mikudagur 28. mars 2007síða 8
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Lagið Grát ei hjá Eivør Pálsdóttir vann stóru
sangskrivara-kappingina hjá AME. Lagið er eis
ini til í enskari útgávu. Talan er um enska
umseting av fyrrverandi orkesturfelaganum hjá
Eivør, Peturi Pólsyni. Á heimasíðuni ame.fo
fært tú nú møguleika at hoyra hesa útgávunar,
ið verður rópt Do No Weep. Somuleiðis ber til
at hoyra føroysku útgávuna av hesum lag, eins
og øll hini innsendu løgini á ame.fo
Eivør á enskum
Eins og í fjør fær føroyskur tónleikur
nógv rúm í íslendsku loftmiðlunum, nú
AME-Reykjavík nærkast. Nógv er at
hoyra til løg við føroysku luttakarunum
á tiltakinum. Eitt nú hevur tónleika
rásin hjá Ríkisútvarpinum Rás 2 valt
fløguna hjá Teiti – Stay Under The
Stars til fløguna hesa vikuna. Á heima
síðu síni reypar støðin um Teit, ið
higartil ongantíð hevur vitjað Ísland,
men sum kemur beinleiðis úr
Avstralia av konsertferð. Eisini verður
hugleitt, um at Teitur er ársins danski
sangari.
Leygarkvøldið verður
risastóra føroyska tón-
leikatiltakið Atlantic
Music Event í Reykja
vík. Eivør, Teitur,
Høgni Lisberg, Gestir
og Brandur Enni fara á
pallin. Planet.fo verður
sjálvandi á staðnum. Á
hesi síðu kanst tú frætta
nøkur av feskastu tíðindunum
úr Íslandi.
Mynd: Bárður Eklund
Atlantic Music
Event í Reykjavík
Roknað verður við fullsettum hølum í
rokk-teatrinum Nasa, tá Atlantic
Music Event kemur til Reykjavík. Men
umframt allar fjeppararnar, verur
tónleikaídnaðurin umboðaður, nógvir
íslendskir miðlar og tónleikafólk
hava boðað frá síni luttøku. Men
tiltakið hevur eisini vakt ans
uttanfyri Ísland og Føroyar. Fleiri
bretskir miðlar koma, har verður
Fly Magazine, Clash Magazine, IQ og
YMEMusic.com. Harumframt koma
umboð úr bretska tónleikaídnaðinum
millum onnur: VIP Booking.Á heima-
síðuni YMEMusic.com verður skrivað
um tiltakið, og liggur søgan um
føroysku tónleikainnrásini í
Íslandi á sjálvari forsíðuni.
Nógvir útlendskir gestir
Teitur
eigur
vikunar
fløgu