Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 3
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 3

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

3 Vinnandi dagbókin Yvir 150 føroyskir ungdómar skrivaðu dagbók á heimasíðuni Eg.fo, tá skipað var fyri dagbókakapping herfyri. Rósing Rasmussen vann fyri sína dagbók. Í samstarvi við Eg.fo prenta vit á hesi síðu vinnandi dagbókina. Kl. er farin av 12, og eg liggi í songini og hugsi. Tankarnir sveima bæði inn í tað emo­ tionella og tað heims­speki­ liga. Í gjár gekk leiðin til Fugla­ fjarðar. Eitt stak feitt kvøld, har tað tó ikki slapst undan einum niðurtúri ella tveim­ um. Men hvat. Ein skal ikki lata seg missa fótafestið á hesum lívsins gøtum av nøkrum bagatellum, ið sum so einki hava at siga, men tó vera blást upp til nakað stórt, ið fær ein at smílast innantana morgunin eftir. Kanska fóru 1 ella 2 øl ov nógvar niðurum. Men hvat tá. Shit happens. Eftir sum at tað higartil bert eru farnir 50 min av samdøgrinum, so haldið eg, at eg eisini skrivi eitt sindur um dagin í gjár. Tað vil siga áðrenn kl. 24.00. Eg fór upp kl. 10 eftir eina langa nátt. Tók mín vælsignaða iPod og rann eftir ringvegnum. Komin heim sovnaði eg skjótt, og hettar gjørdist eisini endin á degnum. Tí, tá ið eg vaknaði aftur kl 23.00, var eg so deiliga úthvíldur, at eg ikki sovnaði aftur. Tað er tí, at eg nú siti her og lati fingrarnar glíða tilvildarliga eftir knappaborðinum. Talgildu stavirnir fara brátt inn á skermin, og har standa tankar mínir sum negldir. Ein løgin verð vit liva í. Løgið, at so nógv fólk hava lagt seg so væl til rættis niðri í tí djúpa kanin-pelsi­ num. Ein, ið hevur lisið m.a Sofies Verden, veit helst, hvat eg meini við. Løgið, at fólkið, ið gongur á hesari klótu, ivast so lítið um hví, hvaðani og hvussu. Tað er í hvørtfall mín meining. 'Kristnu' Føroyar kalla vit okkum. Indoktrineraði ungdómurin er sanniliga ósjálvstøguðari enn áður. Tað er ein láturlig tilvera. Tilvera. Hvat er tilveran í grundini? Vit hava nógv ymisk sjónarmið. Summi víðgongd, summi meira tolerant. Líka tolerant sum kristindómurin, hevði Jenis sagt. Kanska Darwin, kanska Jesus. Tað fáa vit at vita, tá vit doyggja, ella fáa vit tað ikki at vita. Hvat tilvild og tilvera er. Verkætlanin í 9. júst farin um bak, og vit í flokkinum bíða spent eftur próvtali­ num. Summi fáa kanska eitt væluppiborið 11-tal. Summi eitt heldur snópisligt 7 ella 8-tal. Í okkara bólki hava vit havt um eitt sera spennandi evni, ið hevur tikið mangar tímar úr lívi mínum. Um eg so havi nakað lív. Kanska eri eg settur til eina teldu ella okkurt annað, sum sendir myndir inn í meg og orga­ niserar mín dag. MATRIX. Uttan at nevna hvat evni vit høvdu, kann eg siga, at tað var ein sera áhugaverd arbeiðsgongd, har nógv spurdist burturúr. Hettar gjørdi eisini mína hugsan um Føroyar og nógvar føroyingar greiðari. Bara hettar 266b málið. Tað eru nakrar andaligar amøbur í samfelagnum, sum veruliga hava brúk fyri fleiri sjónar­ hornum. Tann myndin útheimurin hevur sæð av 'okkum', sum tað sjálvandi bleiv til, hevur ikki verið sørt smikrandi. Eg skrivaði eitt so einfalt orð sum 'Homo­fobia' inni á leiti­ heimasíðuni google. 80 úrslit, har orð sum 'funda­ mentalist' og 266b komu fram á skermin. Hvat sigur hettar. Úrslitini vóru bæði á italienskum, sponskum, enskum, donskum o.s.fr. Vit lata ein sera eggjandi, andaligan, sýnisglugga upp fyri umheiminum. Segði nakar Visión 2015. L.Á.T.U.R.L.I.G.T! Hettar var so ein brøk­ partur av mínum hugsa­ num. Dagbók. Tað er her, eg setið mínar villastu tankar. Góðanátt. Nú sløkki eg ljósið. Ella um tað veruliga er eg, veit eg ikki. Tað sløkn­ ar, í hvussu so er, tá ið eg trýsti á kontaktina. Kapping Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eg skrivaði eitt so ein­ falt orð sum 'Homofobia' inni á leitiheimasíðuni google. 80 úrslit Kanska fóru 1 ella 2 øl ov nógvar niðurum. Men hvat tá. Shit happens. Tað er tí, at eg nú siti her og lati fingrarnar glíða tilvildarliga eftir knappaborðinum Kanska eri eg settur til eina teldu ella okkurt annað, sum sendir myndir inn í meg og organiserar mín dag. MATRIX. Segði nakar Visión 2015. L.Á.T.U.R.L.I.G.T! Dagbókin hjá Rósing, ið vann kappingina: