Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 2

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 62 - 28. mars 2007 tíðindi SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 Jóhan Martin Christ­ iansen er bert 9 ára gamal, men longu vælumtóktur listar­ maður. Hetta kemst av hansara sermerktu listaverkum, ið júst nú verða sýnd fram í Gallerie Focus hjá Marionnu Norðoy Málingalist Bjørk Maria Krog Olsen, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Jóhan Martin gongur á triðja ári á Studentaskúla­ num í Hoydølum og hevur ætlanir um at fara niður á listaskúla í Holbæk saman við Áslu Rannvá Svensson, sum hann fyrr hevur havt framsýning saman við. Síð­ ani hevur hann í huga at fara á hægri lærustovn inn­ an list. At tekna og mála hevur víst Jóhan Martini áhuga, síðan hann var smádrongur. Sum 15 ára gamal fór hann á eitt heldur óvanligt starvs­ venjingarpláss hjá Torbirni Olsen. Hetta gav honum íblást­ur og lærdi hann at arbeiða við litum, strokum og so framvegis. Síðan hetta og fýra ár fram gekk hann á kvøldskúla hjá Jónu Rasmussen, har hann varð lærdur í grafikki. Marianna Norðoy sigur frá, at ikki nógv sleppa at sýna fram í atlieri hennara, tí hon er burtur fimm mán­ aðar um árið. – Nógv listafólk koma og vilja sýna fram her, men oftani má eg geva teimum eitt nei. Sermerkt list rað­ festi eg sera høgt, og eftir hesum velji eg listafólkini, ið sleppa at sýna fram. Eg kann tó eisini vera erlig og siga, at eg ofta velji lista­ fólk, ið eisini selja, tí at atlier­ið er ikki nøkur fíggj­ arlig rósa, sigur Marianna Norðoy, sum hevur bookað Galerie Focus heilt fram til 2009. Sermerkt listaverk – Eg havi valt listaverkini hjá Jóhan Martini fyrst og fremst tí, at tey eru ser­ merkt, men eisini tí, at eg kann hyggja upp á tey og hugsa um viðurskiftini og søgurnar, ið liggja aftanfyri, sigur Marianna Norðoy, ið er gift við kenda listamann­ inum, Amariel Norðoy. Marianna tekur 45 pro­ sent av øllum, ið verður selt. – Hetta helt eg vera eitt sindur ógvusligt, men Mari­ anna skipar fyri øllum og ger alt, og hetta eri eg sera fegin um, sigur ungi lista­ mað­urin. Jóhan Martin hevur oftani havt listaframsýning kring oyggjarnar. Bæði á Varma­ keldu, G!, Ólavsøku­fram­ sýn­ingini, Smiðjuni í Lítlu­ vík og aðrastaðni hava havt verk hjá unga listamanni­ num. Neiligar viðmerkingar verða givnar, tá ið talan er um umstøðurnar fyri listina í Føroyum. Hvat heldur Jó­han Martin Christiansen um hetta: - Mong grenja um, at ov ringar umstøður eru fyri myndlistina í Føroyum, og at ítróttur verður tikin fram um. Hetta eri eg partvís samdur í, men tað nyttar heldur ikki at sita og taka synd í sær sjálvum. Mann noyðist at arbeiða fyri tí sjálv­ur, sigur ein álvarsamur Jóhan Martin. – Man kann, um man veru­liga vil. At vera listafólk er ikki altíð lætt fíggjarliga, men hesum varnast Jóhan Martin ikki. - Eg selji væl, so eg merki einki serligt til tað. - Tú hevur so heldur ikki hús, børn og bil, skoytir Mari­anna upp í og flennur. Framsýningin hjá Jóhan Martin Christiansen letur upp fríggjadagin 30. mars og verður at síggja fram til 12. apríl. Jóhan Martin hevur egið atlier á Saltsøluni, og eisini har eru fólk vælkomin at traðka inn um gátt. 20 ára gamli Bogi Berg var til mót­tøk­ una hjá Toda Jóns­ syni, ið var hildin í EIK í gjár Orð og Myndir: Erla Torvadal, praktikantur redaktion@sosialurin.fo Bogi spælir hondbólt og gong­ur á handilsskúla. Sjálvt um hann ikki spælir fótbólt, dámar honum sum heild væl fótbólt. Hví valdi tú at koma á fyri­lestur hjá Toda Jóns­ son? - Eg kom, so eg slapp at hitta Toda og samstundis seta honum nakrar spurn­ ing­ar um fótbóltslívið og fáa at vita, hvat tað krevur at gerast yrkisleikari. Hvat heldur tú um tey mál, ið Todi setti sær, sum ungur? - Sum ungur søgdu øll, at hann ikki fór at gerast yrkis­ leikari. Tó var hann sjálv­ sikkur og gav ikki upp, og í dag síggja vit, hvussu langt hann er komin, kortini. Eis­ ini haldi eg, at tað er flott at hann er komin so langt. Er tað týdningarmikið at hava eina útbúgving, sjálvt um ein kann fáa stóra inn­ tøku á annað hátt? - Ja, avgjørt. Tað er týdn­ ingarmikið, at ein hevur eina útbúgving. Taka vit Toda sum dømi, so hevur hann onga útbúgving, og tað kann kanska ávirka hann, tá hann ikki spælir fót­bólt longur. Hevur tú nakrar vónir fyri framman? - Ja, eg ættli mær at ar­beiða okkurt innanfyri busi­ness. Er Todi tín fyrimynd? - Fyrimynd og fyrimynd? Hann er ikki beinleiðis mítt idol, men eg meti hann høgt, at hann er komin so langt. 19 ára gamal í Gallerie Focus Í audiens hjá Toda Bogi Borg er hondbóltsleikari, men var kortini komin at lurta eftir fótbóltsleikaranum, Toda Jónssýni, tá hann tók ímóti ungum føroyingum millum 18-25 ár í Eik í gjár Ungi listamaðurin, Jóhan Martin Christiansen, við einum av málningum sínum Mynd: Jens Kristian Vang