týsdagur 27. mars 2007síða 38
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
38
Nr. 61 - 27. mars 2007
Mars-kappingin
Hvønn dag í mars mánaða verða Sudoku
uppgávur at finna í Sosialinum.
Jú fleiri uppgávur, ið tú hevur loyst, tess
størri møguleika hevur tú at vinna.
Sendið okkum loysnina innan
fríggjadagin 6. apríl 2007 kl. 10.00 og
viðmerkið brævbjálvan »Sudoku«.
Vinningur í mars er 2 M-semiflex
flogferðaseðlar við Atlantic Airways.
Virði Kr. 6.304,-
Drigið verður fyrstu vikuna í apríl.
Fyri at vera við í kappingini, skal øll
uppgávan verða loyst.
Navn:
Bústaður:
Telefon:
Sendið til: Sosialin · Boks 76 · 110 Tórshavn
Merkið brævbjálvan »Sudoku«
Vinningurin í mars
2 M-semiflex ferðaseðlar frá Atlantic
Airways. Virði Kr. 6.304,-
ÆTTLEIÐING
Tíðindaskriv
Árligi familjudagurin og
aðalfundurin hjá Ættleið
ingarfelagnum verður í
missiónshúsinum í Leirvík
leygardagin 28. apríl. Dag
urin byrjar kl. 10 við morg
undrekka og heldur fram
til umleið kl. 17.
Fyrst og fremst verður
dagurin ein familjudagur,
har høvi verður at síggja
vinir og kenningar, práta,
spæla og hava eina góða
løtu saman, men eisini
verða
onnur
tiltøk
á
skránni.
Fyrireikararnir
vóna, at dagurin verður
eins góður og undanfarnu
árini og at nógv, bæði
kend og nýggj andlit vera
at síggja í Leirvík. Tað er
hugaligt at merkja, at talið
av luttakarum til familju
dagin og av limum í felag
num er í støðugum vøkstri.
Í fjør vóru yvir 100 fólk
tilmeldað familjudagin og
spennandi verður at vita,
um ikki talið av luttakarum
fer at gerast enn størri í
ár.
Kostnaður fyri allan dag
in: 125 kr fyri vaksin (yvir
15 ár) børn 3-14 ár 50 kr
og 0-2 ár ókeypis.
Ættleiðingarfelagið
er
fyri ØLL, ið hava áhuga
fyri ættleiðing og dagurin
er tí ikki bert roknaður
teimum, sum í løtuni hava
ættleidd børn. Vónandi
eru onkrar familjur, ið enn
ikki hava ættleitt børn,
eisini áhugaðar í at luttaka.
Somuleiðis hevði tað ver
ið stuttligt um ommur og
abbar, enn fleiri hálvvaksin
og vaksin ættleidd ella ætt
leiðingarforeldur, ið børn
ini eru vorðin vaksin hjá,
løgdu leiðina framvið.
Kanska onkur er, ið ikki
hevur hug at vera við allan
dagin. Tí verður í ár eisini
møguleiki fyri einans at
vera við til morgunmatin.
Tá er kostnaðurin 50 kr.
Tekning í seinasta lagi
21. apríl hjá felagnum á
teldupostadressuni post@
aettleiding.fo ella við at
ringja á telefon nr. 443304,
443135,
508972
ella
260943. Ikki er neyðugt at
vera limur í felagnum fyri
at luttaka, men nýggir lim
ir eru hjartaliga vælkomnir
at tekna seg í samband við
tilmeldingina.
Ættleiðingarfelagið skipar
fyri familjudegi í Leirvík
S & K felagið hevur havt
fund um útspælið frá
Bárði Nielsen, fíggjar
málaráðharra, um fram
tíðar eftirlønarviður
skifti í Føroyum
Eftirløn
Tíðindaskriv
S & K felagið sær jaligt
upp á útspælið frá fíggjar
málaráðnum og sær tað,
sum eitt upplegg til tjak
millum arbeiðsmarknaðin
og Landsstýrið.
Landsstýrið ætlar at geva
arbeiðsmarknaðinum
eini
10 ár at koma upp á eina
eftirlønaruppsparing
á
umleið 15% av inntøkuni,
og tað meta vit verða eitt
rímiligt tíðarskeið fyri at
náa
málssetninginum
á
15%.
Tað er rættuliga ymiskt
hvat fyri prosentgjald, tey
ymisku fakfeløgini eru kom
in uppá. Nøkur fakfeløg
hava verið tíðiliga úti og
hava lagt dent á at fáa pro
sentgjaldið til eftirlønina
upp, og onnur hava lagt
størri dent á at fáa lønini
hægri og lagt minni dent á
eftirlønina. Tí verða tey fak
feløgini, sum hava lagt
størri dent á at fáa lønini
hægri, noydd til tey næstu
árini at raðfesta eftirlønar
gjaldið hægri og tey fakfe
løgini, sum longu hava eitt
høgt prosentgjald til eftir
lønina, kunnu seta meira av
til hægri løn.
Tað hevur jú verið upp til
fakfeløgini sjálvi, hvussu tey
hava brúkt lønarkarmin.
S & K felagið er komin
umleið á hálva leið fyri at
røka málinum við eftirlønar
inngjaldinum,
og
skulu
hava umleið 8-9 prosent aft
urat á eftirlønini tey næstu
10 árini. Tað meta vit ikki
skuldi verið nakar trupul
leiki.
Fakfeløgini hava nú fing
ið ein gyltan møguleika, at
geva síni sjónarmið til kenn
ar og eiga at standa saman
fyri at koma ásamt um eina
so góða eftirlønarskipan
fyri allar borgarar í Føroy
um, saman við Føroya
Landsstýrið, sigur S & K
Felagið í tíðindaskrivi.
S&K felagið positivt
fyri eftirlønarútspæli