Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 11

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2007 11 tíðindi Hvør eigur fólksins ogn? Tummas Justinussen, reið­ari, gjørdi í samrøðu við Sosialin í farnu viku viðmerkingar til málið um Atlantic Navigator og um fiski­vinnu­poli­tikk­ in yvirhøvur. Samrøðan avdúkar, at hann hevur ikki sett seg nóg væl inn í uppskotini, sum eru kom­­in frá landsstýris­ mann­inum í fiski­vinnu­ málum, men tað skal eg ikki koma inná í hesum samanhanginum. Tað sum harafturímóti fær meg at gera hesa við­ merking, er tað sum hann sigur um eina ávísa skipasølu, har eg haldi, at hann blandar tingini saman. Tað er avgjørt ikki mín fatan, at føroyingar eru ímóti, at reiðarar fáa ein fíggjarligan vinning, tá teir, aftaná nógv ár í vinn­ uni, selja síni skip. Hetta er lønin fyri at hava brúkt pengar, átikið sær váða og fyri krevjandi arbeiði í nógv ár. Tað er ikki tað, sum fólk hava so nógv ímóti. Men við í søluni er ein annar partur, sum kallast fiskiloyvi. Henda partin hevur reiðarin fingið fyri einki. Hann hevur ikki brúkt pengar, ikki átikið sær váða og hevur heldur ikki arbeitt fyri henda part­in. Tá reiðarin so sel­ ur loyvið fyri eitt virði, sum kann vera størri enn virðið á skipinum, tá er tað at fólkið talar at. Vit kunnu vera ósamd um landið skal lata fiski­ loyvini fyri einki, ella um tey skulu seljast. Men tað er umráðandi at tað er líka í báðum end­ um. Um reiðarin skal kunna selja loyvið fyri pengar, so má hann eisini keypa tað fyri pengar. Skal hann harafturímóti fáa tað fyri einki, so má hann eisini lata tað frá sær aftur fyri einki. Vit eru í løtuni í teirri løgnu støðu í Føroyum, at tann einasti, sum ikki kann selja fiskiloyvi fyri pengar, er tað almenna. Øll onnur sum eiga eitt loyvi kunnu selja tað, og stinga pengarnar í lumm­ an. Men tað almenna skal lata alt sítt fyri einki. - Og hetta kalla vit “fólk­sins ogn”. Helgi Abrahamsen Kanska er tað eina roynd vert aftur at royna at pjøssa upp á tað føroyska málið, sum nú líkist so nógv sirkus­ donskum, at nýføroyskt er vorðið ein sirkusdonsk dia­ lekt. Vit hava altíð sagt: um árs­skiftið, um mánaðar­skift­ ið. Vit hava ongantíð sagt: í ársskiftinum, í mánaðar­ skift­inum. Kortini eru flest­ ir føroyingar farnir at siga: í vikuskiftinum. Logiskt ber tað rætt og slætt ikki til. Og so er tað so sirkusføroyskt, at tað beinleiðis argar. Spurningurin er: Hvussu ber tað til, at vit føroyingar ikki bara siga tað, sum tað eigur at verða sagt: um viku­ skiftið? Kanska hjálpir tað at siga, at í vikuskiftinum er barna­mál, sum als ikki hoyrir heima í fjølmiðlunum, hað­ani henda ónolla er sprott­in. Hin ónollan í yvirskriftini, uttanlanda er ein týðilig ábending um, at tá ið fólk hiðani eru í útlondum, so eru tey við hvørt í fleiri lond­um. Tí halda tey tað vera logiskt at siga, at tey eru uttanlanda. Men tað log­ iska við hesum orðið er, at hóast tú ert í 140 londum, so ert tú UTTANLANDS, tí tú er ikki heima, tað er í landinum Føroyum. Tað eitur sostatt bara og einki annað enn UTTAN­ LANDS. Við ómakskvøðu fjølmiðlamaður Sonne Smith “Uttanlanda í vikuskiftinum” Tað var ikki sørt á­hug­ a­vert at hoyra send­ ing­ina 62 norður í út­ varp­­­inum í gjár, har Kring­­­­varpið setti kik­ ar­­an á trú­virðið hjá Tór­bjørn Jac­­ob­­­sen, lø­g­tings­­manni og Tjóð­­­veld­­is­­flokkinum, sum hevur kos­ið sær tann so mangan um­ strídda eyst­ur­oy­ar­ ting­­mannin til næst­formann Framferðarháttin hjá ting­ mann­­inum nýtist okkum ikki at viðmerkja her, men sum partur í einum máli, har hann var høvuðspersónur, kundi eg hugsað mær at fing­ ið svar frá bæði for­manni og næstformanni Tjóð­­veld­ is­floks­ins. Tað var tann 20. november í 2000, at Sosialurin vendi sær til Tórbjørn Jaocbsen, sum var landsstýrismaður í mentamálum. Ørindini vóru at frætta nærri um av­gerð hansara um at av­taka grundlógardagin sum frídag hjá skúlunum og í stað­in lata skúlarnar hava frí altjóða arbeiðaradagin, 1. mai. Løgmaður Anfinn Kalls­ berg var ikki glaður fyri hesa avgerð, og kravdi tí, at lands­stýr­is­maðurin broytti av­gerð­ina. Tað var tá, at Tórbjørn Jac­ ob­­sen brúkti orðini ”danskur leig­­usveinur” um Anfinn Kalls­berg. Sjálvandi bóðu vit løg­ mann um viðmerking til hetta, og so var eldur í. Nú fór pro­pag­and­a­mask­ in­an hjá Høgna Hoydal rætt­ i­liga í gongd. Hann ringdi ó­taldar ferðir til blaðmannin, til Jústinus Eidesgaard, sum var tíðindaleiðari og til mín sum blaðstjóra og bað og bøn­aði um, at greinin ikki kom á prent. Hesum kundu vit sjálvandi ikki eftirlíka, tí blaðið var far­ ið til prentingar, og at fara at steðga eini útgávu, tí at ein landsstýrismaður ikki dugdi fólkaskikk, tað var ikki okkara uppgáva. Høgni Hoydal bleiv við í tímavís – við øllum triksum. Spurdi um eg ”sum ein kamm­ e­rat­ur” ikki kundi gera hetta, tí hetta fór at hava so stóran týdning fyri samgonguna. Men blaðið var farið til prent­ing­ar, og harvið var tað. Síðani kom Tórbjørn Jac­ob­ sen sjálvur út á redaktiónina á Argjum. Henn settist við mína teldu, læs greinina og vátt­aði, at hann hevði sagt hesi orðini – og at vit einki skeivt høvdu gjørt. Hann var sera blíður og vinarligur – og segði okkum, at hansra pol­itiska lagna lá í okkara hondum, tí tá hann kom nið­ an aftur í mentamálaráðið, lá uppsøgnin á borðinum. Men, segði hann. Skuldin var hansara egna. Vit báðir Jústinus og eg tóku beinleiðis synd í hon­ um. Men so gongur seinn­a­ part­ur­in – og so kemur eitt tíðindaskriv frá Tór­bjørn Jacobsen – sent frá tele­fax­ i­num hjá Høgna Hoy­dal í Tinganesi – í teirri tíð­ini dugdu vit telefax numm­ur uttanat eins væl og teld­u­post­ a­dr­essur í dag. Vit vistu, at Tórbjørn Jac­ obsen sat í bilinum á veg inn á Skálafjørðin, tí vit tosaðu við hann fleiri ferðir í fartelefon. Men hugsaðu kortini, at Høgni Hoydal mundi hava skrivað telefaxið í samráð við Tórbjørn – und­ ir­skrivtin var so tann hjá Tór­ bjørn Jacobsen. Men tíðindaskrivið var ein løddrøtt, kolasvørt lygn, sum tíbetur fyri okkum var av­dúkað í Degi og Viku dag­ in eftir Í tíðindaskrivinum frá Tobba stendur m. a. »Í Sosialinum 22. nov. er ein stórt uppsett grein, har und­ir­rit­ aði verður siteraður fyri at skíra løg­mann, Anfinn Kallsberg at vera ”leigusveinur” hjá donsku stjórnini. Undirritaði hevur ongantíð brúkt hetta orðið um løgmann og kundi eiheldur nakrantíð funnið upp á tað...« Vit hava ongantíð fingið svar upp á, hvør skrivaði tíð­ind­a­ skrivið. Í 2004, tá Tórbjørn Jac­obsen og Høgni Hoydal klandr­aðust illa, segði Tór­ bjørn Jacobsen í einum les­ ar­a­brævi, at Høgni Hoydal skriv­aði eitt tíðindaskriv upp á nakkan á sær. Eingin ivi er um, at tíð­ind­ a­skrivið bjargaði Tórbjørni lands­stýrissessin. Við øðrum orðum var Tór­ bjørn Jacobsen bjargaður við eini kolasvartari lygn, har Tjóð­veld­is­flokkurin á ein ó­mans­lig­an hátt turkaði eitt mis­tak upp á ein journalist. Spurningurin mín er: Hvør átti lygnina? Var tað formaður Tjóð­veld­ is­floksins ella næst­for­mað­ ur­in? Eg royndi at ringja inn til útvarpið fyri at seta Tobba hendan spurningin, men kom ikki ígjøgnum. Nú Tórbjørn Jacobsen sjálvur á henda hátt hevur kveikt lív í málið av nýggjum, haldi eg tað vera rætt av teimum at lýsa alt málið - og at siga okkum, hvør átti lygnina, Tórbjørn Jacobsen ella Høgni Hoydal... Hvør átti lygnina, Tórbjørn Jacobsen? Blaðstjóri Eirikur Lindenskov Løgmaður er danskur leigusveinur Hetta var forsíðan á Sosialinum, sum kom út um kvøldið tann 21. november í 2000. Hóast Tórbjørn Joacbsen var úti á Argjum á Sosiainum og læs greinina ígjøgnum - og váttaði, at hann hevði skírt Anfinn Kallsberg fyri »danskan leigusvein«, so sendu hann og Høgni Hoydal kortini út eitt tíðinaskriv, har alt varð avsannað - og lygnin hjá teimum varð turkað upp á blaðið og journalistin. Útvarpið viðgjørdi trúvirðið hjá Tórbjørn Jaocbsen í sendingini 62 Norður í gjár. Tað hevði tí verið hóskandi, at Høgni Hoydal og Tórbjørn Jaocbsen greidd u Føroya fólki frá, hvør átti lýgnina, sum bjargaði Tórbjørn Jacobsen landsstýrissessin ta ferðina