mikudagur 28. mars 2007síða 9
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 62 - 28. mars 2007
Fastnethaldararnir
minka
Hagtøl frá Fjarskiftiseftirlitinum vísa, at
talið á fastnettelefonum er minkað seinastu
árini.
TELEFONI
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Frá fyrra hálvári 2003 og fram til endan á 2006 minkaði
talið á vanligum telefoni fastnethaldarum úr 21.764 nið
ur í 21.030.
Eisini ISDN-2 haldarar minkaðu í stórum tali hetta
tíðarskeiðið, úr 2499 pr. 1. Januar 2003 niður í 1972 31.
Desember 2006. ISDN 30-haldarar kvinkaðu eitt vet
uppeftir, men tølini har eru so lítil, at tey ongan mun
gera í samlaða talinum av haldarum.
Í alt minkaði talið av fastnethaldarum úr 24.292 fyrsta
hálvár 2003 niður í 23.043 seinna hálvár 2006, vísa
hagtøl hjá Fjarskiftiseftirlitinnum.
Býtið av marknaðarpartinum hjá føroysku telefon
útbjóðarunum liggur rímiliga støðugt. Føroya Tele
hevur áleið 80% av marknaðinum, Kall um 20%.
Men er talið av fastnethaldarum minkandi, so er talið
av teimum, ið fáa sær breiðband vaksandi. Frá 1. Januar
2005 til 31. Desember 2006 vaks breiðbandshaldið úr
4002 heilt upp í 10.099. Eisini her er Føroya Tele fremst
við áleið 70%, Kall (nú Eitt) við góðum 20%, meðan
Teletech hevur 5% og aðrir útbjóðarar áleið onnur 5%.
Fartelefoni veksur
Eisini talið av fartelefonihaldum er støðugt vaksandi.
Frá fyrra hálvári 2005 til seinna hálvár 2006 vaks talið
av fartelefonhaldarum úr 41.263 upp í 49.506.
Hjá báðum útbjóðarum er talan um vøkstur, men her
er kanska vert at leggja til merkis, at Kall veksur heldur
meiri enn Føroya Tele – tó at talan ikki er um tann stóra
munin. Fyrra hálvár 2005 vór marknaðarpartarnir hjá
Føroya Tele og Kall ávikavist 72,2% og 27,8%. Hesi tøl
vóru í seinna hálvári 2006 broytt til 69,4% og 30,6%,
altso ein lítil vøkstur til fyrimunar fyri Kall.
Áhugavert er eisini, at nógv velja at fáa sær talutíðar
kort. Har er ofta talan um ung, og samlaða talið fyri
talutíðarhald er pr. 31. Desember 2006 heili 27.255.
yvirlækna
Vænta nógv arbeiði
Heimsins størsta aluminiumsfyritøkan, Alcoa, hevur júst
verið í Grønlandi og kunnað fólk har um ætlanina hjá
fyritøkuni at byggja eitt stórt aluminiumsvirki í Grønlandi.
Enn er ógreitt, hvar tað verður. Á ferðini kom fram, at ætlandi
verða millum 700 og 800 arbeiðspláss á virkinum, og nógv
tey flestu fáa grønlendingar. Alcoa vísti í hesum sambandi á,
at felagið leggur seg altíð eftir at brúka lokala arbeiðsmegi til
síni virkir kring heimin.
er tann, at tað er føroyska
sjúkrahúsverkið, ið keypir
veitingarnar frá Ríkissjúkra
húsinum. Tí eigur føroyska
skipanin at seta øll neyðug
krøv og eisini vísa ábyrgd
fyri, at sjúklingagongdirnar
eru fakliga og fíggjarliga so
góðar, sum til ber. Tað er
hent meira enn ta einu ferð
ina, at sjúklingar, ið Jákup
Petersen hevur sent á Ríkis
sjúkrahúsið eru sendir heim
aftur óviðgjørdir, tí Jákup
Petersen hevur skipað alt
ov illa fyri«, er svarið frá
Onnu Mariu Durhuus til før
oyska yvirlæknan.
Ynskir betri samskifti
Leiðarin á sjúklingahotellin
um vísir á, at Hotel Torshavn
hevur eitt frálíkt samstarv
við Ríkissjúkrahúsið um
hvønn einstakan sjúkling.
Harumframt er sjúklinga
vegleiðari har, sum kann
fylgja við støðuni hjá hvørj
um einstøkum sjúklingi.
»Vit eru harafturat alsamt
í sambandi við ymsu depl
arnar á Ríkissjúkrahúsinum
til tess at bøta um samstarvið
og mannagongdirnar fyri
føroysku sjuklingadvølini.
Øll á Hotel Torshavn leggja
stóra orku í at stuðla og
vegleiða teir sjúklingar, ið
verða sendir til Keypmanna
havnar. Eg vísi staðiliga aft
ur
teimum
uppáhaldum,
sum Jákup Petersen er kom
in við. Fyri at siga tað bart
út, átti tað at verið undir
hansara tign at úttala seg um
nakað, hann ikki hevur
fortreytir at vita nakað um.
Ei heldur sømir tað seg
manni í hansara støðu at
ríða so lágt, sum hann ger.«
Leiðarin á sjúklingahotell
inum endar sína viðmerking
við hesi áheitan:
»Latið okkum fáa góðan
og uppbyggjandi dialog um
alt tað, sum kann bøta um
umstøðurnar hjá føroyskum
sjúklingum í Keypmanna
havn. Tað hevði sømt seg
betur, og tað hevði sanniliga
sømt seg einum yvirlæka
betur at farið undir hetta
stórmál á tignarligan hátt.«
Umstøðurnar á
Hotel Tórshavn í
Keypmannahavn hava
í seinastuni verið undir
hørðum atfinningum.
Nú svarar leiðarin á
sjúklingahotellinum
aftur til hørðu
atfinningarnar
Mynd: Kári Mikkelsen