mikudagur 28. mars 2007síða 28
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
36
[ Nr. 62 - 28. mars 2007 ]
Sama Merkið við síðani 1999
Merkið, sum Hallur
Sumberg, Gudmund
ur Djurhuus og
Tommy Tausen hava
við sær í Tbilisi,
hevur verið við teim
um í Kekkia, Sveis,
Luksemburg, Franka
ríki, Týsklandi og nú
eisini Georgia. – Vit
eru klárir, siga suður
oyingarnir, sum hava
lagt ein taktikk,
hvussu teir best
hoyrast millum teir
20.000 georgisku
áskoðararnar
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tbilisi, Georgia: Tað er
týskvøld í georgiska høv
uðsstaðnum Tbilisi, og vit
hava sett teimum einastu
føroysku
áskoðarunum
stevnu á kamar nummar
620 á Hotel Marriott Court
yard, at práta um, hvussu
teir fara at markera seg
undir dystinum í kvøld.
– Tað nyttar einki at rópa
ímóti 20.000 áskoðarum,
staðfestir Tommy Tausen
beinanvegin, tá samrøðan
byrjar. Men fyri at hoyrast
hava suðuroyingarnir lagt
ein taktikk. Gudmundur
Djurhuus samanber henda
taktikk við tann, sum
landsliðið ofta brúkar, har
tað verður sagt, at um
landsliðið skal hava nakrar
møguleikar í dystinum, so
verður tað upp á kontraálop
ella deyðbóltar, meðan hitt
liðið ikki ordiliga er klárt.
– Um vit rópa, tá hinir
áskoðararnir eru friðarligir,
og tað vera teir fyrr ella
seinni, so kunnu vit hoyr
ast. Eg havi roynt sovorðið
áður, tá vit spældu móti
Kekkia og bara vóru nakrir
heilt fáir áskoðarar. Tá
hinir vóru friðarligir, róptu
vit og hoyrdust. Tað fara
vit eisini at gera hesaferð,
greiðir Gudmundur Djur
huus frá.
Merkið á ferð
Við sær á stadion í dag,
hava Hallur, Gudmundur
og Tommy føroyska flagg
ið, Merkið, sum hevur fylgt
teimum á mangari ferð.
– Vit hava havt tað við í
Kekkia, Sveis, Luksem
burg, Frankaríki, Týsklandi
og nú Georgia. Ja, á hvørj
ari ferð síðani vit keyptu
flaggið frá 12. manni í
1999, greiðir Gudmundur
Djurhuus frá. Hann skoytir
so upp í, at tað ger tað ikki
verri heldur, at Tommy
Tausen er nærmasta familja
hjá Jens Olivur Lisberg í
Fámjin, sum teknaði Merk
ið. Jens Olivur Lisberg
var systkinabarn mammu
Tommy.
Fátækardømi, flott
náttúra og gott vín
Tá vit spyrja teir tríggjar,
hvat teir serliga hava heft
seg við her í Georgia nú
ferðin skjótt er komin at
enda, eru teir ikki í iva.
– Fátækardømi er øgiligt,
siga teir og nevna eina
gamla og ógvuliga sjúka
konu, sum lá og biddaði.
Eisini hava teir rent seg inn
í nakrar heilt ungar smá
dreingir, sum hingu seg í
brøkur teirra og kistu
hendurnar á teimum og
bóðu um pengar.
– Tað var ræðuligt, men
her síggja vit veruliga,
hvussu gott vit hava tað á
okkara leiðum, vísur Hallur
Sumberg á.
Fátækardømi er óhugna
ligi
parturin
av
teirra
upplivingum í Georgia,
men tá eg spyrji eftir
góðum upplivingum, eru
teir eisini skjótir at svara.
– Náttúran er øgiliga
flott her, og so eisini í
vínið. Vínið er serstakliga
gott og betri enn vit eru
vanir við, sigur Gudmundur
Djurhuus og vísir aftur á
tað, hann segði í gjár, at tey
sum hava tað gott í Georgia,
hava tað ordiliga gott,
meðan tey, sum hava tað
ringt, veruliga hava tað
ringt.
– Um vit rópa, tá hinir áskoðararnir eru friðarligir, og tað vera teir fyrr ella seinni, so kunnu vit
hoyrast, siga Hallur Sumberg, Gudmundur Djurhuus og Tommy Tausen, sum her eru avmyndaðir
á Freedom Square í miðbýnum í Tbilisi
Mynd: Einslistir
Georgiskir áskoðarar til venjingina
Tá føroyska lands
liðið vandi seinna
partin í gjár, vóru ikki
bara nógv fjølmiðla
fólk til staðar, men
eisini fleiri áskoðarar
og fylgdu føroysku
venjingini
LANDSLIÐIÐ
Rólant Waag Dam
rolant@sosialurin.fo
Tbilisi, Georgia: Klokkan
17.00 lokala tíð í gjár vandi
føroyska landsliðið á Boris
Paichadze National Stadi
um, tjóðarleikvøllinum í
Tbilisi. Talan er um eitt
stórt og prýðiligt stadion
sum rúmar 78.000 áskoð
arum.
Tíggju ár tók tað at gera
Boris Paichadze National
Stadium, og stóð tað liðugt
í 1976 við pláss fyri 35.000
áskoðarum. Síðani tá er
stadion renoverað nakrar
ferðir, soleiðis at tað í dag
hevur pláss fyri teimum
knappliga 80.000 áskoða
runum, sum rúmast har, tá
tað er fullsett..
Heilt so nógv fólk vænta
tey frá Georgiska Fótbólts
sambandinum ikki í dag,
men eitt umboð frá teimum
segði í gjár, at tað helst fóru
at vera umleið 20.000
áskoðarar til dystin móti
føroyingum, sum er nakað
væl meiri enn tað, sum var
á Svangaskarði leygarda
gin.
Áhugin millum lokalu
fjølmiðlafólkini fyri dysti
num er heldur ikki lítil, og
til venjingina seinnapartin
í gjár, vóru knappliga hálvt
hundrað áskoðarar eisini
komnir at hyggja.
Knappliga 50 fólk vóru komin
at hyggja at venjingini hjá
føroyska fótbóltslandsliðnum
í gjár
Mynd: Rólant Waag Dam
Telefonitis í Georgia
Rasmus Nolsøe og Súni Olsen fingu báðir í gjár sítt viðføri til
Georgia, men enn vantar okkurt kuffert í hjá føroyska ferðalag
num. Bláa kuffertið hjá Paula Magnussen, teknikkara í Útvarpinum,
er framvegis ikki komið vegin fram. Hetta merkir tó ikki, at
Útvarpið ikki fer at senda, tí teir báðir útsendu hava funnið upp á
ráð, soleiðis at fólk heima í Føroyum róliga kunnu skrúva útvarp
stólið frá klokkan fimm og hoyra beinleiðis frásøgn úr Georgia. Á
myndini hava síggja vit Paula Magnussen við Fótbóltssambandinum
í øðrum oyranum og Føroya Tele í hinum, meðan hann roynir at
fáa greiðu á, hvussu teir best fáa sent heim í kvøld.
rwd
Schumacher S á Nurburgring
Týska formil 1 breytin Nurburgring hevur gjørt av at
kalla ein part av breytini upp eftir sjeyfalda heimsmeista
rarnum í formil 1, týska Michael Schumacher. Schu
macher vann fimm ferðir á Nurburgring á sini yrkisleið.
Nú hann er givin í ítróttinum hevur leiðslan fyri breytina
gjørt av at doypa skjóta S’partin av breytini til Schumacher
S’ið. S’ið skiftir navn í sambandi við týsku formil 1 koy
ringina 22.juli og í hesum sambandi fer Michael Schu
macher at koyra eitt umfar á breytini, skrivar f1.com.
nud