mikudagur 28. mars 2007síða 24
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
32
[ Nr. 62 - 28. mars 2007 ]
hann ein tjekk uppá 5000
kr., sum hann handaði
formanninum í Klaksvíkar
Billardfelag, Allan Larsen.
–Tit hava gjørt eitt framúr
gott arbeiði. Tit hava skapt
virðing fyri Klaksvíkini og
billardítróttini. Vit hava í
dag
hópin
av
ítróttargreinunum, alt frá
billard til fótbólt. Tað er
gott, at ítróttin spennir so
víða og er so fjølbroytt, tí tá
kunnu øll onkursvegna vera
við og kenna seg sum part
av
hesum
spennandi
umhvørvinum, sum ítróttur
er segði Steinbjørn Jacobsen
á
samkomuni
eftir
kappingina. Tað var Barok í
Klaksvík, sum var sponsor
til FM kappingina fyri
staklingar.
Føroyameistarin Hallur
Joensen saman við nr. 2
Kristian Suna Høgnesen og
nr. 3 Niels Nielsen.
Tað liggur væl fyri hjá Halli
- Tepurt tap er ein sigur
Hetta sigur verjuleikarin hjá Andorra, Toni Lima, undan
dystinum ímóti Onglandi í kvøld. – Um vit ikki tapa stórt,
er tað ein sigur fyri okkum. Tað verður ein torfør uppgáva,
men vit skulu berjast fyri ikki at lata ov nógv mál inn,
sigur maðurin, sum er verjuskansin á liðnum hjá Andorra.
Trýstið á enska landsliðið er størri enn nakrantíð undan
dystinum í kvøld. Teir hava ikki vunnið í síðstu fimm
dystunum, og tí er sigur eitt krav ímóti Andorra. Dysturin
er fluttur úr Andorra, av tí at vøllurin bert rúmar 1299
áskoðarum. Hann verður í staðin leiktur á heimavøllinum
hjá Espanyol, har pláss er fyri 40.000 áskoðarum.
Rooney skorar ikki
Í Manchester United skora Wayne Rooney hópin av
málum, men tað sær út til, at tað ikki er eins lætt at
skora fyri enska landsliðið. 21 ára gamli Wayne Ronneu
hevur ikki skorað fyri enska landsliðið í seinastu
15 dystunum, og sambært enskum miðlum komu
Ronney og enski landsliðsvenjarin, Steve McLaren,
upp at táttast eftir skuffandi javnleikin ímóti Ísrael
leygardagin. Grundin var tann, at venjarin hevði sagt
nøkur orð um Rooney og hansara skoritrupulleika, og
hetta bleiv tikið illa upp hjá unga stjørnuskotinum.
Borgarstjórin í Klaksvík, Steinbjørn Jacobsen handaði Klaksvíkar Billardfelag ein tjekk frá kommununi uppá 5000 kr. fyri tað stóra arbeiði og virksemi, sum felagið
hevur staðið fyri seinastu árini og ikki minst fyri mongu góðu úrslitini.