Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 19

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dinnafía 2.partur Søgan hjá føroyskum fiskimonnum er full av syrgiligum vanlukkum, sum hava kostað hundraðtals mannalív. Ein av hesum var, tá ið eldur kom í lugarið á Acorn í 1928, og sjey menn doyðu. Grundað á skrivligt tilfar og frásøgnina hjá Dinnufíu verður henda hending lýst, og skal henda frásøgn vera vígd minninum um teir, sum doyðu við Acorn. Tað er eydnast okkum at fáa myndir av seks av teimum sjey monnunum. Tað mest ræðuliga, sum Dinnafía minnist, er vanlukkan, sum í 1928 hendi við Acorn, og sum kostaði sjey av manningini lívið. Av hesum vóru fýra gjáarmenn. Sjálv vanlukkan er væl kend og er niðurskrivað, m.a. í Gjáar søgu hjá Petur Jacob Sigvardsen, og tí hava vit bert ein samandrátt av henni. Men tað, sum fyrstu ferð kem­ur á prent í hesum partinum av samrøðuni við Dinnufíu er frá­ søgnin um, hvussu bygdar­fólkið við Gjógv upplivdi hesa vanlukku. Vanlukkan var so ræðulig, at tað varð ongantíð tosað um hana við Gjógv. At henda søgan nú kann koma fram, er fyrst og fremst einastandandi minninum hjá Dinnufíu fyri at takka, eins og virðismikil íkøst eru fingin frá ættini hjá teimum, sum vóru við. Hetta var í teirri tíðini, tá ið skipini nýttu karbid sum ljós á dekkinum. Karbid var eitt slag av gassi í einum dunki. Tá vatn kom at gassinum gjørdist ein flamma, sum var eitt gott arbeiðsljós. Men sum alt við eldi, kann tað eisini gera stóran skaða, um tamarhaldið á honum verður mist. Teir mynstra 12. mars í Klaksvík, og eru tískil júst byrjaðir túr, tá vanlukkan hendir 20. mars. Tað er illveður og Acorn fær ein sjógv, sum eisini fyllir niður í lugarið, og ein karbiddunkur rullar fram á dúrkið úr eini seglkoyggju, har karbiddunkarnir vóru goymdir. Tá sjógvur kemur fram at honum, fer dunkurin at gassa. Dunkurin brestur, og alt er í einum loga í lugarinum og gongini. Í lugarinum er ein stórur part­ ur av manningini, og millum hes­ar eru feðgarnir Jákup Pauli Biskopstø og sonur hansara 17 ára gamli Hans Jacob. Jákup Pauli kundi verið sloppin upp, men í eini roynd at bjarga soni­ num, sum var í koyggjuni, leyp hann fram aftur í tað logandi lugarið, hóast hann longu tá var illa brendur. Hann fekk sonin upp úr lugarinum, men hann doyði eitt samdøgur seinni. Tað eydnaðist at køva eldin við einum vátum segli, sum teir hildu frammanfyri sær. So var roynt at fáa fatur á teimum monnum, sum eftir vóru í lugarinum, og at fáa teir upp á dekkið. Hesir vóru allir so illa brendir, at næstan allir máttu berast upp og aftur í kahúttina, har roynt varð sum frægast at binda um sár teirra, og annars at veita teimum tað sindrið av hjálp, ið fáast kundi úr medisinkistuni tá á døgum. Hetta var ein ræðulig støða við sjey deyðum og doyggjandi monnum umborð, og fleiri, sum vóru brendir, men yvirlivdu. Fleiri doyðu beinanvegin, men Hans Jacob Joensen doyði o.u. 22 tímar eftir vanlukkuna. Hans Dorius Mørkøre doyði á sjúkrahúsi í Reykjavík 26. mars. Hann var 20 ár, og hann var for­lovaður við Astu av Eiði, sum seinni giftist við Absalon Østerø, bónda í Útistovu á Trøllanesi. Teir fara so at sigla á Reykja­ vík, men fyrst máttu teir fara í lastina at lempa salt, tí skipið hevði fingið slagsíðu av brotinum, teir fingu, tá saltið fór út í annað borðið. Hendan morgunin var strúkur í vindi, og siglt varð vestureftir allan dagin. Mikudagin 21.mars var hvassur vindur av útsynningi suðri. Kl. 11 um kvøldið er bæði stormur og kavarok, so tað var ikki hugsingur um at sigla, men tann 22. koma teir loksins inn á Reykjavík. Sum Petur Jacob skrivar ber illa til at ímynda sær ta ófatiligu líðing, neyð og sálartrega, hesum monnum hevur verið fyri. Av sjó­frágreiðingini sæst, hvussu ein fyri og annar eftir doyði fyri eygum teirra, meðan teir í hálvtriðja samdøgur stríddust bæði hjálparleysir og vónleysir at fáa hesar illa brendu menninar undir læknahond. Ja, so stór var neyðin, og so stórt var vónloysið umborð, at lívsmegin eisini fór a fjara úr teimum, sum ikki vóru skaddir, og ein teirra orkaði ikki meira og setti seg í stýrhúsið at doyggja! Síðstu orðini hjá 16 ára gamla Napoleon: “Eg fari til Gud. Troysta mammu!” Ein av teimum, sum doyðu við Acorn, var tann 16 ára gamli Napoleon, Poli. Við var eisini pápi hansara Fríðrik Klein, sum var beiggi Dánjal Klein. Beiggi Pola, Poul Erik, var eisini við. Í ættini finst brævaskifti, sum var millum Fríðrik og konuna Apoloniu eftir vanlukkuna. Hetta eru sera kensluborin brøv, og í samráð við ættina verða brot endurgivin úr hesum brøvum, og tey kunnu vera við til at lýsa støðuna hjá teimum umborð. Sigast kann, at hon er merkt av eini ótrúligari sálarstyrki og gudsótta. Í brævinum, skrivað 25.3., dagin eftir jarðarferðina, greið­ir Fríðrik fyrst frá sjálvari van­lukk­ uni. Hann skrivar, at allir sum doyðu, lógu í koyggjuni. Hans Dorius, sum doyði seinni, og Jacob Pauli sótu við borðið í lugarinum. Her skal verða endurgivin frá­søgnin hjá Fríðrik um síðstu løtuna hjá Pola: ”Vores kjære Søn hensov klokken 2 om Dagen, (sum van­lukkan hendi um morgunin). Jeg var hos ham til det sidste Aandedrag, og han sagde til mig: ”Gode Fader. Græd ikke, jeg slipper til Gud. Trøst Moder, Gud trøste hende”, bad han, og han bad sit Fadervor med klar miðvikan Siðsøguligt tilfar í Sosialinum mikudagar Óli Jacobsen olij@sosialurin.fo Vanlukkan við Acorn var so ræðulig: Eingin orkaði at tosa um hana Hans Dorius Mørkøre doyði aftaná jarðarferðina hjá teimum seks, og varð hann jarðaður í somu grøv tann 29. mars, tá hendan myndin varð tikin. F.v. síggja vit: Jógvan Mørkøre, pápi Hans Dorius, Fríðrikur Klein, pápi Pola, Dánjal Rasmus Joensen, Pól Erik Nólsoy, beiggi Pola, Karl Anton Joensen, sum var skipari og versonur Djóna og svágur Dánjal Paula, Pól Jóhannes Joensen, Jógvan Joensen, Heini Festirstein, Kristjan Jóhannes Jacobsen og Jákup Sofus Jacobsen. Teir sum ikki eru á myndini eru teir sum eru á sjúkrahúsinum skaddir, Jákup Pauli Biskopstø og Jógvan Ferdinand Hansen.