Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 tíðindi Nr. 62 - 28. mars 2007 - Tað tók bert hálvan tíma í morgun at seta ta fyrstu íbúðina upp, og tá komið er út á seinnapartin, standa allar tær fyrstu átta íbúðirnar uppi, sigur Eyðfinn Lenvig, verkætlanarleiðari hjá J & K Petersen Íbúðir Íbúðarbygging Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Mánadagin komu tær fyrstu átta íbúðirnar, sum P/F J & K Petersen Íbúðir skulu byggja á Boðaneshamri, til landið. Tað er felagið Jytas í År­huus, sum byggir íbúð­ir­ nar í sektiónum, og tað eru eisini menn hjá hesum fe­lag, sum longu í morgun hava sett tær fyrstu upp á hamrinum. Samlaða verkætlanin hjá J & K Petersen Íbúðir snýr seg um tilsamans 32 í búðir, og næsta sendingin kemur heim til Føroya úr Danmark um hálvan apríl, triðja um hálvan mai, og síðan kemur seinasta sendingin um mán­ aðarskiftið mai/ juni. Gongur skjótt Í síni tíð, tá Norðsetur byrj­ aði at smíða hús í Føroyum, undraðu mong seg yvir, hvussu skjótt tað kundi ganga at fáa eini heilt hús upp at standa. Tú fór frá hús­um um morgunin, og tá tú komst aftur, stóðu eini nýggj hús uppi í granna­ lagnum. Í hesum førinum gongur tað uppaftur skjótari – ja, nógv skjótari. Hetta er samstundis fyrstu ferð, at slík íbúðar­ bygg­ing fer fram í Før­oy­ um. Eyðfinn Lenvig, verkætl­ anarleiðari hjá P/F J & K Petersen Íbúðir, sigur, at tað tók bert hálvan tíma at seta ta fyrstu íbúðina upp í morg­ un, og tá ið komið er út á seinnapartin, standa allar tær fyrstu átta íbúðirnar uppi á Boðaneshamri. Hetta ljóðar ótrúligt, men tey, ið ivast, kunnu fara sær ein túr Yvir við Strond og síggja, hvussu umhvørvið á Boðaneshamri umbroyttist eftir fáum tímum í dag. Sektiónirnar hava staðið á bryggjuni í Havn síðan mánadagin, og hálv onnur sektion fer til hvørja íbúð. Í morgun hivar ein krani hjá Júst Sivertsen sektión­ir­ nar upp í trailarar hjá Iani Rasmussen, sum koyrir tær niðan á Boðaneshamar. Á hamrinum tekur ein stórur krani hjá KJ Smíð ímóti og hivar sektiónirnar upp á pláss á fundamentini, sum J & K Petersen hava stoypt. Síðan taka seks mans ímóti og seta sektiónirnar saman, og eftir lítlari løtu standa nýggj og heil hús uppi, næstan klár at flyta inn í. Góð samanbinding Eyðfinn Lenvig sigur, at allar instalatiónir liggja klár­ ar til íbindingar, eitt nú rør, el, telefon og antennu­ kaðlar. - Sektiónirnar verða heft­ ar saman við jarnbesløgum, síðan verða tær bóltaðar sam­an og krússfiner verður lagt uttaná saman koming­ arnar. Spurdur, um konstruk­ tiónin heldur til føroyska veðurlagið, heldur Eyðfinn, at eingin ivi er um tað. - Felagið Jytas hevur nógv ár á baki í hesi vinnu og hevur stórt byggivirk­ semi. Hann vísir á, at fleiri før­ oyingar arbeiða hjá hesum felag, sum heldur ikki er ókent í Føroyum og við før­ oysk viðurskifti og veður­ lag. - Jytas hevur áður bygt í Føroyum, og tað er so langt afturi sum í áttatiárunum. Verkætlanarleiðarin vísir til stuttleikar á, at tær mongu íbúðirnar, sum Ritt Bjerre­ gaard, yvirborgarstjóri, ætl­ ar at byggja í Keyp­manna­ havn, koma bíligar úr eyst­ urlondum, men eru bygdar í sektiónum eftir sama prin­ sippi, sum Jytas byggir sínar. - Vit hava onga orsøk at ivast í, at íbúðirnar, sum Jytas letur okkum, ikki í allar mátar eru dygdargóðar íbúðir, leggur hann aftrat. Lyklaklár hús Tær átta íbúðirnar, sum verða settar upp á Boðanes­ hamri í dag, eru tær niðastu í røðini á hamrinum. - Nú hesar íbúðirnar eru komnar upp, eru tær sam­ stundis næstan klárar innan eisini. Tá ið vit tosaðu við Eyð­ finn í morgun, segði hann seg ikki hava hugt so nágreini­liga inn í sektión­ irnar, men hann heldur ikki, at sjálvur køkur er settur upp. - Men køkurin er við, og hann er í sektiónunum. Hin­ vegin er alt baðirúmið klárt, og soleiðis standa wc- kumma, vask og baðirúms­ møblar uppi. Í prinsippinum kanst tú longu brúka wc’ið og vask, bara tú setir rørini, sum longu eru løgd, saman við rørunum, sum ganga úr wc-kummu og vaski, sigur hann. Allar íbúðirnar verða latn­ ar lyklaklárar, og fólk kunnu longu flyta inn í tær fyrstu 16 íbúðirnar í mai/ juni, og síðan verða tær sein­astu 16 klárar at flyta inn í um hálvan juli. - Einasta, sum eftir verður hjá fólki at skaffa sær, er innbúgv og gardinur, sum Eyðfinn tekur til. Íbúðirnar á Boðaneshamri verða seldar við lidnum køki, baðirúmi, kombiner­ aðari vaskimaskinu og turki­ trumlu og sjónvarpi (flat­ skermi). - Úthús, sum er 3,7 fer­ metrar stórt, verður eisini til hvørja íbúð, sigur hann. Demick tekur sær av hita- og saniteti, HTH í Føroyum setir køkarnar upp, og Leif Mohr leverar allar hvít­vør­ urnar. El-arbeiði, sum skal ger­ ast, tekur Torfinn Nielsen í Bert nakrir tímar at seta heilar átta íbúðir upp á Boðaneshamri Á Boðaneshamri tekur ein stórur krani hjá KJ Smíð ímóti og hivar sektiónirnar upp á pláss á fundamentini. Síðan taka seks mans ímóti og seta sektiónirnar saman, og eftir lítlari løtu standa nýggj og heil hús uppi, næstan klár at flyta inn í Mynd: Jens Kr. Vang