mikudagur 28. mars 2007síða 4
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
- Í tvey ár á rað havi eg sagt nei takk til danska melodi grand
prixið. Eg avgjørdi eftir seinnu finaluna í Stjerne For En Aften,
at hetta vildi eg ongantíð aftur uppliva, sigur Guðrun Sólja
Jacobsen, ið vit hava hitt á Amager har hon býr. Vit prátað um
Stjerne For En Aften, tíðina í Keypmannahavn og um hvar leiðin
nú gongur fyri føroyska sangfuglin.
Eg vil ongantíð
Nógv er broytt síðan Guðrun Sólja
Jacobsen fyri 4 árum síðan flutti til
Danmarkar. Stjerne For En Aften
vinnarin hevði plátusáttmála, ferðaðist
frá konsertstaði til konsertstað í
limosinu. Eftir tvær útgávur á tveimum
ymiskum plátufeløgum eru limosinur
nar býttar um við bussar og metro,
plátusáttmálin er býttur um við starv
sum reingerðarfólk á skurðdeildini á
sjúkrahúsinum í Gentofte. Men enn er
eftirspurningur eftir Guðrið, og meðan
vit sita og práta, ringir telefonin.
Onkur vil hava hana at syngja til eitt
brúdleyp.
Hevur nógv
á skránni
– Eg havi nógv at gera í summar. Nú
hevur annars verið nokkso stilt eina
tíð, men kalendarin er nokkso fullur í
summar, greiður Guðrun frá. Hon
spælir nógv til veitslur og tílíkt serliga
saman við gittarleikara sínum Henrik
Nielsen, men eisini onkuntíð við
klaveri og saksofon afturat teimum.
Fyrsta tiltakið á skránni er leygar
kvøldið, tá Guðrun og Showmenn fara
á pall saman í Mentanarhúsinum í
Fuglafirði.
– Eg eri nokkso nervøs, hugsi
kemur nakar? Hvør kemur? Fara tey at
dáma tað? Eg havi spælt saman við
Showmonnum einaferð fyrr, tað var á
Summar Festivalinum. Tað var forbiðið
feitt, sigur Guðrun, ið eisini gleðir seg
til at sleppa á pall í Føroyum aftur.
Guðrun hevur gjørt tvær fløgur,
tann fyrra hevði hampulig sølutøl og
var givin út sum vinningur fyri Stjerne
For En Aften, meðan tann seinna við
bert lániløgum var minnið væl eydnað.
Í ekstasu í eitt
hálvt ár
Men hvussu minnist Guðrun aftur á
tíðina fyri fýra árum síðan, tá hon vann
Stjerne For En Aften?
– Eg minnist, tá eg sendi inn til
kappingina, eg var so spent. Eg
spældi eitt lag hjá Celine Dion inn, og
sendi tað inn í síðstu løtu, greiður
Guðrun frá.
– Eg fekk longu í august boð um,
at eg skuldi til casting í januar, so í eitt
Samrøða
Orð: Niels Uni Dam,
nielsuni@sosialurin.fo
Myndir: Símun Jóannesarson
Guðrun Sólja trívist
væl í Keypmannhavn