Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 5

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 tíðindi Nr. 62 - 28. mars 2007 Gibson steðgar øli Heimskendi filmsleikarin Mel Gibson er í øðini inn á eitt danskt bryggjarí, tí tað hevur valt at kalla eitt av sínum ølsløgum „Braveheart“. Sum kunnugt hevur Mel Gibson gjørt ein film við hesum heiti, har hann sjálvur leikti høvuðsleiklutin, og nú vil hann hava tað danska bryggjaríið at gevast við at brúka navnið. Men danska bryggjaríið sigur, at tað hevur ikki tikið navnið frá Mel Gibson ella hansara filmi, tí navnið er munandi eldri enn so. Tannlæknasemja Í síðstu viku kom fram, at Eiðis kommuna hevði keypt tannlælnastovuna í Hvalvík í kapping við Sunda kommunu, men nú hava bygdaráðini samtykt, at Sunda kommuna kann leiga seg inn í tannlæknastovuna við egnum tannlækna, skrivar Dimmalætting. Heðin Zachariassen, borgarstjóri í Sunda kommunu, sigur, at fyri kommununa hevur tað ongan týdning, hvør eigur tannlæknastovuna, men at børnini fáa ta lógartryggjaðu tannrøktina. - Eg hevði ikki roknað við at síggja urið aftur, sigur ein glaður Jørgen Amundsen, tá hann hoyrir, at urið hann gróv niður á Norðpólinum fyri trimum árum síðani, nú er í Fámjin Amundsen-urið Jógvan Hugo Gardar, Oslo info@flesjar.no Oslo: - Hetta er ein ótrúlig og samstundis stuttlig søga, sig­ur norðmaðurin Jørgen Amundsen í samrøðu við Sosialin. Hann er stadd­ ur í Geneve í Sveis, har hann hevur flutt sína ur- framleiðsluna. Fyri trimum árum síðani var hann á veg til Norður­ pólin saman við 250 urum, sum hann sjálvur hevði giv­ ið snið. 19. apríl 2004 gróv hann so niður urið, sum hev­ur nummarið 001/250. Hini 249 urini tók hann við sær heim­ aftur og setti tey til sølu. Heppin Í farnu viku fann 11 ára gamli Niels Jákup Mortensen ur nummar 001/250 í fjøruni í Fámjin, tá hann var ein túr saman við øðrum børnum og abbanum. - Eg vil ynskja Niels Jákup tillukku við urinum, og eg vóni, at hann fær brúk fyri tí. Ikki minst vóni eg, at hann vil brúka urið sjálvur, og at tað skal fylgja honum gjøgnum lívið. Eg vóni eisini, at hann sleppur undan at trýst verður lagt á hann fyri at fáa selt urið, sigur Jørgen Amundsen. Hann leggur afturat, at fyri hann er tað serliga stuttligt, at tað er ein ungur drongur sum Niels Jákup sum hevur funnið urið. - Hann kann í dag vera glaður fyri, at hann var eitt sindur treiskur, tá abbin bað hann koyra tann svarta kassan burtur og ikki taka hann við heim, sigur Amundsen. Tað er lítil ivi um, at hetta urið hevur eitt høgt virði samanborið við ur, fólk flest hava. Tey 249 urini, Jørgen hevði við sær heimaftur av pól­ferð­ ini, verða seld fyri 77.000 norskar krónur fyri hvørt. - Hvat virðið urið hjá Niels Jákup hevur, er ikki lætt at meta um. Hettar er ur nummar eitt, og fyri fólk sum samla upp á ur ella fólk, sum hava serligan hug til pólarnar og søguna hjá pólfararum, so hevur hetta urið serligan áhuga. Tað er tað eingin ivi um. Tað eru fleiri, sum nokk vilja gjalda munandi meir enn tær 77.000 krónurnar, sum hini 249 urini eru seld fyri, sigur Jørgen Amundsen. Fyri tey, sum kundu hugsað sær eitt slíkt ur, kann fyri­tøkan hjá Amundsen upp­lýsa, at tey framvegis hava nøkur fá ur eftir av hesi røðini. Prógv um góðsku Jørgen Amundsen sigur, at tá hann pakkaði urið niður saman við hondskrivaða lepanum og gróv urið niður í ísin á Norðpólinum, hevði hann ikki roknað við at síggja urið aftur. - Eg skal viðganga, at eg ikki roknaði við, at urið skuldi koma afturíaftur, so leingi eg livi, sigur hann, og leggur afturat í álvarsemi. - Hetta vísir samstundis, at veðurlagsbroytingarnar gera nakað við ísin á Norð­ pólinum. Tað er nakað at hugsa um, at tað bara skuldu ganga akkurát trý ár frá, eg gróv hetta niður í ísin, til tað náddi fram til Niels Jákup, sigur Jørgen Amundsen. Hann heldur, at ferðin hjá urinum eisini eigur at hava áhuga hjá granskarum, sum arbeiða bæði innan streym­­viðurskifti og ser­liga teimum, sum granska veður­ lagsbroytingarnar. - Fyri meg persónliga er søgan eisini eitt prógv um, at tann góðskan, sum eg havi lagt doyin á fyri hetta urið, eisini heldur í veruleikanum. Urið hevur havt trý baldrut ár, fyrst í ísinum og kuldanum á Norðpólinum og síðani longu sjóferðina til Føroyar. At urið er óskalað og gongur sum tað skal, er ein sera góð góðskuváttan fyri meg og tað arbeiði, eg havi gjørt við hesum urinum, sigur Jørgen Amundsen. Hettar er tað fyrsta urið, hann hevur sniðgivið, og tað kallast ”The Polar Time­ piece, North Pole Edition.” Urið skal kunna tola hita­ broyt­ingar upp á minst 130 stig frá tí kaldasta til tað heit­ asta. Á Norðpólinum vóru tað um 50 kuldastig, tá urið bleiv lagt niður í ísin tann 19. apríl í 2004. Góð søga Jørgen Amundsen er í ætt við kenda norska pólfararan Roald Amundsen. Hetta fam­ iljubandið, og serliga søg­ una hjá Roald, hevur Jørgen Amundsen brúkt nógv í samband við sítt virki sum sniðgevi. Søgan um urið hjá Niels Jákup er so enn ein partur í hesi søguni. - Hvussu eg skal brúka søguna um urið, veit eg ikki rættuliga í dag. Vit koma í øllum førum at hava hetta við í tilfari og bóklingum, sum fylgja urunum, sum vit selja. Harafturat er hetta ein so mikið góð søga og ikki minst hugalig søga, at eg komi at fortelja hana í ymsum samanhangum, har eg antin haldi fyrilestur ella bara eri saman við fólki, sig­ur Jørgen Amundsen, sum hevur havt eitt hugnaligt prát við familjuna hjá Niels Jákup. - Eg fekk søguna um, tá Niels Jákup fann urið, og eg royndi so at siga teimum frá um søguna hjá urinum, og hvat meiningin var við urinum og góðskuni, sigur Jørgen Amundsen og let­ ur heilsa Niels Jákup og familjuni í Fámjin. - Tillukku Niels Jákup Jørgen Amundsen í ætt við Roald Amundsen – kendi norski pólfararan. Hevur sjálvur áhuga fyri pólferðum, og hevur millum annað verið á Norðpólinum. Honum dámar eisini væl sigling. Byrjaði í 2002 fyritøkuna Amundsen Oslo, sum sam­ stundis var fyrsta og higartil einasta fyritøkan í Norra, sum sniðgevur og framleiðir ur. Var í apríl 2004 á Norðpólinum, har hann gróv niður sítt fyrsta ur. Urið kom afturíaftur í malargrótinum í Fámjin. Flutti í 2006 fyritøkuna til Geneve í Sveis Eftir fýra ár sum sjálvstøðug fyritøka við egnum ur- merki, fór Amundsen í 2006 í samstarv við sveisisku ur-fyritøkuna Villemont – ið er kent fyri at gera ur í dýraru flokkunum. FAKTA Her grevur Jørgen Amundsen urið hjá sær niður á Norðurpólwinum. Trý ár seinni varð urið funnið í Fámjin