týsdagur 27. mars 2007síða 39
‹ fyrra síða allar 47 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 61 - 27. mars 2007
39
Møtlar
Vit hava møtlar. Ring og hoyr nærri.
Tlf 21 55 99 / 21 75 99
StarvSlýSing
Eitt starv sum ritstjóri verður lýst leyst í Føroya
Skúlabókagrunni til setanar sum skjótast.
Starvið fevnir í høvuðsheitum um praktiskt útgávu
virksemi, ráðgeving og vegleiðing í sambandi við at
geva út fjølbroyttar undirvísingarmiðlar til føroyska
skúlaverkið. Ein partur av starvinum verður at
kunna seg við tørv á tíðarbærum undirvísingar
miðlum, lærugreinum og undirvísingarevnum í
byrjanarundirvísingini í fólkaskúlanum. Upplæring
kann vera neyðug.
Ritstjórarnir á Skúlabókagrunninum eru eitt toymi,
sum arbeiðir saman um at útvega so nógvar og so
dygdargóðar undirvísingarmiðlar sum gjørligt til alt
tað føroyska skúlaverkið. Útlit eru til, at byrjanar
frálæran fer at verða raðfest hægri, og tað er
umráðandi, at undirvísingarmiðlarnir eru ein partur
av hesari raðfesting. Vilt tú vera við til at menna
fólkaskúlan og serstakliga tryggja, at byrjanarfrálæran
fær góðar umstøður, so eru nógvar áhugaverdar
uppgávur at fara í holt við.
Førleikar
Til starvið krevst útbúgving sum fólkaskúlalærari, í
minsta lagi 5 ára undirvísingarroyndir, dyggur
fakligur førleiki, tá um byrjanarundirvísing ræður, og
hollur kunnleiki í føroyskum
Løn og setanartreytir
Løn og setanartreytir verða eftir sáttmála við
Føroya Lærarafelag og við góðkenning Fíggjarmála
ráðsins. Royndartíðin er eitt ár.
Skrivlig umsókn við avriti av prógvum og møguligum
viðmælum skal vera Skúlabókagrunninum í hendi í
seinasta lagi mánadagin tann 16. apríl 2007.
Gjølligari upplýsingar um starvið fáast frá Helenu
Dam á Neystabø, tlf. 31 61 00
Tórshavn 19. mars 2007
Føroya Skúlabókagrunnur
Lützenstrøð 4
FO100 Tórshavn
K U N N G E R Ð
Sambært gr. 6 í løgtingslóg nr. 13 frá 21. Mai
1954 um býarskipanir og byggisamtyktir, verður
við hesum gjørt kunnugt, at Miðvágs bygdaráð
á fundi tann 20/03-2007 samtykti at broyta býar-
planin fyri Miðvágs kommunu soleiðis, at eitt
øki Inni á Støð í Miðvági verður broytt til A1-øki
(miðstaðarendamál serstøk byggisamtykt) og F-
øki (alment frítíðarøki).
Broytingin er hendan: Partur av matr. nr. 244a
og partur av matr. nr. 245 verða broytt frá F-øki
(alment frítíðarøki) til A1-øki (miðstaðarendamál
serstøk byggisamtykt). Matr. nr. 344d, 233d,
249e, 233e, partur av matr. nr. 349b, 233f,
251m, 358, 359, 136b, 233g, 137d, 233h, 249d
og 251l verða broytt frá G-øki (neyst) til A1-øki
(miðstaðarendamál serstøk byggisamtykt). Matr.
nr. 188c, 26c, 142b, 244c, 23, 170 og 251n verða
broytt frá A-øki (miðstaðarendamál) til A-1 øki
(miðstaðarendamál serstøk byggisamtykt). Matr.
nr. 233i verður broytt frá D-øki (havnarøki) til F-
øki (alment frítíðarøki).
Kort, sum vísir broytingina, liggur frammi til alment
eftirlit á bygdaráðsskrivstovuni í arbeiðstíðini frá
mánadegnum 26. mars til fríggjadagin 16. apríl -
2007 báðir dagar íroknaðir.
Møgulig broytingaruppskot ella mótmæli skulu
skrivliga verða bygdaráðnum í hendi í seinasta
lagi mánadagin 26. juni 2007.
Miðvágs kommuna
Sjúkravikarur søkist
Søkt verður eftir sjúkravikari til barna
ansingina í Leirvík.
Lønin er sambært sáttmála við Føroya
Pedagogfelag.
Nærri upplýsing um starvið fæst við at
venda sær til leiðaran tlf. 743325
Skrivlig umsókn skal sendast til Leirvíkar
kommunu innan 19.04.07.
Leirvíkar Kommuna
Postboks 42 · 520 Leirvik
Kunngerð
um broytingar í byggisamtyktini
fyri Vestmanna Kommunu
Við heimild í løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954,
seinast broytt 13. mai 1992, um býarskipanir
og byggisamtyktir verður við hesum boðað
frá, at Vestmanna Bygdarráð á fundi 1. mars
2007 hevur samtykt at gera niðanfyri standandi
broyting í byggisamtyktini fyri Vestmanna.
nýtt alment øki á grønanesi
Í sambandi við samtykt um at staðseta ætlaða
røktarheimið á Grønanesi verður partur av
verandi havnaøki broytt til øki til alment
endamál.
Broytingin umfatar hesar matriklar ella partar av
teimum: 36c, 42b og litra “b”.
Broytingarnar liggja frammi til alment eftirlit á
kommunuskrivstovuni
í vanligari skrivstovutíð
frá 28. mars til 18. apríl 2007
– báðir dagar íroknaðir.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot,
sum skulu vera skrivlig, skulu verða Vestmanna
Kommunu í hendi í seinasta lagi 28. juni 2007.
Vestmanna Kommuna
Harraklipp
í Vágsbotni
Frisørsveinur søkist til hálva tíð.
Áhugaði kunna venda sær
til 31 87 57 ella 22 35 95
Lesið
- so eru tit við
Lesið
-so eru tit við!
lýsingar