mikudagur 28. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
Thor Simonsen er eitt av mest
spennandi nýggju nøvnunum
á føroyska tónleikapallinum,
herfyri var Thor í Danmark har
hann luttók á norðurlendskum
hip-hop festivali
Thor Ulvedal Simonsen er 19
ára gamal ‘Hip-pop’ tónleikari.
Sum sæst á navninum, er Thor
hálvur dani, men eisini hevur hann
búð 10 ár í Canada. Fyri hálvum
øðrum ári síðani flutti hann
einsamallur til Føroyar at læra um
uppruna sín. Ungi maðurin var
herfyri niðri á Norður Bryggjuni,
eitt nordurlenskt mentunarhús
í Keypmannahavn, har hann
framførdi síni egnu løg og fekk
samband við ymiskar danskar DJ’s
og vinnufólk.
Tónleikurin hjá Thor Simonsen er
nýmótans og nakað fyri seg. Hann
gav í fjør fløguna International út,
og vónandi verður tónleikurin, ið
Thor hevur skrivað síðan hetta at
hoyra í nærmastu framtíð.
Ger alt sjálvur
Við hús upptekur og mixar Thor
síni egnu løg sjálvur, og hetta
hevur hann gjørt, síðan hann var
11 ára gamal.
Ungi tónleikarin er uppvaksin
við tónleiki av ymsum slag.
Pápi Thor er tónleikari og
spælir konstrabass í einum
symfoniorkestri í Danmark. Eisini
mamma hansara spælir nógv
ymisk ljóðføri.
– Ein fløga er á veg saman við
nógvum øðrum spennandi, men
annað kann eg ikki siga tykkum,
sigur ein glaður, men loyndarfullur
Thor Simonsen.
Norðurlendskur
hip-hop festivalur
Jannick Blaksmark, ið arbeiðir
hjá Artiscope Music, setti seg í
samband við plátufelagið TUTL
og bað tey leiðbeina seg til ein
dugnaligan føroyskan Hip-
hop tónleikara. Jannick
fekk samband við Thor
við tí ætlan, at fáa hann
við til tiltakið á Norður
Bryggjuni. Her samlaðust
danskir, grønlenskir og
føroyskir tónleikarar innan
Hip-hop til eitt vikuskiftið við
konsertum.
– Eg møtti nógvum fólkum
innan tónleikavinnuna, og
tað er sera týdningarmikið,
tá ið eg eri í eini “It’s-a-who-
you-know-business.”
Framførslan gekk væl, og
fólkum dámdu væl tónleikin.
Bæði donsku og útlendsku
‘gangsta’ rapparnir søgdu,
at teimum dámdu væl meira
popputa Hip-pop tónleikin, ið
Thor ger.
– Eg framleiði sjálvur Hip-
pop og eitt slag av chill-out/
acustic tónleik, men sum
John Coltrane segði: “There’s
only two kinds of music; good
music and bad music,” sigur Thor
og flennur.
Undurbarnið helt túrin vera verdan
at fara í sær sjálvum og helst
at hoyra evnaríku tónleikarnir,
ið vóru til staðar. Hann slapp at
framføra sítt nýggja tilfar og hoyra
reaktiónina frá lurtarunum. Eisini
nýtti hann høvið at vitja pápa sín í
Berlin.
Beint nú er steðgur í framleiðsluni
av nýggjum løgum. Thor heldur
tað vera ringt at steðga, men
roynir at leggja størri dent á
onnur ting í løtuni enn at gera nýtt
tilfar.
Spurdur hvørjar ætlanir hann
hevur í framtíðini, flennur hann og
svarar:
– Burtur frá tí, at eg ætli mær
uttanlands at lesa, havi eg í ætlan
at gera reint í íbúðini, og annars
gjalda lánið liðugt, endar Thor
Simonsen samrøðuna.
Thor hevur tvær heimasíður,
har til ber at síggja myndir,
sjónbandaløg og lurta eftir tónleiki,
Thor sjálvur hevur framleitt.
www.thorsimonsen.com
& www.myspace.com/tsimonsen.
Tónleikur
Bjørk Olsen, praktikantur
Gjørt tónleik
síðan hann
var 11 ár
Til dagligt er Thor ensklærari á Tórshavnar kvøldskúla og
arbeiðir sum barrvørður á kareokebarrini Glitnir.