Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 17

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 tíðindi Nr. 62 - 28. mars 2007 Stórur áhugi fyri tjalding Selatrað: Sjóvar kommuna ætlar nú at gera sítt til at útvega fleiri tjaldingarpláss í hesi vøkru bygdini. Samstundis við hetta ætlar kommunan at søkja eftir fólki, ið skal hava umsjón við hesum økinum í summ­ar. Viðkomandi, ið verður settur í tíðaravmarkaða starv­ið, kann byrja 1. mai og verður í tí fyribils til 31. ok­tober í ár. sb. Trø og runnar til fólkið Sandur: Aftur í ár fáa borgararnir á Sandi teir sonevndu plantupakkarnar frá kommununi. Á fundi herfyri samtykti bygdaráðið at taka við einum tilboði frá Skógrøkt Landsins, sum hesaferð fer at lata 75 pakkar til fólkið í kommununi. Sum skilst eru tað fleiri og fleiri sum dáma at fríðka rundan um húsini. Hesi fáa nú eitt eyka íkast til hetta frá kommununi. sb. Ein vind­mylla til bóndan Skarvanes: Tað er neyvan á hvørjum degi, at ein vind­mylla verður sett upp í lítlu, fjarskotnu bygdini Skarvanesi. Hetta hendi kort­ini fyri góðari viku síð­ani. Tað er Jákup Martin Deb­ es, bóndi sum hevur bílagt sær hesa mylluna úr Ong­ landi. Hetta hevur hann gjørt við tí fyri eyga at ger­ ast sjálvforsýnandi við streymi. Fríðtór Debes, leiðari á Sandoyar Kunningarstovu upplýsir, at vindhjólið hev­ ur ein diametur uppá 1,8 og at myllan er einar seks metrar høg. Myllan á Skarvanesi klár­ ar at framleiða 750 kw um tíman, sum skuldi verið nóg mikið til eitt húsar­ hald. Hon er mett at kunna klára eina vindmegi upp til 60 m/sek. sb. Bygdarfelagið bíðar eftir linjuføringini Árnafjørður: Tað var ein stórur dagur fyri bygdar­ fólkið í februar mánaði, tá fyrsti spakin varð settur í jørðina fyri tí nýggja bygd­ arhúsinum. Tekningarnar til húsið er langt síðani lidnar, og bíð­ að verður í løtuni eftir at útgrevsturin skal byrja um ikki so langa tíð. Hinvegin, so bíða tey í Árnafirði í roynd og veru eftir at mynd­ug­leikarnir skulu taka støðu í einum heilt øðr­­­um máli: Tunnils­ætl­an­ ini fyri Norðoyggjar. Tekningarnar av bygdar­ húsinum eru nevniliga gjørd­­ar soleiðis, at inn­ koyr­­ingin og forsíðan av hús­­inum eru eftir núver­ andi tunnilsvegi. Men um so verður, at ein nýggjur tunnil verður gjørd­ur til Árnafjarðar, ber til at snara inn­koyr­ing­ ina og forsíðuna til bygdar­ húsið við 180 stigum. - Vit vóna, at ein nýggjur tunnil kenur hendavegin, soleiðis at bygdin kann verða ment nógv meiri, verð­ur sagt úr bygdini, har tey bíða spent eftir útspæl­ inum um tunlarnar. sb. Gongur so sum Klaks­ víkar kommuna ætlar, verður hon fyrsta før­ oyska kommunan sum veitir øllum borg­ arunum sóttreinsað vatn Umhvørvi Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Klaksvík: Hósdagurin í farnu viku - 22. mars - var altjóða vatndagur. Henda dagin verður kring allan heimin víst á týdningin av at hava ikki bert vatn at drekka, men at talan har­ aftrat er um reint og gott vatn. Júst hetta sama hevur Klaks­víkar kommuna ar­ beitt við tey seinastu árini. Og henda altjóða vatn­dag­in kundi ein í kommununi stað­festa, at langt er ikki á mál í hesum sambandi. - Seinni í ár fáa borgar­ar­ nir á Trøllanesi og í Mikla­ dali sóttreinsað vant. - Og tá hava allir borg­ar­ arnir í kommununi sótt­reins­ að vatn, verður sagt úr Klaks­víkar kommunu. Framíhjárættur Í Klaksvíkar kommunu eru í dag vatnverk, sum veita reint vatn til borgararnar í Klaksvík, Ánunum, Norð­ oyri og í Árnafirði. - Hetta er ein stórur fram­ íhjárættur hjá okkum, at vit kunnu fáa bæði gott og reint drekkivatn úr kranunum, sigur kommunan. Til tess at tryggja sær at góðskan av drekkivatninum altíð er í lagi, verða oman fyri 60 vatnroyndir tiknar um árið og síðani kannaðar á Heilsufrøðiligu Starvs­ stovuni. Upplýst verður, at í menningarlondum drekka tey í miðal 10 litrar av vatni um samdøgrið, meðan vit nýta 350 litrar í miðal. Mett verður haraftrat, at eitt miðalhúsarhald í Føroyum brúkar um 1000 litrar um samdøgrið. Fyrsta komm­ unan við sótt­ reinsaðum vatni Tað hevur ikki gingið serliga væl hjá løgregluni at fáa tips frá vitnum, ið sóu ógvusliga tilburðin sunnumorgunin. - Men fólk eru framvegis vælkomin at ringja til okkara, bæði sum nevnd og sum ónevnd, sigur Bergleif Brimvík, leiðari á kriminal­- deildini Racistiskur harðskapur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: - Vit hava faktiskt bert fingið eitt einstakt tips inn við fleiri upplýsingum, sum vit kunnu arbeiða víð­ ari við, sigur Bergleif við Sosialin. Eftir ógvusliga tilburðin heitti løgreglan á fólk um at koma við upplýsingum, men enn hevur ikki verið nakar telefonstormur á politi­støðini við tipsum. - Vit rokna heilt víst við, at onkur man hava sæð okk­ urt ella hevur hoyrt okkurt hesa løtuna, sigur hann. Allir fjølmiðlarnir hava viðgjørt hetta málið, men kanska skal ein tíð ganga aftrat, áðrenn fleiri vitni fara at gera vart við seg. Til ber at ringja á politi­ støðina í Havn og koma við upplýsingum um hetta mál­ ið, uttan at neyðugt er at siga hvør ein er. Fá fólk Tað var tíðliga sunnu­morg­ unin at ein 16 ára gamal drong­ur við øðrvísi húðaliti varð álopin av trimum monn­um á alfaravegi við Ting­húsvøllin í Havn. Ungi maðurin varð háð­ aður, avhølvaður og har­ aftrat skammfarin av ring­ asta slagi, áðrenn teir tríggir menninir, sum vóru fyrst í 20’unum, fóru avstað aftur. Maðurin var so mikið skelkaður eftir tilburðin, at hann fyrst boðaði løgregluni frá hendingini seinnapart á degi. Tað er eitt sindur ilt at meta um, júst nær hetta álopið hendi. Mett verður, at tað var millum millum klokkan 4 og 5. Spurn­ing­ urin er kortini, um her er talan um vetrartíð ella summ­artíð, tí somu nátt varð klokkan flutt fram. Um hetta mundið eru van­ liga ikki so øgiliga nógv ung­fólk í nánd av Klubba­ garðinum, tí tey tá fara oman í býin ella niðan í Steina­tún. Hinvegin so ivast løgregl­ an ikki í, at onkur annar per­ sónur - enn hesin eini sum er komin við upplýsingum - man hava sæð okkurt, sum kann verða løgregluni til hjálp­ar í kanningar­arbeiði­ num. Bert EITT tips til løgregluna Náttúran er vøkur á Selatrað. Tað hava tey tjaldhugaðu eisini funnið útav Klaksvíkingar hava gott og sóttreinsað vatn. Seinni í ár hava øll hini í kommununi sama framíhjárætt Mynd: Snorri Brend