini 2.10.81. Hetta gav 66. pláss
av 104 luttakarum, og í sínum aldursbólki er hon millum tíggju tey
sterkastu. Pál Joensen var eisini í hylinum í nátt, tá hann svam 800
m frí. Hann kom á mál í tíðini 8.30.31, og hetta gav honum eitt 34.
pláss av 46 svimjarum. Hann setti eisini nýtt føroyskt met á hesum
teini. Stóra sjónvarpsrásin Eurosport hevði hesa viðmerking um
føroysku svimjararnar í nátt. – All together Faroe Islands are doing
very, very well.
Michael Phelps setti
nýtt heimsmet
Fleiri av heimsins bestu svimjarum taka eisini
lut í HM-kappingini í Melbourne, og ein teirra
er amerikumaðurin, Michael Phelps. Í nátt
megnaði hann at seta nýtt heimsmet á teininum
200 m frí. Hann kom á mál í tíðini 1.43,86, og
sostatt tók hann 0,20 sekund av gamla metinum
hjá avtraliumanninum, Ian Thorpe.
VÍF-spælarin, Ingi
Olsen, heldur, at
dómaraásetingarnar
til mansfinalurnar
eru sera óhepnar. – Eg
haldi, at dómarafelag
ið biður um rok við at
seta pør, sum hava
tilknýtið til Kyndil, at
døma allar finalurnar
HONDBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Ingi Olsen er ein av spælar
unum, sum hevur verið við
at myndað besta liðið hjá
VÍF í nógv ár. Sjálvt um
hann ikki var á vøllinum
sunnudagin orsaka av einum
skaða, so var hann partur av
VÍF-liðnum.
Sum nógvir aðrir vest
menningar, so heldur hann
eisini, at dómaraásetingarnar
eru rættiliga óhepnar. Vita
hava eitt altjóða par, men
velja nærum ikki at nýta tað
til finalurnar.
- Man má undrast á, at
uttanveltaðir dómarar ikki
døma finaluna. Eg haldi,
at dómarafelagið biður
um rok, tá man setir tvey
pør, sum hava tilknýtið
til Kyndil, at døma allar
tríggjar finaludystirnar, tá
hetta kann umgangast, ella
at dómarafelagið ikki velur
at nýta altjóða dómaraparið
meira.
Útlendskt dómarapar
Eftir fyrsta finaludystin
millum Kyndil og VÍF hevði
venjarin hjá Kyndli, Jónleif
Sólsker, at harða og kontanta
verjuspælinum hjá VÍF, og
hetta skilir Ingi einki av. Fyri
honum er tað sum at kasta
við steinum, tá man sjálvur
býr í einum glashúsi.
- Eg haldi tað vera keði
ligt, at venjarin hjá Kyndli
fær tað at ljóða so, tí hetta
er also ikki heilt rætt. Lars
hevur ikki givið okkum
nøkur sum helst boð um at
fara á vøllin við tí fyri eyga
at verja ljótt.
Ingi heldur annars, at tað
hevði verið eitt avbera gott
hugskot at fingið eitt dóm
arapar úr øðrum landi heim
at dømt seinnu finaluna.
- Ja, eg haldi, at tað hevði
verið eitt avbera gott hugskot
við dómarapar úr øðrum
landi, tí so kundi man fingið
fokus aftur á hondbóltin.
Spælið var ikki
nóg gott
Ingi var sum heild ikki so
væl nøgdur við dømingina í
fyrsta finaludystinum, men
hann sigur, at hetta skal
ikki vera ein umbering fyri
spælið hjá vestmenningum.
- Nei, hetta skal ikki vera
nøkur umbering, tí okkara
spæl var ikki nóg gott á
degnum. Har er nógv, sum
vit skulu bøta um til næsta
dystin, men tað skal nokk
fara at ganga, sigur Ingi
Olsen at enda. Hann væntar
eisini sjálvur at vera klárur
til dystin í Vestmanna
leygardagin.
Nýggi føroyski
landsliðsleikarin, Tem
Hansen, trívist væl á
liðnum, hóast hann
ikki fekk langa tíð at
umráða seg, tá
honum varð bjóðað
pláss á liðnum. – Teir
høvdu fingið eitt
avboð og ringdu til
mín. Eg var áhugaður
og fleyg við til Spania
dagin eftir, greiðir
Tem Hansen frá, sum
ikki dylur yvir, at
hann var bilsin um at
verða úttikin
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tbilisi, Georgia: Tem Han
sen er 23 ára gamal. Hann
býr í Danmark og spælir á
miðvøllinum hjá Fremad
Amager. Navnið ljóðar
ikki serliga føroyskt, men
brádliga stóð Tem Hansen
millum nøvnini av leikarum,
sum skuldu við til árligu
venjingarleguna á la Manga
í Spania.
– Teir høvdu fingið eitt
avboð og vistu, at eg kundi
spæla fyri Føroyar. So teir
ringdu og spurdu um eg var
áhugaður at koma við. Tað
vildi eg fegin, so tað var tað,
greiðir nýggjasti føroyski
landsliðsleikarin frá.
Gjørdist bilsin
Í eitt ár hevur Tem Hansen
vitað, at hann kann umboða
Føroyar. Kortini gjørdist
hann bilsin, tá hann fekk
landsliðsboð.
– Ja faktiskt var eg bilsin.
Eitt ár frammanundan gjørd
ist eg greiður um, at eg
kundi spæla við Føroyum,
men eg hevði ongantíð hoyrt
nakað frá teimum (Fótbólts
sambandinum, blðm.), og
roknaði ikki við nøkrum.
So tað var bara stuttligt, tá
boðini komu, heldur Tem
Hansen.
Deiligt at fáa debut
Hann var við á venjingar
leguni í Spania, er við nú
og sostatt er hetta onnur
ferðin, at Tem Hansen er við
landsliðnum.
– Eg haldi tað hevur
verið gott. Vit høvdu ein
sera góðan túr til Spania.
Tað var ein frálíkur máti
hjá mær at læra alt at kenna
kring landsliðið, ikki minst
leikararnar.
Í la Manga spældi landsliðið
fleiri venjingardystir, har
Tem Hansen var við. Hesir
dystir vóru tó ikki altjóða
skrásettir. Men tað var
dysturin leygardagin, tá Tem
Hansen kom inn fyri Súna
Olsen, tá ein lítil hálvur
tími var eftir at spæla móti
Ukreina.
– Tað var deiligt at spæla
sín fyrsta dyst, tað var tað!
Eisini sjálvt um vøllurin
ikki var so góður. Eg haldi
dysturin var so rímiligur. Vit
stóðu væl í verjupartinum,
og forðaðu teimum í at fáa
nakrar stórar møguleikar,
sigur Tem Hansen, sum nú
bara gleðir seg til dystin í
annaðkvøld.
Tem trívist væl á liðnum
Biðja um rok
– Tað var deiligt at spæla mín fyrsta dyst fyri landsliðið, sigur nýggjasti maðurin í hópinum, 23
ára gamli Tem Hansen, hvørt omma í faðirætt er føroysk
Mynd: Álvur Haraldsen
- Man má undrast á, at uttanveltaðir dómarar ikki døma
finaluna. Eg haldi, at dómarafelagið biður um rok, tá man setir
tvey pør, sum hava tilknýtið til Kyndil, at døma allar tríggjar
finaludystirnar, sigur Ingi Olsen