Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 62 - 28. mars 2007 Atfinningar frá yvir­ lækna á Lands­sjúkra­ húsinum á Hotel Tórshavn í Keyp­ manna­havn, eru ov­boðin fyri leiðarin á sjúklinga­hotelli­ num, sum heldur tær vera undir alt lág­ mark og onki at hava við veruleikan at gera Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Áheitanin í Sosialinum 19. mars frá Jákupi Petersen, yvirlækna á Lands­sjúkra­ hús­inum, á landsins mynd­ ug­leikar um at stongja før­ oyska sjúklingahotellið í Keyp­mannahavn, sleppur ikki at standa ósvarað. Í eini viðmerking í blaðnum í dag skrivar leiðarin á Hotel Tórshavn, Anna Maria Durhuus, at nú er starvs­ fólkunum á sjúk­linga­ hotellinum ovboðið. »Nógv av tí, ið Jákup Peter­sen sigur, hevur als ikki hald í veruleikanum. Tað eru tikið úr tómum heimi og ber boð um, at JP ikki hevur neyðugan kunn­ leika um Hotel Torshavn sum stovn«, skrivar Anna Maria Durhuus, og setir samstundis spurnartekin við, hvat býr undir fyrsta setningi hjá yvirlæknanum, har hann skrivar: »Hotel Tórshavn er eitt skip uttan skipara, sum siglir sín egna sjógv við sínum vandamikla farmi?« »Merkir hetta, at Jákup Petersen ikki viðurkennir sjúkra­røktarfakligu leiðsl­ una og heldur hana vera tað sama sum eingin leiðsla, og at her er eingin ábyrgd­ ar­ skylda?« Til hetta svarar Anna Maria Durhuus sjálv, at »Hotel Torshavn er sjúk­ linga­ hotell líkt øðrum sjúk­ lingahotellum í Norður­lond­ um. Leiðslan á teimum er sjúkrarøktarfaklig starvs­ fólk - ikki læknar. Rætt er, at summi sjúklingahotell koma undir sjúkrahús. Men soleiðis er ikki hjá okkum, tí landafrøðiliga ber tað ikki til. Vit halda kortini, at vit hava eitt frálíkt samstarv við øll trý sjúkrahúsini í Føroyum um teir sjúklingar, ið verða sendir niður higar«, skrivar leiðarin á Hotel Tors­ havn. Víðari vísir hon á, at Ják­ up Petersen heldur tað vera ein stóran trupulleika í Keyp­mannahavn, at Hotel Torshavn bæði er hotell, um­­­sorgan, viðgerð, rehabili­ tering, seingjadeild og uppi­ hald, sum eingin hevur ábyrgd av. »Jú, vit veita nógva um­sorgan á Hotel Torshavn, men tær viðgerðir, ið fara fram her, eru tær somu, sum heimrøktin tekur sær av. Til dømis at skifta á sár­ um, umsita heilivág, dryppa eygu og tílíkt. Rehabilitering og seingja­ deild hava vit ikki, av tí at øll, ið búgva her, eru sjálv­ hjálpin. Eitt og hvørt føri, ið krevur rehabilitering ella sjúkrahúsrøkt er á Ríkis­ sjúkra­húsinum ella í Føroy­ um. Vit hava ikki sjúklingar ligg jandi – sum hann mál­ ber seg. Vit hava bara sjúk­ lingar, sum eru í viðgerð ella til kanningar á Ríkis­ sjúkrahúsinum. Tá ið við­ gerðartíðin er av, verða fólk send aftur til Føroya og før­ oysku sjúkrahússkipanina«, er svarið til føroyska yvir­ læknan. Eigur at taka í egnan barm Anna Maria Durhuuus vísir á, at hava sjúklingar tørv á læknahjálp, meðan tey eru á Hotel Torshavn, verður sam­band fingið við deild­ ina, tey eru víst til, við atliti til innlegg ing.« Hon heldur, at føroyski yvir­læknin átti at tikið í egnan barm. »Sum heild undrar tað meg, at Jákup Petersen ikki sjálvur arbeiðir í samsvari við tað, hann heldur kundi verið betri. Til dømis hevði munnligt samskifti millum ávísandi yvirlæknar í Før­oy­ um og læknarnar á deild­ unum, sum sjúklingarnir verða vístir til, verið ógvu­ liga viðkomandi, áðrenn sjúk­lingurin vendir sær til Ríkissjúkrahúsið. Tað hevði verið viðkomandi og hevði spart sjúklingum nógva óneyð­uga ørkymlan og bíðitíð og harvið føroyska sjúkraverkinum nógvan pen­ ing«, skrivar Anna Maria Durhuus. Hon heldur, at Jákup Petersen ígjøgnum alt sítt innlegg kemur við ógrund­ aðum pástandum. »Endurtikin uppáhald um, at eingin ábyrgd er fyri røkt og umsorgan fyri teim­ um, ið eru á Hotel Torshavn. Tað eg veit, eru tað ikki yvir­læknar, ið hava ser­kunn­ leika í hesum yrki, men sjúkra­­røktarfrøðingar. Sjúkra­røkt er sjálvstøðug yrkis­­grein, sum ikki læknar stýra, men sjúkra­røktar­fak­ ligir leiðarar. Tað er meira enn so hugsandi, at Ríkis­ sjúkrahúsið ikki altíð til­ skipar sjúklingagongdirnar fyri føroyskar sjúklingar á besta hátt. Men veruleikin Leiðarin á sjúklingahotelli: – Grovt álop á okkum frá Kórtiltak í Vágum Leygardagin 31. mars skipar Vágakórið fyri stórum tiltaki í ferðamannaheiminum á Giljanesi. Fyrrapartin verður tombola og seinnapartin .loppumarknaður. Kl. 16 syngur Katrina Petersen, kórleiðari, og Heðin Ziska, guitarleikari í bólkinum Marius, spælir afturvið. Kl. 17 og kl. 19 syngur Vágakórið, og kl. 21 verður felagssangur við Jákupi og Andrassi. Tiltakið hjá Vágakórinum byrjar leygardagin kl. 10 og endar seint á kvøldi. - Tað er hent meira enn ta einu ferðina, at sjúklingar, ið Jákup Petersen hevur sent á Ríkissjúkrahúsið eru sendir heimaftur óviðgjørdir, tí hann hevur skipað alt ov illa fyri, sigur leiðarin á sjúklingahotellinum í Keypmannahavn, Anna Maria Durhuus