Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 25

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

hevði handil. Men hann var farin við sum kokkur og skuldi bert vera tann eina túrin, og hann var ein teirra sum doyði. Djóni, pápi Annu Malenu, sum var mamma bispin, hevði sovið seg inn í ævinleikan. Hann var roykeitraður. Tað vóru 13 gjáarmenn við skipinum. Karl, pápi bispin, var skipari. Hans Jákup Biskopstø var farin til skips við pápa sínum og var nú eisini deyður. Tað vóru sum sagt fýra gjáarmenn, sum doyðu í hesi vanlukkuni. Tann elsti var 61 ár, meðan hinir vóru blaðungir dreingir, 16 til 23 ára gamlir. Eg kendi teir allar sum fittar og dámligar dreingir. Eingin kann siga frá, hvussu forferdiligur stemningurin í bygd­ ini var, og hvussu hugtung øll vóru eftir hesi boðini. Ólukkan við Smyrli var hend í januar, tá ið ein dekssalong var farin fyri borð av einum sjógvi, og tey sum vóru inni í henni umkomust. Tá doyði ein gjáargenta, sum æt Dagmar Joensen. Ein, sum doyði, var úr Suðuroy. Hon skuldi eisini koma til Gjáar at ferðast til eina konu úr Sumba, sum var gift til Gjáar. Í dag hevði verið skipað fyri minningargudstænastum, so tey eftirsitandi kundu fingið eitt slag av jarðarferð. Men við Gjógv var eingin kirkja tá. Einki varð tosað um hendingina, so fólk máttu hava tað inni við seg sjálvan. Sum omma bispin fekk boðini Jóhanna á Jolluni, omma bispin, Hans Jacob Joensen, var eftir torvi tann dagin, sum hetta frættist við Gjógv. Komin heim móti bygdini hittir hon eina seks ára gamla smágentu, og hon sigur við Jóhonnu: “Nú eru hesir menninir á Smyrli aftur deyðir.” Hon var so lítil, at hon blandaði skipini saman. “Hvat sigur tú góða,” sigur hon, “hvør er deyður?” So fer hon at rokna upp: “Djóni,….”, og so nevnir hon hinar. Soleiðis frætti hon deyðsboðini av manninum, áðrenn hon fekk tey alment at vita. Seinni komu klæðini hjá deyðu monnunum heim, og tey lógu í handlinum uppi á Gjógv. Vit sóu posarnar gjøgnum vindeygað, tað var forferdiligt at síggja. Karl bleiv skipari aftur um summ­arið, men eg haldi ikki, at hann førdi skip aftur aftan á tað. Men teir brúktu ikki karbid túrin eftir við Acorn. Tyngstu spor Tá Apolonia Klein á Tarafløtti fór til gravar segði Jóhan Kalls­ oy, sum var lærari við Gjógv um hetta mundið, nøkur orð á kórsgáttini. “Tyngstu spor, eg nakrantíð havi stigið, var tá eg fór niðan á Tarafløtt at bera teimum deyðsboðini av Pola”. Hann var sonur hennara. Við vóru annars eisini maður Apoloniu, Fríðrikur og sonurin Poul Erik Nólsoy. Sofus Debes var ofta við líkn­andi boðum, tí javnan komu deyðsboð til Gjáar, eisini av fólki sum doyði av sjúku, og hansara ætt sigur, at hetta fall honum sera tungt. Tordu ikki at møta fólki Sum rímiligt er, hevur tað verið tungt hjá teimum á Acorn at koma heim aftur. Um hetta hava vit eina frásøgn frá Jógvan Mørk­ øre í Hósvík. Abbi hansara, Jógvan í Skúla­ num á Eiði, var bestimaður, og sonur hansara, Hans Dorius, var ein sum doyði. Teir vóru fimm eiðismenn, sum fóru avstað, og bert tríggir teirra komu heimaftur. Hin, sum doyði. var Hans J Jacob­ sen. Sum hjá hinum av manningini var tað sera lítið, sum Jógvan vildi greiða frá hesum tilburði. Men onkuntíð kundi hann siga eitt sindur frá. Hann greiddi eisini frá, hvussu tað var at koma heim. Hjá honum var tað serliga ringt, tí hann kom heim uttan sonin. Teir komu til gongu til Eiðis, og hava helst verið settir av í Funningi. Hetta var í dagslýsi, men teir vildi ikki koma oman í bygdina, meðan ljóst var. Tað stóð so nógv á teimum, at teir vildu ikki møta fólki. Tískil bíðaðu teir, til tað var blivið myrkt, áðrenn teir fóru til hús. Jákup Pauli og hansara lagna Jákup Pauli kom heim aftur til Føroyar í august mánaði í fyrsta umfari eftir at hava ligið á katólska hospitalinum í Reykjavík. Fyrst kom hann á hospitalið í Havn. Jógvan Sofus, maður mín, vitjaði hann saman við pápa sínum Jóhan í Blásastovu. Jákup Pauli var heilt ókenniligur, so illa andlitið var brent. Jógvan minnist, at einaferð sigur pápi hansara við Jákup Paula, tá teir prátaðu saman: “Nú kenni eg málið!” Jákup Pauli kemur síðan norður til Gjáar til jóla, og nú legst hann oman á alt við meslingum. Hvørki hann ella konan høvdu havt meslingar, og nú er hann smittaður á hospitalinum. Men hann varð tó vist ikki so ringur kortini. Jákup Pauli fór síðan nokk so skjótt niður á ríkishospitalið. Jákup Pauli var so illa brendur, at hann hevði mist, nøs, oyru, og serliga vinstra hondin var illa farin. Hansara eygnalok vóru eisini farin, og Jákup Pauli bar altíð myrkar brillur, sum hann mátti binda um nakkan, tí oyruni vóru mestsum burtur. Um náttina svav hann við bindi fyri eyguni, tí hann fekk ikki blundað. Hann mátti tola ómenniskj­ ansliga pínu fyri at koma fyri seg aftur. Teir máttu gera honum nýggja nøs burtur úr arminum. Hetta varð gjørt uttan doyving. Armurin varð lagdur soleiðis, at hann skuldi vaksa saman við tí, sum var eftir av nøsini. Soleiðis lá hann í tríggjar mánaðir, og síðan var nýggj nøs skorin burtur úr arminum! Bispur sigur, at Gudmund Bruun, prestur, plagdi at vitja Jákup Paula á sjúkrahúsinum niðri. Jákup Pauli kemur heim Hann var niðri alt 1929. Hann kom ikki aftur fyrr enn í apríl 1930, og tá eru tvey ár farin síðan vanlukkuna. Tann dagin hann kom aftur var ikki veður at sigla til Gjáar, og tí kom farturin til Funnings. Tað var so ofta, at børn fóru at bera viðføri til Funnings fyri fólk, sum komu og fóru við fartinum. Nr. 62 • 28. mars 2007 MIÐvikan 33 Jarðarferðin í dómkirkjuni í Reykjavík 24.mars 1928. Gravsteinurin í kirkjugarðinum í Reykjavík. Umframt nøvnini er hetta bíbliuorðið: Teir skoðaðu stórverk Harrans og í dýpinum undir hans. Í neyð síni heittu teir á Harran og hann hjálpti úr trongdum. Sálmarnir 107, ørindi 24 og 28 Manningin 1. Carl Anton Joensen, skipari 2. Joen Joensen 3. Hans Jacob Joensen, 23 ár 4. Poul Erik Nólsoy 5. Christian Johannes Jacobsen 6. Frederik Klein 7. Poul Johannes Joensen 8. Napoleon Klein, 16 ár 9. Daniel Rasmus Joensen 10. Hans J Biskopstø, 17 ár 11. Jacob Sofus Jacobsen 12. Djone Debes, 61 ár. 13. Jacob Pauli Biskopstø, allir frá Gjógv 14. Joen Mørkøre, bestimaður 15. Heini Festirstein 16. Hans Dorius Mørkøre, 20 ár 17. Hans Jacob A. E. Jacobsen, 21 ár 18. Joen F. Hansen, allir av Eiði 19. Daniel Pauli Olsen, úr Funningi, 32 ár Teir, sum doyðu, eru undirstrikaðir. Skyldskapur millum manningina: 12 var verfaðir 1 og 19. 14 var pápi 16. 6 var pápi 4 og 8, og kona 6 var systir 13. 7 var pápi 1, 9 og 15. 5 og 11 vóru brøður. 13 var faðir at 10 og systir 13 var kona 6. 3 og 10 vóru systkinabørn. Mammurnar vóru systrar. Teir vóru uppkallaðir eftir abbanum í Horni, sum gekk burtur við Samløguni í 1884. Kona 7, Anna Sofía, var hálvsystir 13 og hálvsystir konu nr. 6. Hetta merkir, at 1, 9, 15, 4, 8 og 10 vóru systkinabørn.