Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 22

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 62 - 28. mars 2007 tíðindi Arnstein Niclasen Var enn einaferð inni í List­askálanum fyri at vitja framsýningina av lista­ verk­un­ um eftir Ruth Smith (1913- 58), og sum spenna yvir alt hennara vaksna æviskeið. Framsýningin, ið endar tann 9. apríl, er komin í lag saman við útgávuni av bókini: Ruth Smith – Lív og Verk, ið er skrivað av Dagmar Warming. Teksturin er so hvørt týddur til enskt av Karin Kvist og til føroyskt av Mortani Ólason Vang. Leiðin Tað er í seinum tíma, at søg­an um Ruth er komin í stropa. Fá – um nakar - kendu hana væl og hennara samtíð er víkjandi ella farin av minnispallinum. Hon fór hiðani á bestu árum, og helst verður hennara lagnuleið ongantíð lýst til fulnar. Tí gamalt er, at eingin kennir mein í annans bein. Men framsýningin, øll sum hon er - bæði myndir, skitsur og brotini úr fikku­ bók hennara - ber boð um framúr listaligar gávur, eina tráan móti tindinum, um strev og áræði, men eisini um mót­burð og skerdar um­støð­ur til bæði at virka og vinna. Ruth var fødd í Vági. Hon misti pápan bara 9 ára gomul av tuberklum, og næst­yngsta systirin, Lina, varð eisini smitt að og skerd fyri lívið. Eftir sat mamman við 5 børnum millum 1 og 13 ár. Ruth gekk við posti í heimbygdini, men fór 17 ára gomul niður til Danmarkar at arbeiða. Tíðin tá var - har sum her - merkt av fátækt og ófrætt a. Ruth gekk – meðan hon eisini hevði strævið arbeiði framíhjá - á Bizzie Høyers Tegneskole í 1933/34. Kom so heimaftur eitt skifti. Men slapp so inn á Kunstakademiið og var har árini 1936-1943 við Aksel Jørgensen, professara, sum lærara. Bizzie Høyer (1888- 1977) átt i at fingið eitt pláss í kynstursøguni - eisini tí føroysku. Hon, sum var við til at leggja lunnar undir fleiri av okkara bestu listafólkum: Ruth Smith, Ing­ álv av Reyni, Hans Hansen og Terja Skýlindal - umframt fleiri navnframar danir so sum: Ejler Bille, Richard Mortensen og Sonja Ferlov. Heppið er tað tí, at ein mynd er til (á síðu 25 í bókini), har Bizzie sjálv hevur teknað eina fína skitsu av Ruth: ung, vøkur og í djúpari konsentratión frammanfyri staffeliinum. Framsýningin Framsýningin er fyri leik og lærd og tískil gevandi á ymiskum haglendi. Hugdi sjálvur hugtikin at teim litríku og margfaldu umskiftunum í sjálvsmyndunum hjá Ruth, táið ein av okkara lærdu (og bestu) listamonnum kom framvið. Men honum dámdi eisini sera væl tær hug­takandi andlitsmyndirnar av ”Peturi hjá Lisu”, serliga hana á síðu 187 í bókini. Soleiðis er. Tað veldst um eygað, ið sær. Tey kønu hava í øldir kann­að og verið hugtikin av meistaraverkinum av Monu Lisu við sínum rakaðu eygna­ brúm og ambivalenta smíli, og sum – kanska kvinnum líkt ? – skal eitast fyri at hylja alt - heilt frá duldari ást til brendar tenn (!). Og alt gott um tað. Men vinur mín, ger tær tann beina, far og hygg at sjálvsmyndunum av Ruth, ið fáa sjálvan Paul Cézanne fram úr goymslu hugans. Ikki minst permumyndin á bókini. Næstan øll í reyd­ ligum tónum. Gløgga eygað og dragið um munnin. Eitt andlitsbrá merkt av langtan og mótburði, vónum og vón­ brotum, áræði og strongd og av einum lívlangum jákupskampi - ! Ikki er neyðugt at nema við fleiri verk her, tí høv­ undurin, ið er lærd í listfrøði, hevur í bókini á løtt um og livandi máli lýst fleiri av listaverkunum og hevur har greitt frá tí, ið hon heldur seg síggja og hevur fingið at vita um Ruth og umstøður hennara. Tann kenda orðalýsingin av enska listfrøðinginum W.G. Constable er nakað soleiðis:” Ein listfrøðingurin veitir grundarlagið fyri at kunna fata mál listamansins; meðan listafatanin er ikki hansara fremsta uppgáva.” Morell Ruth giftist í 1945 við Poul Morell Nielsen (1919-90), arkitekti. Hjúnini flutt u heim til Vágs at búgva í 1948, hóast tað at vinnuligu møgu­leikarnir í teimum árun­um vórðu munandi avmarkaðir fyri tey bæði. Tey búðu eisini nøkur á úti á Nesi, haðani Ruth hevur síni mest afturvendandi motivir. Hjúnini flutt u í 1957 við báðum dreingjunum í egin hús, ið Poul hevði teknað. Poul var øðrvísi og hevði ikki somu lívsáskoðan sum Ruth. Hann var - heilt frá skúlaárunum í Aalborg og meðan teir lósu í Kjøpinhavn - vinmaður við tann heldur óspekta Hans Lyngby Jep­ sen, rithøvund, sum sæst í endurminningunum hjá Lyng­by. Annars var Poul við í frælsisstríðnum undir krígnum og ikki sørt skemtari eisini. Ein dagin kom hann inn í smiðjuna í Vági við einum sylindara til at borað út og segði:”Porkeningerne siger, at mit hus ligner mere en fæstning end et hus, og derfor skal fæstningen ha’ en kanon!” Og kanónin bleiv so riggað til og skotið varð við henni - eitt nú táið kongavitjan varð! Ruth Eingin veit frá einum at siga. Og hugvekjandi er yrkingin: Til Ruth av Karteni Hoydal. Men onkursvegna er eisini ein feril at finna av lagnu Ruths í øðrum yrkingum eitt nú eftir Karin Boye (1900- 41): Rustad, rak og pansarsluten gick jag fram – men af skräck var brynjan gjuten och af skam. ----- Mäktigt är det späda livet mer än järn, fram ur jordens hjärta drivet uten värn. Våren gryr i vinterns trakter där jag frös. Jag vil möte livets makter vapenlös. Og loksins er bara eftir at siga, at framsýningin er verd eina vitjan, ja, helst fleiri. Ruth Smith í Listaskálanum Frá framsýndingini í Listaskálanum Ruth Smith (1913-1958)