mikudagur 28. mars 2007síða 29
‹ fyrra síða allar 51 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
37
[ Nr. 62 - 28. mars 2007 ]
Todi Jónsson og
Fremad Amager ætla
at gera ein føroyskan
sponsorklubba, har
føroysk virki, stór
sum smá, kunnu seta
pening í fyri at stuðla
menningini av
ungum føroyskum
leikarum
FÓTBÓLTUR
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Fleiri av fólkunum handan
keypið av felagnum Fremad
Amager høvdu tíðindafund
hjá Eik í gjár. Hetta var
fyrsti tíðindafundur, sum
varð hildin í Føroyum í
hesum sambandi.
Luttakararnir søgdu nógv
av tí sama, sum bleiv sagt á
tíðindafundinum í Danmark
fyri góðari viku síðani, men
móti endanum av tíðinda
fundinum boðaði Todi frá,
at felagið ætlar at gera eitt
føroyskt
sponsor-toymi,
sum skal stuðla ætlanini at
menna
ungar
føroyskar
spælarar.
Team Føroyar
Business Club
Teir fýra, Todi Jónsson,
Heini Zachariassen, Nicolai
Kaas-Heilmann og Fritleif
Olsen, eru samdir um, at
Fremad
Amager
hevur
møguleikar at gera seg
galdandi í Superliguni.
Áhugin
fyri
føroysku
íløguni í Fremad Amager er
eisini stórur í Danmark, og
tí hevur felagið hildið fast í
mest sum øllum stuðlunum,
samstundis sum nakrir eis
ini eru komnir afturat. Teir
vilja tó gjarna hava, at før
oysk virkir eisini verða part
ur av teirra ætlanum, og tí
vilja teir gera ein føroyskan
sponsorklubba. Her er ætl
anin, at føroysk virki kunnu
seta pening í fyri at stuðla
ungum leikarum, sum vilja
royna kreftir við útlendskan
fótbólt. Hesin klubbin skal
eita Team Føroyar Busines
Club.
Hetta verður ein klubbi,
har øll feløg kunnu seta pen
ing í, bæði stór og smá.
Ætlanin er eisini at geva
áhugaðum feløgum ymsar
ágóðar. Millum annað er
ætlanin, at tey skulu sleppa
til ymsar heimadystir hjá
Fremad Amager, og verður
hetta gjørt í samstarvi við
Atlantic Airways.
Team Føroyar Business
Club er liður í ætlanini hjá
teimum at menna føroyskan
fótbólt, og um hetta fer at
rigga, so kann tað økja um
møguleikarnar hjá ungum
føroyskum
leikarum
at
sleppa út um landoddarnar
at spæla.
Amerikanari vil keypa Arsenal
Enn ein ríkmaður er á veg inn í ensku Premier League.
Hesaferð er tað london-felagið, Arsenal, sum ein
amerikumaður ætlar at keypa. Nógv Premier League
feløg eru longu keypt av ríkmonnum seinastu tíðina,
og Arsenal tykist vera næsta felagið í røðini. Tað
er rímaðurin, Stan Kroenke, ið vil keypa Arsenal.
Í forvegin eigur Roenke NHL-felagið, Colorado
Avalanche, og NBA-liðið, Denver Nuggets. Roenke er
mettur at vera góður fyri yvir 11 milliardir krónur.
Pál Joensen setti nýtt
føroyskt met á tein
inum 100 m frí í HM-
kappingini í Mel
bourne í nátt, men
tríggjar minuttir
seinni hevði Kristian
Olsen sligið metið hjá
Pál
SVIMJING
Teitur Joensen
teitur@sosialurin.fo
Teir fýra føroysku svimjar
arnir, sum luttaka í HM-
kappingini í Melbourne í
Avstralia í hesum døgum,
hava fingið sera góð úrslit.
Tey hava sett fleiri nýggj
met, og í nátt gekst aftur
væl hjá føroyingunum
Her vóru tað bert teir
báðir dreingirnir í ferða
lagnum, Pál Joensen og
Kristian Olsen, sum skuldu
í hylin. Teir skuldu báðir
taka lut í kappingini 100 m
frí, og ikki kann sigast
annað enn, at úrslitini hjá
teimum vóru avbera góð.
Pál setti føroyskt met
Tann fyrsti av teimum
báðum, sum skuldi í hylin,
var Pál Joensen úr Vágs
Svimjifelag.
Hann
var
tilmeldaður við tíðini 56,43
sekund, men hesa tíðina
bøtti hann so dyggiliga um.
Pál kom nevniliga á mál í
tíðini 55,05, og sostatt tók
hann næstan hálvtannað
sekund av tilmeldingar
tíðini. Henda tíðin var eisini
nýtt føroyskt met, og sostatt
høvdu føroyingarnir í Mel
bourne sett enn eitt nýtt
føroyskt met.
Metið stóð í
tríggjar minuttir
Tveir riðlar seinni skuldi
hin føroyski svimjarin í
hylin. Kristian Olsen úr
Ægir var tilmeldaður við
tíðini 55,55 sekund, men
hann gjørdi rættiliga bart í
kappingini. Hann kom á
mál í tíðini 54,43, og sostatt
tók hann 0,62 sekund av
metinum hjá Pál Joensen,
sum slapp at standa í á leið
tríggjar minuttir.
Kristian endaði á 101.
plássi, meðan Pál endaði á
112. plássi av 169 luttakar
um, og við hesum góðu
úrslitum megnaðu báðir
føroyingarnir, sum vóru í
hylinum í nátt, at seta nýggj
føroysk met, og enn ein
góður føroyskur dagur í
Melbourne var komin at
enda.
Í morgin skal bert ein
føroyskur luttakari í hylin.
Tá skal Mona Simonsen úr
Tvøroyrar Svimjifelag lut
taka í kappingini á teininum
100 m frí.
Triðja uppflytingardystin
í kvøld
Mjølnir endaði niðast í meistaradeildini hjá kvinnum í ár, og tí
skuldu tær spæla ein upp- & niðurflytingardyst ímóti Fleyr, sum
endaði á øðrum plássi í 1. deild. Fyrsta dystin vann Mjølnir 3-0 í
Havn, men í seinna dystinum í Klaksvík svaraði Fleyr aftur. Tær
vunnu 3-2, og tí skal ein triði og avgerandi dystur til fyri at finna
ein vinnara. Hesin dystur er nú settur at vera í høllini í Kollafirði
í kvøld kl. 19.30. SÍ skal døma dystin.
Sponsorklubbi fyri føroysk virki
Felagið handan Fremad
Amager ætlar at gera ein
føroyskan sponsorklubbah
ar føroysk virki kunnu
seta pening í fyri at stuðla
menningini av ungum
føroyskum leikarum.
Mynd: Jens Kristian Vang
Tvey met á sama teini
Kristian Olsen tók
føroyska metið, sum
Pál Joensen hevði
sett tríggjar minuttir
áðrenn, á teininum 100
m frí í HM-kappingini
í Melbourne. Her sæst
Kristian saman við
russanum Alexander
Popovic, sum vann
gull á bæði 5 m frí og
100 m frí á Olympisku
leikunum í Barcelona í
1992 og Atlanta í 1996