Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 - 28. mars 2007 13 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 nøvn Rudolf Midjord, ættaður av Tvøroyri, andaðist á Sankt Maria Hospis í Vejle 27. mars, 74 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Jerlev kirke leygardagin klokkan 14. Mads Andreas Fitjar, Vestmanna, andaðist á Lands­ sjúkrahúsinum týsdagin 27. mars, 87 ára gamal. Jarðarferðin verður úr Vestmanna kirkju fríggjadagin klokkan 13. Anna Matras Madsen, sjúkrasystir, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Sengeløse, andaðist á Ríkis­ sjúkra­húsinum 24. mars, 75 ára gomul. Farið verður úr Højnæs kirke, Højnæsvej 60 í Rødovre, fríggjadagin 30. mars klokkan 12 í kirkjugarðin í Sengeløse, Landsbygaden 68, klokkan 13.30. Andlát og jarðarferðir BÓKMENTIR Rithøvundafelag Føroya hev­ ur havt aðalfund. Formað­ur­ in seinasta árið, Heðin M. Klein, stillaði ikki upp aft­ur. Í hansara stað varð valdur Arnbjørn Ólavsson Dals­garð. Zakarias Wang varð afturvaldur í nevndina, Lydia Didriksen varð aftur­ vald til 1. tiltakslim og Guðr­un Gaard var vald til 2. tiltakslim. Hini trý í nevndini eru Carl Jóhan Jensen, Vida Akselsdóttir Højgaard og Marjun Syderbø Kjelnæs. Nevndin skipaði seg á fyrsta nevndarfundinum eftir aðal­fundin við Arnbjørn Ólavs­son Dalsgarð sum for­ manni, Carl Jóhan Jensen sum næstformanni, Vidu Akselsdóttir Højgaard sum skrivara, Zakariasi Wang sum kassameistara og Marjun Syderbø Kjelnæs sum nevndarlimi. Av tí at Marjun í løtuni býr í Danmark, hevur Lydia Didriksen tikið sæti í nevndini fyri hana. Fráfarandi formaðurin Heðin M. Klein hevur ver­ið nevndarlimur í Rithøv­unda­ fel­agnum ymisk tíðarskeið, sein­ast frá 1991. Árini 1994-97 og 2006-07 var hann formaður felagsins. Nýggi formaðurin Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð er ný­valdur. Hann hevur frá 2003 verið formaður í Bóka­ varðafelagnum. Í Rithøvundafelagi Føroya eru umleið 100 limir. Felagið varð stovnað 24. mars 1957 og hevur sostatt fimti ára stovningardag í ár. Arnbjørn formaður í Rithøvundafelagnum Dagurin 29. mars. Jónas, deyður umleið ár 326. Tikin av døgum í Persiu. Navnið merkir dúgva ella er kanska ein stuttur formur av Jóannes. Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, ið sýndu samkenslu, tá okkara kæra Inger Enni Tvøroyri andaðist og varð borðin til hvíldar. Vit takka øllum, sum gjøgnum árini stukku inn á gólvið. Takk til prest, kirkjutænarar, gravara og sangarar. Eisini takk fyri blómur, kransar og stuðul til stovnan av eldrabýli. Ein serstøk tøkk til Nærverk. Somuleiðis takka vit øllum sum fylgdu. Vegna okkum avvarðandi Tórur, Helgi og Birgir Kunngjørt  verður fyri ætt, vinum og kenningum, at elskaða kona, mamma, vermamma og omma okkara Anna Elisabeth Matras Madsen sjúkrasystir, ættað úr Klaksvík, búsitandi í Sengeløse andaðist á Ríkissjúkrahúsinum 24. mars 2007, 75 ára gomul. Farið verður úr Højnæs kirke, Højnæs 60 í Rødovre, fríggjadagin 30. mars klokkan 12 í kirkjugarðin í Sengeløse, Landsbygaden 68, klokkan 13.30. Familjunnar vegna Henning, Randi og Peter Lesið -so eru tit við!