mikudagur 28. mars 2007síða 20
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 62 • 28. mars 2007
MIÐvikan
Forstand. Gode Kone, nu har han
det godt, det er ikke at tænke
noget andet. Gud lade os alle
samles med ham i de dejlige
Boliger hist oppe i de lyse Sale
hos Gud i Himmelen.”
Tann 3. apríl skrivar Apolonia
aftur til Fríðrik, har hon m.a.
sigur:
»Vit fingu í dag brøvini frá tykk
um, sum vit takka hjartaliga fyri,
og vit kunnu ikki Gudi fulltakka,
at tit eru so dánt mentir at siga
okkum frá teimum syrgiligu til
burðum, ið tykkum hava hent.
…..
Men okkara vælsignaði Poli.
Hann gloyma vit ikki, og hjartað
má svíða, tá vit hugsa um tann
stóra missin, vit mistu við honum.
Hann sum var uggari okkara og
vónin, men minnini hava vit eftir
hann, og Gud skal hava takk og
lov fyri, at hann unti okkum at
eiga ein so vælsignaðan son.
Vit eru fegin, mín góði maður,
at Harrin unti tær at vera hjá
honum í deyðastundini og nú
kanst fortelja okkum um tey
síðstu orðini, ið komu um hansara
vælsignaðu varrar. Likam hansara
var sjúkt, men ondin var frísk.
Tað vitna tey orð og tann heilsan,
hann var mentur at senda okkum
heim. Hóast hansara sváru likams
neyð var hann mentur at siga eitt
troystandi orð til syrgjandi faðir
og móður sína, og ta kraft fekk
hann omanifrá, frá Gudi í himli,
honum sum hann nú er komin til.«
Koma á Reykjavík.
Tá ið teir koma á Reykjavík,
tók Alfred Petersen, sjómans
trúboðari, ímóti, og royndi hann,
alt hann kundi, at vera um og
hjálpa monnunum í hesi ræðuligu
støðuni, teir vóru í.
Danska sendistovan í Íslandi
skipaði fyri, at jarðarferðin skuldi
vera 24. mars úr dómkirkjuni í
Reykjavík. Kirkjan var fullsett,
og tað var eisini umboðan frá
fremstu monnum Íslands. Tað
lógu fýra føroysk skip inni, og
manningarnar á teimum vóru
eisini við til jarðarferðina.
Vit endurgeva frásøgnina hjá
Fríðrikki Klein frá jarðarferðini í
umrødda brævi:
»I gaar foregik Begravelsen.
Det var saa stor Højtidelighed,
som ikke har været før i
Reykjavík. Domkirken var pyntet
af færøske Piger. Kisterne var
pyntede i Kirken. Kirken var fyldt
med folk og lige meget stod
undenfor. Saa god en Gravtale
har ingen hørt før. Færinger,
som var inde, bar kisterne fra
Domkirken til Kirkegaarden. Saa
stor en ligskare har ikke været
før. Alfred Petersen talede på
Kirkegaarden.«
Kona lovaði at halda
grøvina.
»Jeg og Poul (sonurin) var paa
Kirkegaarden i dag. Da vi stod
på Graven kom en Kone til os.
Hun sagde: ”Hils din bedrøvede
Kone, jeg skal pynte Deres Søns
grav. Det kan være en liden Trøst
for din Kone.” Hun gav os sin
adresse og bad os komme hjem
til sig i morgen. Hun skal smykke
graven lige saa godt som den var
hjemme«.
Tað áhugaverda er, at grøvin
hjá teimum á Acorn tykist at vera
munandi betur røkt enn grøvin hjá
teimum á “Onnu” sum er beint
við. Gullstavirnir á steininum
síggja út sum nýggir, og ein keta,
sum er kring grøvina, sær eisini
út til at vera nýsmurd. Tað tykist
sum at henda grøvin hevur onkran
góðan. Spurningurin er, hvør tað
kann vera!
Tað skal verða nevnt, at Grímur
Eysturoy tók sær í nógv ár av
hesum grøvum, men tað er langt
síðani, at hann fall frá.
Hans Dorius verður
jarðaður
Í brævi dagfest 29.3 skrivar
Fríðrik m.a:
»Nu i dag bliver en af vores
Kammerater (Hans Dorius Mørk
øre) baaret til sit sidste Hvilested,
og Gud hvor er det trist for os
og for dem som staar nærmest
til den hensovede. Din Broder
(Jákup Pauli Biskopstø) er lidt
bedre. Doktoren har Haab om, at
han kommer til at leve.«
Teir vórðu jarðaðir í gamla
kirkjugarðinum í miðbýnum í
Reykjavík. Á grøvini er settur ein
prýðiligur steinur, sum Óli Arge,
e, abbi Niels Juel, hevur gjørt.
Her kann verða skoytt uppí, at
Poli var fyrstu ferð farin til skips í
1927, og tað var eisini við Acorn.
Hetta sæst í hansara sjófartsbók,
sum ættin hevur í varðveitslu.
Fríðrik, pápi hansara, doyði longu
tvey ár seinni av sjúku.
Ræðulig støða, men
máttu út aftur at fiska
Restin av manningini var sjálv
sagt í eini ræðuligari støðu.
Hvat skuldu hesir neyðars menn
gera. At fara heim hjálpti einki.
Teir høvdu framvegis brúk fyri at
útvega sær inntøku og fáa túr,
so teir manna skipið av nýggjum
við íslendingum fyri teir, sum eru
farnir, og teir gera túrin lidnan.
Dinnafía: Tíðindini
koma til Gjáar
Eg var knapt 11 ár tá, og eg
minnist, hvussu vit frættu um
hendan sorgarleikin. Vit vóru
í skúla, og vit høvdu verið við
hús til morgunmatar og vóru
farin oman aftur í skúlan. Eitt
av skúlabørnunum var Fía í
Oyndarfirði, sum livir enn við
Gjógv. Hon búði hjá abbasystur
síni hjá Debusi, har telefonstøðin
var. Tíðindi til bygdina komu altíð
fyrst hagar. Vit síggja, at Fía situr
og grætur, tá hon kemur aftur
í skúlan. Vit halda hetta vera
so undarligt og vita ikki, hvat ið
bagir.
Eina løtu seinni bankar á
hurðina. Tá er tað Sofus Debes,
sum hevði telefonstøðina. Hann
rópar læraran Jóhan Kallsoy
útum. Tá lærarin kemur inn aftur,
gevur hann okkum frí. Vit fóru so
til hús, og eg fór eystur til okkara
við talvuni, sum vit høvdu við
okkum í skúla at skriva á. Eg fór
so út aftur og niðan á Rætt.
Frida, hon var javngomul við
meg og var dóttir Jákup Paula
Biskopstø, var farin niðan til
teirra í Ólastovu.
Eg sat so inni uppi á Rætt.
Fyrst kom so ein kona inn. Hetta
er Elspa, mamma Meinhard
Djurhuus. Og hon sigur: “Oy
Jesus, hvat man vera áfatt.
Sofus fór við bláari húgvu heim
í Ólastovu.” Bláar húgvur vórðu
vanliga nýttar til jarðarferðir.
Jarðarferð var eingin, so tað var
ikki ringt at gita, at her var talan
um ófrættaboð.
Abbi situr á bríkini, og so fer
hann út. Dinna, systkinabarn
mítt, fer eisini út, og hon er
tað fyrra, sum kemur inn aftur
grátandi. “Oy Jesus,” sigur hon,
“Hans Jacob í Ólastovu er deyður,
Hans Jacob yviri í Geil er deyður,
Poli á Tarafløtti er deyður og
gamli Djóni er deyður. Eldur hevur
verið umborð í Acorn”. Tað vóru
eini forferdilig tíðindi.
Boðini koma í
Ólastovu
Frida segði mær, at hon kemur
eins og hini heim úr skúlanum
hendan dagin, og at hon og
mamma hennara, Hansina, vóru
einsamallar inni. Mamman
spyr: “Er tú longu aftur?” “Jú,
vit hava fingið frí,” sigur Frida.
Tær báðar fara so at vaska skinn
í kjallaranum. Nú hoyra tær, at
onkur kemur inn, og tær fara upp
at vita, hvør tað var.
Tá er tað Sofus Debes við
bláari húgvu!
Tað fyrsta, mamman sigur, er:
“Eru teir deyðir?” “Jákup Pauli
livir,” var svarið, og tá skilti hon,
at hetta mátti merkja, at sonurin
Hans Jacob var deyður.
Tað var ein forferdiligur dagur.
Hansina fekk ikki at vita beinan
vegin, at Jákup Pauli var so illa
brendur.
So kom prestur, eg haldi, at tað
var Fibiger Jensen. Hann kom inn,
og Hansina var í songini.
Maður til systur Hansinu, Annu
Sofíu, Dánjal Rasmus Joensen,
var eisini við Acorn, men hann
hevði ikki fingið skaða.
Anna Sofía kom so eisini við
inn í Ólastovu, og hon skuldi eisini
vera í stovuni tá prestur kom. Hon
sigur so prestinum, at maður sín
var eisini við, men hann kom ikki
til skaða. So spyr Hansina: “Er
nakar komin til skaða?” “Din mand
er en,” svarar prestur. Hetta var
sjálvsagt ikki minni hvøkkur hjá hesi
neyðars konu.
Jákup Pauli og Hansina áttu
tveir synir og eina dóttur. Hin
sonurin, Poul, var omandottin í
Gjónni trý ár frammanundan, 12
ára gamal. Hetta var eisini ein
kvøkkur í bygdini. Jógvan Sofus
var í Gjónni, tá ið hetta hendi.
Hann sá ikki dreingin detta, men
hann hoyrdi klamsið.
Heini Festirstein var ein av teim
um sum royndu at køva eldin. Tá
tað næstan var eydnast hoyrir
Heini eymkan frá einum manni
í lugarinum. Hann loypur fram
og finnur Jógvan í Andrasstovu
av Eiði, ið stendur framman fyri
pálstyttuna við høvdinum móti
skarpinum. Heini tekur Jógvan, ið
var brendur, um ikki so illa sum
hinir, upp í kneppið og bar hann
upp á dekkið.
Ein funningsmaður, Dánjal
Pauli Olsen, var kokkur. Hann
plagdi ikki at vera til skips, hann
20
➙
Jákup Pauli umleið 1940 við abbasoninum Poul Hans Jacob (Debes),
uppkallaður eftir báðum mammubeiggjunum, sum doyðu blaðungir.
Hansina, kona Jákup Paula
Jákup Pauli áðrenn vanlukkuna. Hann
royndi til fánýtis at bjarga soninum úr
eldhavinum