mikudagur 28. mars 2007síða 21
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 - 28. mars 2007
21
tíðindi
Nordisk Film boðar í
sínum tíðindaskrivið
um biografkonsertir
nar við Høgna Lis
berg frá, at biograf
høli eru sera vælegn
aði til tónleika fram
førslur, á konsertini í
Metropol biografin
um í Keypmannahavn
fingu áskoðararnir
sjón fyri søgn
Konsert
Orð & myndir: Niels Uni
Dam, nielsuni@sosialurin.fo
Høgni Lisberg spældi í týs
kvøldið fyrstu av trimum
biografkonsertum í Dan
mark. Konsertin í Keyp
mannahavn var sera væl
eydnað. Høgni og bólkur
hansara eru við tíðini vorðnir
sera væl samanspældir, og
hetta merkti konsertina. Hon
varð flott avgreidd.
Í biograf í góðveðri
Tað tyktist annars eitt
sindur løgið at skula inn í
biografmyrkrið í góðveðr
inum í Keypmannahavn
týskvøldið. Hóast klokkan
var sjey um kvøldið vísti
hitamálarin á Ráðhúspláss
inum 10 hitastig, og sólin
skein frá einum bláum himli.
Her var meira upplagt at fara
ein gongutúr eftir Stroynum,
enn at fara niður í kjallaran
á Rådhusarkaden á konsert.
Men niðri í salinum vísti
løtan seg at gerast ein av
teimum heilt góðu.
Væl vald løg
Skráin hjá Høgna er nú
vorðin so umfatandi, at
hann kann velja og vraka
hvørji løg hann spælir.
Hetta gevur møguleikar
fyri valum og frávalum,
ið kunnu vera heppin ella
óheppin. Sjálvandi eru løg,
ið ein kundi sakna, serliga
nøkur av betru løgunum á
fyrstu fløguni hjá Høgna,
ið heilt var tikin av skránni.
Men tað kemst ikki uttanum,
at á hesi konsertini virkaðu
eingi løg, sum veikar løtur.
Eisini var skráin á onkran
hátt samanhangandi og eins
tátta á tann góða mátan.
Hóast konsertin var umleið
ein tíma, so kendist løtan
alt ov stutt. Undirhaldið var
stutt sagt so framúr gott. Frá
fyrstu løtuni við kontri og
hilla-di-hey kenda Just Dig
til síðstu tónarnar av Dylan
klassikaranum All Along
The Watchtower, ið var
eykalagið hetta kvøldið.
Nýggja hæddarpunkt
Nøkur løg kunnu hálast fram
sum serliga væleydnaði, eitt
nú tað undurfulla Morning
Dew, Léla og altíð góða
Learn To Ride On Waves.
Men eisini tey bæði nýggju
løgini The Birth Of Stars og
Being Out Of Town vóru
hæddarpunkt. Í nýggju løg
unum tykist Høgni at brúka
røddina til fulnar. Bólkurin
tyktist eisini serlig væl
koyrandi í hesum báðum
løgunum.
Vakurt grafiskt
fylgispæl
Afturvið
framsførsluni
vóru filmsbrot og ymiskur
grafikkur sýndu á løriftinum,
hetta riggaði sera væl. Serliga
stuttligt var at síggja ymisku
grafisku improvisatiónirnar
yvir fyrra fløguhúsan til
Morning Dew. Eg havi
ongantíð verið fjeppari av
hesum húsa, men á biograf
konsertini fekk hann nýggja
og djypri meining.
Tørvar nýggjan gittar
Samanumtikið taldist hetta
millum tær heilt góðu kon
sertirnar hjá Høgna og
bólki hansara. Men karm
arnir lyftu konsertina enn
longur upp. Tó kann eg
ikki lata vera við at fýlast
at ljóðinum, serliga fyrstu
løtuna var bassurin dekan
ov harður og trupult var at
hoyra tann eina gittarin, tað
skiltist, at hetta var orsakað
av tøkniligum trupulleikum
við júst hesum gittara, men
hetta batnaði eftir eini løtu,
tá ljóðmaðurin við skynsemi
fekk arbeitt rundanum um
trupulleikan. Eitt sum ikki
batnaði var tann evindaliga
stemm ingin av gittaranum.
Høgni Lisberg hevur uttan
iva tørv á einum nýggjum
gittara, tí millum hvørt lag
gekk ein løta, har Høgni
stemm aði gittarin. Hetta var
stutt sagt irriterandi.
Bygdasligt á tann
góða mátan
Tað er okkurt so deiliga
sjarmerandi bygdasligt við
tónleikinum hjá Høgna, hetta
kom veruliga til sjóndar á
konsertini, og eg fekk á
onkran hátt nakrar Bruce
Springsteen kenslur av at sita
og hoyra bólkin. Serliga kom
hetta sjarmerandi bygdasliga
til sjóndar í lagnum Desert,
har allir tónleikararnir reist
ust frá sínum ljóðførum og
sungu og spældu í flokki
fremst á pallinum, millum
annað við Brandi Jacobsen
standandi og bukandi á eina
trumm u við kustum. Herlig
løta.
Konsertferðin helt fram
í BioCity í Odense miku
kvøldið og hóskvøldið kl.
19.00 spælir Høgni í Biocity
í Århus. Konsertferðin verð
ur fyriskipa í samstarvi við
Nordisk Film Biografer
A/S.
Setlisti hjá
Høgna Lisberg
á konsertini
1. Just Dig
2. Stargazers
3. Léla
4. Morning Dew
5. Stand By My Side
6. The Birth Of Stars
7. Been Out Of Town
8. Desert
9. How Many Times
10. Rise & Shine
11. Learn To Ride On
Waves
12. All Along The
Watchtower (eykalag)
Vøkur
biograf-
konsert
við Høgni
Lisberg
Fríggjadagin 30. mars kl. 14:00
skipar Vinnumálaráðið fyri móttøku í hølunum
hjá Menningarstovuni á Bryggjubakka 12
í sambandi við, at Kjartan Kristiansen
fer frá sum stjóri.
VINNUMÁLARÁÐIÐ
Móttøka fyri
Kjartan Kristiansen
Høgni og
bólkurin spældu
tey villaru løgini
við stórari orku
Brandur Jacobsen á
trummum legði trygga botnin