mikudagur 28. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 28. mars 2007
15
tíðindi
Sandavági sær av.
- J & K Petersen hava
gjørt alt jørðarbeiði, planer
ings-og
betongarbeiðið,
sigur verkætlanarleiðarin.
Líkar íbúðir
Tær 32 íbúðirnar hjá P/F J
& K Petersen Íbúðir eru
rættiliga líkar í stødd og
útsjónd – og eisini í prísi.
- Íbúðirnar liggja millum
71,5 upp í 75,6 fermetrar,
og prísirnir liggja millum
1,925 og 1,975 miljónir
krónur hvør, sigur hann.
Eyðfinn Lenvig vísir á, at
tað serliga eru fólk í fimmti
ára aldri, sum hava ognað
sær hesar íbúðirnar.
- Hetta eru fólk, sum
kanska hava sitið í ov stór
um húsum – ella, sum hava
ilt við at fáa tak yvir høvdið
í høvuðsstaðnum.
Hann leggur tó aftrat, at
tað eisini eru yngri familjur,
sum hava ognað sær íbúð á
Boðaneshamri.
- Tað hevur gingið væl at
selja íbúðirnar, og sum eg
havi skilt, er nú bert nakrar
heilt fáar eftir, sigur Eyð
finn Lenvig, verkætlanar
leiðari hjá J & K Petersen
Íbúðir.
Í morgun varð farið undir at seta tær
fyrstu íbúðirnar upp á Boðaneshamri.
Á bryggjuni hivar ein krani hjá Júst
Sivertsen sektiónirnar upp í trailarar hjá
Iani Rasmussen, sum koyrir tær niðan á
Boðaneshamar
Mynd: Jens Kr. Vang
J & K Petersen Íbúðir byggir tilsamans 32 íbúðir á Boðaneshamri. Tær fyrstu átta standa longu uppi í dag. Hetta er fyrsta
íbúðarbygging av sínum slagi í Føroyum, og menn fylgja spentir við, hvussu væl alt kemur upp á pláss
Mynd: Jens Kr. Vang
Trolbátar
og garna-
skip landa
á Toftum
Fýra skip hava landað á Toftum í dag, og
meginparturin av veiðini, sum kom upp á
land, var havtaska
Fiskivinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tíðliga í morgun landaðu garnaskipini Nim og Drelnes
á Toftum. Skipini eru bæði heimahoyrandi í Suðuroy.
Tey høvdu ávikavist 15.000 og 13.400 pund, meginpart
urin havtaska.
Á Fiskamarknaði Føroya siga tey, at ein partur av
veiðini hjá skipunum fór fyri heili 40 krónur fyri kg.
Í dag hava eisini trolbátarnir Vesturfarið, sum er
heimahoyrandi á Argjum og Tindur, sum er heimahoyr
andi á Strondum, landað á Toftum.
Vesturfarið hevði 17.600 pund og Tindur 12.000
pund.
Ein stórur partur av veiðini hjá Vesturfarinum var
havtaska, meðan veiðan hjá Tindi var eitt sindur meira
blandað – við havtasku, toski og hýsu.
Á Landingarmiðstøð Føroya á Toftum vænta tey
línuskipið Eysturoying í morgin. Teir fóru til fiskiskap
22. mars og hava eini 66.000 pund inni, harav eini
40.000 pund er hýsa.
Eysturoyingur hevur roynt undir Føroyum.
Á Landingarmiðstøð Føroya vænta tey kanska onkran
bát aftrat fríggjadagin.
Í morgun, tá Sosialurin var fram við bryggjukantinum
á Toftum, stóðu Heðin Davidsen og Andrias í Túni og
tóku ímóti kassum, sum komu upp úr Vesturfarinum.
- Nei, hetta er ikki tann stóri dagurin í dag. Hetta eru
smáir bátar, og tað er skjótt at fáa fiskin upp úr teimum,
segði Andrias í Túni, tá ið vit heilsaðust á bryggjuni.
Heðin Davidsen og Andrias í Túni taka ímóti fiskakassum,
sum koma upp úr trolbátinum Vesturfarinum. Beint
aftanfyri Vesturfarið liggur ein annar trolbátu Tindur og
landar
Mynd: Vilmund Jacobsen