Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 12

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 Nr. 62 - 28. mars 2007 John Nielsen, økisleiðari hjá Fiskavirking í Suðuroy, sigur, at tey noyðast at síggja veruleikan í eyguni og tí er neyðugt at savna alt arbeiðið í Suðuroy á einum virki Arbeiðspláss Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo - Eg haldi, at tað var ein nokk so positivur fundur, men sjálvandi vóru summi ónøgd og ørkymlað. Tað er fatanin, sum John Nielsen, økisleiðari hjá Fiska­virking í Suðuroy, situr eftir við, aftaná fundin við arbeiðs­fólkið á Tvøroyri, seinna­partin í gjár. Kortini sigur hann, at hann hevði ikki so nógv nýtt at fortelja fólkinum. - Eg fekk ikki sagt teimum annað enn tað, vit hava boðað frá fyri tveimum árum síðani og tað er, at fyri at fáa tað at mala runt, er neyðugt at savna arbeiðið á einum stórum virki. Og Fiskavirking hevur valt virkið í Vági, tí tað er bæði nógv størri og í nógv betri standi enn virkið á Tvøroyri Virkið í Vági er 7000 fer­ metrar til støddar og virkið á Tvøroyri er ikki meiri enn slakar 3000 fermetrar. Sostatt er virkið í Vági meiri enn tvær ferðir so stórt sum tað á Tvøroyri. Kortini ásannar hann, at tað er natúrligt, at fólk gera vart við seg. - Her eru nógvar kenslur upp í, tí summi hava arbeitt á virkinum í nógv ár. Men vit liva ikki av kenslum. Vit liva av. at virksemið kastar nakað av sær. Vit noyðast at fáa eitt fíggjarligt úrslit, tí annars heldur alt virksemi uppat og so er onki virksemi eftir í Suðuroy yvirhøvur, leggur hann afturat. Tað má framtíðin vísa Spurningurin er so, hvørja framtíð virkið á Tvøroyri hevur? - Tað er ringt at siga, tí tað kann bara framtíðin vísa. Tað, sum liggur fast beint nú, er, at vit fara at arbeiða gulllaks í summar. Eftir ætlan byrjar tað í næsta mánaði og heldur fram til oktober. Men sum tað sær út nú, verður neyðugt hjá tvørafólki at koyra til Vágs til arbeiðis um veturin. Hvussu verður við gull­ laksinum framyvir, ber ikki til at siga nakað um, tí tað eru vit ikki harrar yvir við tað, at tað eru onnur, sum hava loyvini og sostatt eisini gera av, hvar gulllaksurin fer. Og um so aðrir møguleikar eru á Tvøroyri, kann bara tíðin vísa, sigur John Niel­ sen. Hann sær ikki svart upp á at fáa fólk at koyra til Vágs til arbeiðis. - Tá ið koyrandi er ígjøgn­ um Hovstunnilin, verður tað eitt korter at koyra ímillum og tað haldi eg, at fólk ikki hava nakað ímóti og tað síggi eg ikki sum ein trupulleika. Hann sigur eisini, at ætl­ anin er at arbeiða í tveimum skiftum í Vági. - Men vit ætla okkum at vera lagalig. Eru tað fólk, sum ikki kunnu arbeiða for­ skotna tíð vegna tvørrandi barnaansing, finna vit eina skipan fyri tí. Men tey eru ikki so nógv, tí yvirhøvur eru tað eldri fólk, sum eru á flakavirkinum. Og eru tað summi, sum ikki kunnu møta fyrrenn 10 minuttir ov seint, kunnu vit eisini skipa okkum eftir tí. - Tað, sum hevur størstan týdningin er, at vit hava eina fasta skipan. Fáa vit tað, kunnu vit innrætta okkum rættiliga lagaliga og innrætta okkum eftir umstøðunum, sigur John Nielsen. Økisleiðarin hjá Fiska­ virk­ing í Suðuroy hevur fyrr sagt við Sosialin, at tað er sannlíkt, at virkið í Vági fer at taka ímóti eini 6000- 8000 tonsum um árið. Men tað veldst alt um, hvussu tað fer at liggja fyri at fáa rávøru og ongantíð betri um rá­vørunøgdin kemur upp á 10.000 tons um árið, sigur virkisleiðarin hjá Fiska­ virking í Suðuroy. Tí ivast hann ikki í, at tað verður brúk fyri at fáa alt fólkið á Tvøroyri til arbeiðis í Vági. Annars eru teir til reiðar at seta fulla kraft á virkið í Vági við tveimum skiftum. Men beint nú er trupulleikin tann, at tað er ongin fiskur at fáa. Fiskavirking hevði bara arbeiðið í Runavík í gjár. - Men tað kann vera so skjótt, at tað vendir og so eru vit til reiðar, leggur hann afturat. Les meiri á síðu 4. Pláss verður fyri øllum tvørafólkinum í Vági Hesir vóru eisini á fundi á Fiskavirking á Tvøroyri í gjár. Teir hoyrdu leiðsluna siga, at bara framtíðin kann vísa, hvørja lagnu virkið á Tvøroyri fær