mikudagur 28. mars 2007síða 10
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10
Nr. 62 - 28. mars 2007
Sunnudagin tann 25. mars varð í Berlin stórt hátíðarhald,
tí ES er vorðið fimti ár í hesum døgum. Europa er nógv
broytt, síðan Felagsmarknaðurin, sum ES upprunaliga
nevndist, varð stovnaður við tí sonevnda Rom sáttmálanum.
Teir politikkarar, sum gingu á odda, mest týskarar og
fransar, høvdu upplivað annan heimsbardaga. Nú stóðu
teir við sundurbumbaðum býum, vánaligum búskapi,
fátækdømi og hóparbeiðsloysi. Marshallhjálpin gjørdi góð
an mun, men henda búskaparliga hjálp kravdi samstarv.
Tað ættarlið, sum tók við politiska valdinum á meginland
inum, var sannført um, at afturvendandi kríggj millum
ávís lond í Europa var ein av mongum forðingum fyri
búskaparligari og sosialari menning á meginlandinum. Í
staðin fyri kapping landana millum skuldi skapast sam
starv, fyrst og fremst búskaparligt samstarv. Hetta kundi
best fremjast við at taka burtur allar handilsforðingar, og
soleiðis byrjaði alt hetta við einari tollsamgongu, sum
eftir fimti árum er vorðið til eitt umfatandi politiskt og
búskaparligt samstarv – til ES, sum er eitt politiskt sam
veldi. Hetta samveldi telur nú 24 limalond og er vorðið ein
týðandi búskaparligur og politiskur leikari á altjóða leik
vøllinum.
Men tað er ikki enn eydnast at stovna eitt veruligt europe
iskt stórveldi, sum megnar at matsja USA, soleiðis sum
stjórnirnar í limalondunum ynskja tað. Hetta mál vinnur
av ymsum orsøkum ikki frama hjá fólkasløgunum í ES.
Hví vinnur hetta ynski ikki frama? Orsøkin tykist vera, at
fjøldin av fólkinum í limalondunum óttast miðsavnan,
skrivstovuveldi og tørvandi fólkaræðiligt eftirlit við leiðslu
á øllum stigum. Her fer sostatt í Europa ein tilgongd fram,
har fólkaræðið í einstøku limalondunum styrknar, gjøg
numskygnið batnar, men tilgongdin í ES samveldinum er
tann øvugta. Her verða stórar avgerðir tiknar og enntá
lóggivið handan stongdar dyr. ES hevur sostatt eitt demo
kratiskt hall, sum gevur alla orsøk til at vera á varðhaldi.
Er so einki gott og jaligt við hesum samveldi? Jú so
avgjørt. ES hevur megnað at tryggja longsta friðarskeið í
europeiskari søgu, liberaliseringarnar av samhandlinum
eru ein av mongum orsøkum til búskaparligu framgongdina
sum heild og mannarættindi og humaniterar verkætlanir
so sum stríð móti hungri og neyð, deyðarevsing o.m.a.
standa ovast á europeisku dagsskránni. Men hetta er sjálv
sagt ikki nóg mikið hjá teimum, sum síggja fyri sær eina
skjóttnærkandi framtíðar heimsmynd, har USA, Kina og
India ráða heiminum. Her skal eitt fjóðra stórveldi á vøll
in. Hetta stórveldið er ES og hetta krevur eina ES yvirvøld
yvir landastjórnunum, og hetta krevur eina felagseuropeiska
hermegi, nakað, sum ræðir nógv vanlig fólk í øllum ES
londum. Hvussu hendan tilgongd endar veit eingin enn.
Men hon byrjaði sunnudagin við Berlinyvirlýsingini, eitt
yvirlit yvir uppskot, tiltøk og ætlanir, ið við tíðini skulu
føra til eitt veruligt felagseuropeiskt stórveldi. Ein áhuga
verdur spurningur er sjálvsagt, hvar Føroyar flóta í hesum
meldri. Henda spurning venda vit aftur til.
Sosialurin
Samveldi á vegamóti
Innsent tilfar
Av tí at vit fáa rættuliga nógv innsent tilfar sendandi
– meira enn vit fáa í blaðið – hevur blaðleiðslan
verið noydd at gjørt nakrar avmarkingar.
Enn sum áður skal fult navn skal vera undir øllum
innsendum greinum – annars verða tær ikki
prentaðar. Harnæst tilskila vit okkum rætt til at ikki
at taka við tilfar, sum eisini er sent øðrum bløðum
ella hevur verið prentað aðrastaðni. Drúgvar greinar
– greinar sum eru longri enn áleið 5.500 tekn,
verða raðfestar lægri, og koma bert í blaðið, um
pláss er fyri teimum. Tað er ein fyrimunur um vit fáa
tilfarið umvegis teldupost ella á diskli.
SAMBAND
eirikur lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
tlf 341800
viðmerkingar
Sosialurin
Stovnaður: 1927
Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller
jan@sosialurin.fo
Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen
karim@sosialurin.fo
Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo
Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo
Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo
Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo
Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo
Blaðfólk:
Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo
Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo
Snorri Brend snorri@sosialurin.fo
Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo
Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo
Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo
Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo
Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo
Ítróttur:
Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo
Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo
Myndamenn:
Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo
Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo
Kykmyndir:
Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo
Sosialurin í Norðoyggjum:
Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687
e-post: klaksvik@sosialurin.fo
Sosialurin í Suðuroy:
tel. 375364 fax 375464
tel. 228814
e-post: aki@sosialurin.fo
e-post: dagfinn@sosialurin.fo
!!! Haldarar
sum ikki hava fingið blaðið, kunnu
ringja til 341818 og boða frá,
leygardag tó frá kl. 11.00-13.00
Uppseting/prent:
Uppseting: Sosialurin
Prent: Prentmiðstøðin
Útgevari:
Sp/f Sosialurin
Avgreiðsla:
Mán.-frí. 8-16
Tórsgøta 1, 100 Tórshavn
Tel. 341800, Fax 341801
Postadressa:
Postboks 76, 110 Tórshavn
E-mail:
post@sosialurin.fo
lysing@sosialurin.fo
lysingartorg@sosialurin.fo
varp@sosialurin.fo
Blaðið verður prentað
mánadag-fríggjadag klokkan 1330
Lýsingar
Freistir:
Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir
Mánadagsblaðið Mán.kl. 10
Frí. kl. 15
Frí. kl. 12
Frí. kl. 12
Týsdagsblaðið
Týs. kl. 10
Mán. kl. 15
Mán. kl. 12
Mán. kl. 12
Mikudagsblaðið
Mik. kl. 10
Týs. kl. 15
Týs. kl. 12
Týs. kl. 12
Hósdagsblaðið
Hós. kl. 10
Mik. kl. 15
Mik. kl. 12
Mik. kl. 12
Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09
Hós. kl. 15
Hós. kl. 12
Hós. kl. 12
Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn
ásettu freistir.
Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð.
Stødd:
Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum
teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm.
Innsent tilfar
Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðslan
ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið.
Harðskapur er undirhald í
dag. Syrgiligt, men veru
leiki. Og harðskapurin er
allastaðni – eisini í Føroy
um. Hendingin í miðbýnum
í Havn tíðliga sunnumorgun
(25. mars) kom tíverri ikki
sum nakað sjokk. Tað hava
verið nógv harðskapsmál
síðstu árini. Tað mest skelk
andi og ófatiliga í hesum
máli er, at hvørki løgreglan
ella onnur fólk í býnum
siga seg hava sæð nakað til
bestialsku hendingina. Tað
mest ræðandi er at hoyra, at
fólk ikki tora at fortelja,
hvat ið tey síggja. Tað sigur
seg sjálvt at ung, ið hoyra
til minnilutar av ymsum
slag, ikki vilja fara út um
náttina, um tey kunnu blíva
avbukað uttan at nakar í
nánd hjálpir teimum.
Tað, ið vit hoyra um í fjøl
miðlunum, er bara toppurin
av einum ísfjalli. Harðskap
ur er vaksandi trupulleiki,
ið fólk flest vita um, men
lítið og onki verður gjørt
fyri at venda neiligu gongd
ina. Nógv børn og ung eru
fyri harðskapi hvønn dag –
í barnagarði, skúla, heima
og aðrastaðni. Tó eru rætti
liga fá, ið alment tala at hes
um
gerandis-harðskapi.
Ofta verður harðskapurin
sagdur at vera meinaleysur
og partur av spæli hjá børn
um, men tað er grovasta
lygn. Eisini verður ofta
sagt, at tey happaðu og buk
aðu sjálvi hava skapt trupul
leikarnar, ið tey liva við.
Sostatt verður trupulleikin
ikki nakað, ið samfelagið
skal gera nakað við.
Harðskapur er undirhald
í okkara samfelagi í dag, tí
filmar og telduspøl romanti
sera flestallar formar fyri
harðskapi. Best umtóktu
telduspølini geva leikararnar
bonusstig fyri at myrða og
knúsa tilvildarlig fólk, ið
síggjast á gøtuni. Málið er
at skjóta frá hond, líkamikið
hvør, ið offur verður. Onki
mark er fyri harðskapinum,
ið øll frítt kunnu finna sær
á
alnetinum.
Veruligar
myndir úr gøtubardøgum,
hópneyðtøkum, hernaðarlig
um álopum o.s.fr., eru lagd
ar út til tey, ið hava áhuga
fyri hesum. Harðskapurin
verður sostatt óbeinleiðis
viðurkendur og partur av
gerandisdegnum hjá sera
nógvum
persónum.
Rasisma er eisini partur av
nógvum av undirhaldinum í
miðlunum, ið skapa ræðu
myndir av etniskum og
átrúnaðarligum
bólkum
kring heimin.
Tú lærir ikki hvat, ið er
rangt og rætt í telduspølun
um; tú lærir ikki at seta
mørk, at virða medmenn
iskju, at hava samkenslu, at
seta teg í støðuna hjá øðr
um, og als ikki, at halda teg
burturi frá likamligum harð
skapi. Harðskapurin verður
tvørturímóti lýstur sum fína
loysn, ið kann hjálpa tær
fram í lívinum. Øll eru fígg
indar – uttan tú og tíni
nærmastu. Tí er sera avger
andi at fáa veruliga uppaling
frá familju og skúla, men
tíverri eru alt fleiri ung, ið
ikki hava nakað gott sam
band til vaksin fólk, ið
kunnu læra frá sær. Alt
fleiri sokallaðir “truplir”
næmingar eru í skúlunum
og ongin veit veruliga hvat,
ið skal gerast fyri at fáa
hesi á rættari kós. Líkasæla
er mest vandamikla loysnin,
tí tað inniber at samfelagið
letur standa til og at harð
skapurin sleppur at blóma
víðari, uttan at bølmennini
missa tað vald, ið teirra
harðskapur gevur.
Ungdómsgranskari
Firouz
Gaini
Harðskapur og undirhald
Tíðindaskriv
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag
Týskvøldið 27. mars 2007
hevði
Suðurstreymoyar
Javnaðarfelag aðalfund.
Fundarfólkið umrøddi m.
a. tann skelkandi rasistiska
tilburð, ið fór fram í Havn
argøtum
sunnumorgunin,
har vit enn einaferð upp
livdu, at ein ungur medborg
ari var útsettur fyri einum
grovum álopi og harðskapi,
einans tí hann onkursvegna
er annarleiðis enn meirilut
in. Fyri stuttum var ungur
havnarborgari álopin vegna
kynsligan samleika. Hesa
ferð var húðarlitur umbering
hjá valdsmonnum.
Suðurstreymoyar Javnað
arfelag átalar og harmast
slíkar tilburðir. Tað er okk
ara innasta sannføring, at
vit øll hava sama rætt at liva
og virka – uttan mun til húð
arlit, trúðarliga sannføring
ella kynsligan samleika.
Og tað er okkara sannfør
ing, at tað er okkara felags
ábyrgd, at vera á varðhaldi
og verja rættin hjá tí ein
staka at liva og virka.
Vit ásanna, at ikki minst
politiska umhvørvi – løg
ting, landsstýri, kommunalir
myndugleikar,
politiskir
flokkar og onnur, mugu
samstarva fyri at berja niður
teir fordómar og ta snæv
urskygni, ið er upprunin til
hetta happingarlag.
Vit ásanna, at áhaldandi
upplýsing er neyðug fyri at
fyribyrgja at slíkt kemur
fyri í okkara samfelag.
---
Væl av fólki var á fund
inum og lívligt orðaskifti
var um politisku støðuna. Í
samband við aðalfundin
greiddu
býráðsumboðini
Heðin Mortensen, Katrin
Dahl Jakobsen og Elin
Lindenskov frá um arbeiði í
býráðnum og ætlaninar fra
myvir.
Á aðalfundinum stóðu
Katrin Gaard og Ann-
Elisabeth Joensen fyri vali.
Báðar
vóru
afturvaldar.
Bente Kjær var nývald fyri
Joan Ziskason, sum ikki
ynskti at halda fram í nevnd
ararbeiðinum. Afturat teim
um sita Kári Mortensen og
Bergur P. Dam í nevndini.
Eykalimir eru Elsba Olsen
og Ragnhild Olsen.
Styrkið tolsemið og javnrættindi