mikudagur 28. mars 2007síða 6
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Tað er upp til tann einstaka
at døma.
Maria Nolsøe úr Havn er 15
ára gomul. Hon hevur alt
lívið verið kristin, so at
trúgva uppá Guð er heilt
nattúrligt fyri hana, tí hon
kennir ikki til nakað annað.
Planet hevur millum annað
spurt Mariu, hvussu tað er
at vera ungur og kristin.
– Tá eg nú eri uppvaskin í
trúgvandi heimi, kenni eg
ikki til at liva uttan Jesus. Tó
er ikki altíð so lætt bæði at
vera ungur og samstundis
kristin, tí tú møtur so
nógvum freistingum.
– Eg hvørki royki ella drekki,
og hetta hava summi
vinfólk kanska havt ilt við,
men soleiðis mátti tað nú
einaferð verða.
Tá summi av vinfólkinum
hjá mær byrjaðu at nýta
rúsdrekka og tílíkt, misti eg
kensluna av, at vit høvdu
nakað til felags. Veit ikki
reiðuliga hví, og so stendur
tú bara har heilt aleina. Tað
er júst tað, sum var eitt
sindur keðiligt, tá eg
gjørdist tannáringur.
Tá eg var eini 13 ár, fór eg
fyrstu ferð niðan í Evangeliu
húsið á ungdómsmøti við
eini vinkonu. Tá sá eg, at eg
ikki var heilt aleina, men at
tað veruliga vóru onnur,
sum høvdu somu hugsjón
sum eg. Tað var sjálvandi
jaligt. Hesu ungu høvdu ikki
bara somu hugsjón sum eg,
men eisini gjørdust tey ein
partur av lívi mínum.
Heldur tú at fólk hugsað
»tey sum eru frelst og
kristin hava einki lív«?
– Ja, avgjørt, tað rokni eg
við, at onkur hugsar. Men
eg vil bara siga, at tað er
stuttligt at ganga á møti. Tú
møtir tryggum og fittum
vinfólki, og ein hevur eitt
sera trygt lív, tá ein er
kristin. Vit hava veitslur –
sjálvandi uttan alkohol –
fara á Ólavsøku, fara oman í
býin o.s.fr. Haldi bara at fólk
eru so skjót at døma.
Hvat heldur tú er serliga
gott við at vera kristin?
– Tú ert í tryggum hondum,
tú endar á einum góðum
staði, tú hevur onkran at
hjálpa tær og ein at vísa tær
lívsins leið, sum tryggast
tilber. So eg vil ráða øllum
til at hyggja eftir sær sjálv
um og síggja, at ein ikki
bara skal gera tað, sum
vinfólkini gera. Tú kanst
aldrin vera vís í, at tey eru
tey røttu vinfólkini, sigur
Maria Nolsøe álvarsom á
málinum. Um tú følir teg í
somu støðu, sum eg var í,
so vil eg ráða tær at fara á
ungdómsmøti og eg kann
lova tær, at tú bæði fært
nýggjar vinir, og at tú eisini
møtir fólk, ið skilja teg,
sigur Maria Nolsøe
smílandi.
Trúgv
Orð og myndir:
Erla Torvadal, praktikantur
redaktion@sosialurin.fo
At vera kristin halda summi er at spilla lívið, tó ikki øll. Ein kann eisini
undrast yvir, hví tey kristnu vilja geva alt sítt lív uppá nakað sum kanska
er har, ella kanska ikki. Tað er torført at siga.
Planet hevur serliga sett fokus á »hava tey kristnu nakað lív?«
Ungur
og
kristin
15 ára gamla Maria
Nolsøe hevur ongantíð
skammast um, at hon er
ein kristin