mikudagur 28. mars 2007síða 7
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 28. mars 2007
7
tíðindi
Jóhan Dahl vann
rættiliga sannførandi
atkvøðugreiðsluna á
landsfundi Sambands
floksins um nýggjan
næstformann. Eitt tað
fyrsta, Jóhan fer í holt
við, er at fáa ungdóm
in virknan aftur í
flokkinum, og annars
sær suðuroyarting
maðurin tað sum sína
fremstu uppgávu, at
bakka upp um og
stuðla formanni
floksins
POLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað vóru longu undan
stríðsvalinum í Sambands
flokkinum fríggjakvøldið
ábendingar um, at Jóhan Dahl
fór at fáa størri undirtøku
enn sitandi næstformaður,
Alfred Olsen.
Og hetta vísti seg eisini.
29 atkvøður vóru fyri Jóhan
Dahl, meðan 17 fóru til
Alfred Olsen.
Jóhan sjálvur hevur annars
verið tigandi upp undir hetta
stríðsvalið í flokkinum, tí,
sum hann sigur, so er ikki
so nógv at bera fram í hesum
sambandi.
- Spurningurin var kanska
meiri, hvat ber til hjá einum
tingmanni í samgongu, og
um tað ber til at hava ein
næstformann, sum hevur
meldað seg úr samgonguni,
sigur Jóhan Dahl.
Hann hevur áður víst
á, at hann bert gjørdi eftir
áheitan frá sínum valfelag,
og at hann altíð hevur havt
eitt gott samstarv við Alfred
Olsen – og tað væntar hann
framvegis at fara at hava.
Men vit eru hvør sínar
»typur«. Eg eri kanska meiri
framfýsin, meðan Alfred fer
heldur stillisligari fram, so
vit hava nokk hvør sín hátt
at bera tingini fram, sigur
Jóhan Dahl.
Menna flokkin
Tingmaðurin úr Vági hevur
sjálvandi gjørt sær sínar
hugsanir um, hvussu hann
á besta hátt kann røkja
starvið sum næstformaður
í flokkinum, og hvørji mál,
hann kundi hugsa sær at
rokki fyrst.
- Tað er sjálvandi ein
avbjóðing alla tíðina at
menna flokkin og virka fyri,
at flolkkurin varðveitir sína
støðu sum størsti flokkur
í landinum. Og tað verður
eisini neyðugt at líta út um
landodd arnar. Vit mugu
fáa skapt neyðugar karmar
við atliti til útheimin, sigur
Jóhan Dahl.
Hann hugsar her serliga
um, at fólk yvirhøvur vita alt
ov lítið um ES-felagsskapin,
og tí verður átrokandi neyð
ugt at fáa kortlagt, hvat vit
kunnu og hvat vit ikki kunnu
í sambandi við ES.
- Sambandsflokkinum verð
ur ofta skotið í skógvarnar, at
hann er ein afturhaldsflokkur.
Men hetta er als ikki so.
Sambandsflokkurin er tann
flokkur, sum hevur framt
flestar yvirtøkur síðani
heimastýrislógina í 1948,
vísir Jóhan Dahl á.
Eggja ungdóminum
Eitt annað av hjartamálunum
hjá nýggja næstformanninum
er, at fáa tey ungu við aftur
í Sambandsflokkin. Unga
Sambandið hevur ikki verið
virkikð í eina tíð, og hetta er
nakað, Jóhan Dahl ætlar sær
at gera nakað við.
- Tað er neyðugt at halda
teimum ungu til eldin og
stuðla teimum. Tað er sjálv
andi lættari hjá eitt nú Tjóð
veldisflokkinum at fáa tey
ungu at skilja sín boðskap.
Frælsar Føroyar, klára okkum
sjálvi og so víðari. Har mugu
vit gerast betri at greiða frá,
hvat sambandspolitikkurin
veruliga inniber og hvat
skal til, fyri at landið
kann mennast, sigur nýggi
næstformaðurin í Sambands
flokkinum.
Ein
onnur
uppgáva
verður, at bakka upp um
og stuðla formanninum í
flokkinum, og føra virknan
sambandspolitikk, og har
ætlar Jóhan Dahl, at hansara
arbeiði ikki skal liggja eftir.
Jóhan Dahl, nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum:
Fremsta uppgávan at stuðla formanninum
Jóhan Dahl, nýggjur næstformaður í Sambandsflokkinum,
metir fremstu uppgávurnar vera, at stuðla formanninum – og
at kveikja áhugan fyri sambandspolitikki aftur millum tey
ungu
SKIPAFERÐSLA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Bæði ferðafólk og manning
fingu ein skelk seinasta
fríggjamorgun, tá Ritan var
á veg úr Nólsoy til Havnar.
Norður gjøgnum Nólsoyar
fjørð kom Christian í Grótin
um grøvandi, og hóast skip
ararnir tosaðu saman, gjørdi
nótabáturin onga roynd at
halda av, so sum hann annars
sambært sjóreglunum átti.
Endin var, at Ritan mátti
snara runt, og tá vóru skipini
so nær hvørjum øðrum, at
tað var um reppið, at ikki
skaði stóðst av.
Hví skiparin á Christiani í
Grótinum valdi ikki at halda
av, er ógreitt. Men manningin
á Rituni er sannførd um,
at støðan var so álvarslig,
at snaraði skiparin ikki
ferðamannaskipinum runt,
hevði tað óivað endað við
samanstoyti.
Ritan næstan niðursigld
Fund um samanlegging
Fyrradagin vóru umboð fyri Klaksvíkar býráð og landsstýrið
í Svínoy og tosaðu við bygdarráðið har um ætlanina at leggja
Klaksvíkar kommunu og Svínoyar kommunu saman. Úr
landsstýrinum vóru Jacob Vestergaard, landsstýrismaður,
og Hilmar Høgenni, deildarstjóri. Hans Pauli Strøm,
landsstýrismaður, og Kristjan Árnason, fulltrúi, vóru eisini
í Svínoy í sambandi við ætlanina at byggja eitt eldrasambýli
í bygdini.
Fundast við Bjørn
Í morgin fara feløgini hjá teimum, sum eiga bátar og skip, á
fund við landsstýrismannin í fiskivinnumálum, Bjørn Kalsø,
um uppskot hanara um broytingar í lógini um vinnuligan
fiskiskap. Broytingarnar hava millum annað til endamáls at
forða fyri, at veiðirættindini enda á ov fáum hondum. Tað er
greitt, at vinnan tekur ikki undir við øllum broytingunum,
men vinnuumboðini vilja tó einki siga undan fundinum við
Bjørn Kalsø í morgin.