Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-28, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 28. mars 2007síða 26

‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 62 • 28. mars 2007 Eg var so farin til Funnings, og eg hevði borið viðføri fyri onkran, sum skuldi avstað. Tá var eg 13 ár. Tá kemur Jákup Pauli aftur niðri frá. Eg minnist, at eg var biðin um at bera eitt kuffert hjá honum. Eg bar tað so líka út í Ólastovu. Jákup Pauli var undan mær til hús. Mamma Jákup Paula, Lisa, var so gomul tá, at hon lá bara í seingini. Eg kom so inn við kuffertinum. Tá kom Hansina út. Hon hoyrdi, at fólk kom inn. Eg sigi, at eg eri komin við kuffertinum. Tá sigur hon: “Oy Jesus, sum Jákup Pauli sær út!” Hansina fer so inn aft­ur í stovuna, og eg hoyri hana siga við vermammuna: “Jákup Pauli hevur keypt tygum hesar morgunskógvarnar”. So umhugsin var Jákup Pauli hóast sína ringu støðu! Men hon kom ikki úr song­ ini aftur og doyði skjótt eftir, so teimum fekk hon ikki brúk fyri. Jákup Pauli fór ikki til skips aftur, men hann byrjaði beinanvegin at venja seg við at arbeiða aftur. Hann fór at arbeiða inni og at gera ymiskar lutir, sum rammar og smá borð. Eisini fór hann at karða og spinna. Sum fráleið kom hann at gera næstan alt arbeiði heima, og man hava havt ótrúligar kreftir. Tað var ikki alt, hann kundi gera, sum t.d. at greipa fisk, men hann kundi fletta, velta, skera torv og nógv annað. Hann róði eisini út. Spurningur er, hvussu eitt húski kundi klára seg, tá forsyrgjarin knappliga var so óhjálpin. Men her kom føroyska hjálpsemi aftur at standa sína roynd. Frida segði frá mammu síni, at pengar komu ymsastaðni frá, men hon visti ikki frá hvørjum, tí tey vóru ónevnd. Tað var skipað fyri innsavning til Jákup Paula niðri, meðan hann lá sjúkur har, og henda gav kr. 3.000. Tað vóru eisini fólk, sum hjálptu teimum t.d. við at hoyggja. Ann­ ars var nógv jørð í húsinum, so hetta bøtti um støðuna. Men royndirnar hjá hesum plágaða húski vóru ikki av við hesum. Bert tvey ár seinni doyr Hansina, kona Jákup Paula av sjúku. Tá var Frida 15 ára gomul og hevði mist mammu og tveir beiggjar, meðan pápin hevði hetta stóra meinið. Frida giftist seinni við Tummas Debes og tey búsettust í Ólastovu. Hon náddi høgan aldur og doyði fyri nøkrum árum síðani. Frida og Tummas fingu 5 børn. Dóttirin Magnhild tekur til, hvussu sálarsterk mamma hennara var. Hetta kom ikki minst til sjóndar, tá ið hon á ellisárum kom at sita yvir síni deyðasjúku ommudóttur, sum doyði í bestu árum. Jákup Pauli var 46 ár, tá ið hetta hendi, og hann gjørdist yvir 80 ár, so hann hevði eitt langt lív aftan á vanlukkuna. Tey, sum kendu Jákup Paula, vandu seg við hansara útsjónd, men ættin hjá honum sigur, at tey, sum ikki kendu Jákup Paula, fingu sum ein kvøkk, tá ið tey sóu hann, og tað hendi seg meira enn so, at fremmand børn róptu eftir honum. Tá helt hann seg innandura. Men tað hendi eisini, tá børn hugdi at honum, at hann greiddi teimum frá orsøkini til, at hann sá soleiðis út. Men annars verður tikið til av gjáarfólki, at øll vóru góð við Jákup Paula, og sjálvur var hann eitt framúr fitt fólk. Minningarhaldið Í 1999 var nevndin í fiski­manna­­ felagnum í Íslandi, og í hes­um sambandi var hild­ið minn­ingar­ hald í gamla kirkju­garð­inum í Reykjavík fyri teir føroysku fiskimenninar, sum eru jarðaðir har, nevniliga manningunum á “Onnu” og “Acorn”. Hetta var ein minnilig og grípandi løta, har tey, sum vóru til staðar, meira enn fyrr fingu eina kenslu av korunum hjá føroyskum fiskimonnum tá í tíðini. Jóhan, beiggi Hans Dorius Mørkøre, var eisini við hendan túrin í Íslandi. Hann hevði ongan hug at fara, men Jógvan, sonurin, fekk hann yvirtalaðan at koma við sær. Aftaná var hann sera fegin um at hava verið við. Eins og onnur á ferðini fekk hann nú meira frið í sálini og kundi seta eitt slag av punktum fyri hesa hending. Aftaná var tað eisini lættari hjá honum at tosa um hendingina. Aftan á minningarhaldið í Íslandi varð hildin ein líknandi samkoma á Toftum, har filmur var vístur frá minningarhaldinum. Tá var Frida við og hevði við sær eina frágreiðing um, hvusssu hon upplivdi hesa tíðina. Vit eru fegin um, at henda søgan nú eisini er komin á prent. MIÐvikan 34 Brøðurnir Hans Jacob, doyði við Acorn, og Pól Biskopstø, datt oman í Gjónni, gjørdust bert 17 og 12 ára gamlir. Dánjal Pauli Olsen gjørdist 32 ár. Her saman við konuni Apoloniu, sum var dóttir Djóna Debes Hans Jacob Joensen, yviri í Geil, gjørdist 23 ára gamal Djóni Debes gjørdist 61 ára gamal Hans Dorius Mørkøre gjørdist 20 ár. Poli Klein gjørdist 16 ár. Hans­ara síðstu orð vóru, at nú fór hann heim til Gud, og hann bað pápa sín troysta mamm­una. Síðan bað hann faðirvár, áðrenn hann andaðist. Frida hjá Jákup Paula, 15 ára gomul. Kjólin er seymaður av konu Jóannes bónda. Jákup Pauli og Jóannes vóru væl, og hava hjúnini bæði á hendan hátt viljað víst samhuga við raktu familjuna í Ólastovu. Frida hjá Jákup Paula á Svangaskarði á Toftum í 1999, tá hon greiðir frá lagnuni hjá pápanum og beiggjanum.