Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 16

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 62 - 28. mars 2007 Hósdagin í farnu viku legði byggimeistarin Grækaris A. Joensen fram stóru byggi­ætl­ an sína fyri bygda­ ráðnum í Kvívík. – Vit vóru øll samd um, at talan var um eina sera positiva ætlan, sigur borgar­ stjórin, Boje Christensen Menning Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Kvívík: Grækaris A. Joen­ sen hevur í eina tíð arbeitt við eini ætlan um, hvussu hann kann verða við til at menna heimbygdina. Hósdagin legði hann fram eina heildarætlan fyri eitt øki ovarlaga í bygdini, har ætlanin er at hava íalt 42 bústaðareindir. Hesi verða skipað sum randarhús, lyklaklár sethús og sum planerað grundøki á økinum tey nevna Frammi í Gerði. Hetta er náttúruvakurt øki báðumegin ánna, ið renn­ur gjøgnum bygdina. Har­aftrat fáa fólkini eitt sera gott útsýni yvir bygdina og suðureftir móti Kolturi og Hesti. Bygdaráðið varð kunnað um ætlanina á fundinum í farnu viku, og skal málið nú á ein komandi bygda­ ráðs­fund. – Hetta er ikki ein ætlan, ið ein bara samtykkir soleið­ is ein fyrrapart, sum borgar­ stjórin tekur til. Næsti bygdaráðsfundur verður hálvan apríl, og tá kemur hetta forvitnisliga byggimálið uttan iva á skránna. Eftir fundin er ætl­ an­in at geva Grækarisi eitt svar. – Okkara fyrsta reaksjón var í øllum førum sera posi­ tiv, sigur Boje. Býarplanur Bygdaráðið í Kvívík ar­ beiðir í hesum døgum við at gera bygdarplanin lidnan. Hetta arbeiðið er komið væl áleiðis. Í hesum plani lá – eins og í ætlanini hjá Grækarisi – eisini ein ætlan um eina komandi bygging av barna­ garði í bygdini. Prosjekteringin av barna­ garðinum er longu farin í gongd, so her má einhvør loysn finnast. Sambært ætlanini hjá Grækarisi A. Joensen var møgu­leiki at byggja barna­ garðin soleiðis, at einfalt var at byggja hann út, um tað einaferð skuldi verðið neyðugt. Spyrja eftir grundøkjum Sjálvur dámar Boje væl ætl­ anina um kombinasjónina av bústaðareindum. Hetta ger hann ikki minst tí, at gongdin er hon at fleiri fólk ynskja at búseta seg aðra­staðni enn í høvuðs­stað­ num. Og her liggur Kvívík ikki langt av leið í so máta. – Vit hava merkt ein økt­ an eftirspurning eftir grund­ økjum her í kommununi, upp­lýsir borgarstjórin. Tá bygdarplanurin er sam­ tyktur, verða í øllum førum fleiri grundøki at fáa í Leyn­ um. – Ein spennandi ætlan fyri Kvívík 42 eindir Ætlanin hjá Grækarisi A. Joensen og fyritøku hansara G.A.J. Smíð er at gera eina útstykk­ ing við 42 bústaðar­ eindum í eini heild­ar­ ætlan. Grækaris sjálvur er greið­ur um, at mong vilja byggja síni egnu hús. Tí verður ein part­ ur av útstykkingini løgd út sum byggi­ búgv­in grund­økir. Sjálvt økið liggur oman fyri skúlan, báðu­megin Stórá sum rennur gjøgnum bygd­ ina. Ætlanin miðar eft­ ir at gera 15 øki á vest­ aru síðu byggibúgvin, har keyparin sjálvur kann gera tey liðug, meðan restin av økju­ num verða bygd lið­ ug. Í sambandi við ætl­ anina verður neyðugt at gera eina betong- ella stálbrúgv tvørtur um ánna. Ætlanin er, at henda brúgvin skal verða vøkur á at líta. Grækaris A. Joensen (vinstrumegin) hevur lagt fram eina ætlan um menning av heimbygdini. Borgarstjórin, Boje Christensen (høgrumegin) tekur væl ímóti henni. Tó eru nógvir lutir, sum teir mugu tosa nærri saman um Mynd: Jens Kristian Vang Javna-Cruise Felagið Javni og Smyril Line bjóða nú fólki við menningartarni, avvarðandi og teimum, sum starvast innan økið, á Javna-Cruise til Seyðis­fjarðar við Norrønu. Farið verður úr Føroyum 14. mai, og ferðalagið kemur heim­ aftur 17. mai. Í Íslandi verður skipað fyri út­ferð­um, og umborð á Norrønu verður undir­ hald við sangi, tónleiki og øðrum. Tey, sum ætla sær til Íslands við Norrønu á Javna- Cruise, skulu siga Javna frá á telefon 314827. Ivi um kapping Vinnuhúsið hevur ikki góðar vónir um, at nak­ að munagott fer at spyrjast burtur úr tí nýggja upp­skotinum til elveitingarlóg. Á heimasíðuni skriv­ar Vinnuhúsið, at tað kann hugsast, at fáir ella kanska eingin nýggjur framleiðari verð­ur á markn­aðinum uttan teir, sum longu eru. Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu­málum, hevur sagt, at tað er ikki mein­ingin við lógini. Hann vísir millum annað á, at øll vindorku­út­ bygging skal bjóðast út í fram­tíðini.