mikudagur 28. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
tíðindi
Nr. 62 - 28. mars 2007
tíðindi
Tvøroyrar Býráð fer
at royna at fáa eitt
uppbyggjandi sam
skifti við Fiskavirking
um virkið á Tvøroyri
Arbeiðspláss
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Sjálvandi er tað harmiligt
at verður flakavirkið á Tvør
oyri niðurlagað. Men nú er
ikki nógv, politikarir kunnu
gera við tað.
Borgarstjórin á Tvøroyri,
Kristin Michelsen, harmast
um, at Fiskavirking ætlar
at minka virksemið á
Tvøroyri.
- Men nú er Fiskavirking
privat fyritøka og sostatt
hava politikarar onga ávirkan
á teirra avgerðir.
Borgarstjórin sigur, at tá
ið Fiskavirking var alment,
høvdu politikarar møgu
leikan at ávirka støðuna.
Eitt nú kundu teir gjørt
av, at virkini kring landið
skuldi verðið seld lokalum
kreftum.
- Men tí møguleikanum
tóku politikarar ikki av og
nú er ov seint, sigur Kristin
Michelsen.
Kortini sigur hann, at hetta
er eitt mál, sum býráðið á
Tvøroyri ætlar at tosa við
Fiskavirking um.
- Vit samskifta við Fiska
virking av og á og eisini í
hesum máli eru vit sinnað at
fara undir eitt jaligt samskifti
við fyritøkuna um framtíðina
á Tvøroyri.
- Ein møguleiki kann vera,
at Fiskavirking vil selja virk
ið til lokal áhugamál ella
at Fiskavirking og lokal
áhugamál ganga saman um
at reka virkið víðari.
Annars stendur flakavirkið
á grundstykki, sum er leiga
frá kommununi. Í leigusátt
málanum stendur, at hevur
arbeiðið ikki verið á virkinum
í tvey ár, kann sáttmálin sig
ast upp við eitt árs ávaring.
Og tað eru tey, sum halda,
at letur Fiskavirking virkið
á Tvøroyri aftur, eigur
Býráðið rætt og slætt at siga
sáttmálan upp um tvey ár og
so kann Fiskavirking pakka
seg vekk so at onnur sleppa
framat økinum.
Men tað er ikki ein møgu
leiki, sum Tvøroyrar Býráð
arbeiðir við.
- Vit vilja heldur tosa við
Fiskavirking enn at hótta teir
við uppsagnum. Vit vilja
fegin tosa við Fiskavirking
um, hvørjar ætlanir tey hava,
heldur enn at hótta tey, sigur
Kristin Michelsen.
Hann leggur afturat, at
ein trupulleiki er helst eisini
tann, at tað er rætt og slætt
ov lítil fiskur.
Les meiri á síðu 12.
Tvørafólk eru bæði
ørkymlað og vónbrot
in tí tey síggja øll
tekin í sól og mána
um, at flakavirkið á
Tvøroyri heldur
uppat
Arbeiðspláss
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
- Vit eru ørkymlað og vón
brotin og eftir mínum tykki
hava vit fingið knívin á
barkan.
Arbeiðsfólkið hjá Fiska
virking á Tvøroyri heldur
ikki, at tey eru vorðin stórt
klókari eftir fundin í gjár við
leiðsluna hjá Fiskavirking í
Suðuroy.
Fiskavirking hevur gjørt
greitt, at flakavirkið skal
flytast til Vágs, har virkið
er bæði størri og betri enn
tað á Tvøroyri.
Tí vildi arbeiðsfólkið hjá
Fiskavirking á Tvøroyri hava
fund við leiðsluna fyri at fáa
at vita, hvørjar framtíðar
ætlanirnar eru og serstakliga
hvørjar ætlanirnar eru við
flakavirkinum á Tvøroyri.
Men bæði Enok Borðá
í arbeiðsmannafelagnum
Fylking og Sunrid Vang í
Fiskepigernes Fagforening
halda, at tey blivu ikki nógv
klókari av fundinum.
- Vit fingu at vita, at ætlanin
er at flyta fiskaarbeiðið til
Vágs. Men tað bar ikki til
at fáa heilt greið boð um,
hvussu verður við virkinum
á Tvøroyri, siga tey.
Tey eru kortini bæði samd
um, at sum landið liggur
nú, talar alt fyri, at virkið á
Tvøroyri verður stongt.
Samstundis hava tey fingið
at vita, at í Vági verður eisini
brúk fyri arbeiðsfólkinum á
Tvøroyri
- Hjá okkum á Tvøroyri
sær ikki gott út. Vit hava fing
ið knívin á barkan: Antin
koyra vit til Vágs til arbeiðis,
ella missa vit arbeiðið. Vit
hava onki val, sigur Sunrid
Vang.
- Hinvegin veit eg ikki,
hvat fakfeløgini í Vági siga
til at fáa innrás av Tvøroyri,
leggur hon afturat.
- Men vit hava fingið at vita
frá leiðsluni á Fiskavirking,
at ætlanin er ikki at gera mun
á, hvar fólk búgva, leggur
hon afturat.
Hvussu nógv tvørafólk
eru sinnað at koyra til Vágs
at arbeiða, veit hon ikki.
- Eg haldi, at eftir fundin
í dag er tað enn klárari fyri
mær, at virkið á Tvøroyri letur
aftur, sigur Enok Borðá.
Mótstríðandi boð
- Trupulleikin er, at vit
alla tíðina hava fingið mót
stríðandi fráboðanir frá
leiðsluni á Fiskavirking.
Tað sigur Enok Borðá.
Hann sipar til, at viðhvørt
hava tey fingið at vita, at
flakavirkið skuldi flytast til
Vágs og at virkið á Tvøroyri
skuldi brúkast til onnur
endamál.
- Men aðrar tíðir hava vit
hoyrt graml um, at virkið
á Tvøroyri skal mestsum
niðurleggjast.
Hann heldur ikki at fel
øgini fáa gjørt nakað við
støðuna, men hann vildi
ynskt, at feløgini vórðu betri
kunnað.
- Fiskavirking skuldi bein
anvegin boðað greitt frá,
hvørjar ætlanirnar eru, tí so
høvdu fólk havt møguleikan
at lagt til rættis eftir tí og
kanska funnið sær annað
arbeiðið.
- Sum støðan hevur verið,
hava fólk aftra seg við at
fara aðrar vegir, tí tey hava
havt eitt gott arbeiðspláss á
Tvøroyri.
- Tað, sum eg haldi er mest
átaluvert, er, at vit ikki hava
fingið greið boð, tí tað er
helst torført at blanda blanda
seg upp í, hvussu eitt privat
virki, sum Fiskavirking, legg
ur til rættis.
Enok Borðá ivast eisini í,
hvussu nógvum tvørafólkum,
pláss verður fyri í Vági, tí
honum er komið fyri oyrað,
at fólk úr syðru helvt, sum
vóru áhugað at arbeiða í
Vági, sluppu ikki framat, tí
tað var ov lítið arbeiðið.
Men er nakað í vegin fyri
at koyra til Vágs til arbeiðis.
Tað verður ikki so langt, tá
ið koyrandi verður ígjøgnum
Hovstunnilin?
- Nei, tað er væl ikki so
langt, men tað ber heldur
ikki til at tvinga fólk til Vágs.
Ivaleyst fara summi, men
onnur ikki hava hug til tað.
Men
umboðsmaðurin
fyri Fylking heldur, at ein
trupulleiki, sum kann vísa seg,
er, at Fiskavirking at arbeiða í
tveimum skiftum í Vági. Og
tað kann elva til trupulleikar,
tí talan er um fólk, sum eiga
børn og tað kann verða torført
at hava óvanliga arbeiðstíð,
tí tað kann knípa við barna
ansing.
Les meiri á síðu 12.
Vit hava fingið knívin á barkan
Arbeiðsfólkið hjá Fiskavirking á Tvøroyri varð ikki stórt klókari á fundinum við leiðsluna í gjár. Men tey halda, at tað er greiðari
enn nakrantíð, at flakavirkið á Tvøroyri letur aftur
Vilja heldur royna at tosa enn at hótta
Vánaligur fiskur
Ein kanning hjá danska Matvørustýrinum vísir, at umleið
ein triðingur av tí feska fiskinum, sum verður seldur í
donskum handlum, er so vánaligur, at hann er ikki egnaður
sum handilsvøra. Matvørustýrið sigur kortini, at tað er ikki
heilsuskaðiligt at eta fiskin, men at hann er ikki so góður,
sum hann eigur at vera. Handlarnir umbera seg við, at teir
vita ikki við vissu, hvussu gamal fiskurin er, tí tað stendur
ikki, nær hann er fiskaður.