Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 7

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 tíðindi Nr. 64 - 30. mars 2007 Stendur tað til lands­ stýrismannin við vinnumálum, so er flogvøllurin í Vágum liðugt útbygdur í 2010, meðan ein heilt nýggjur vøllur á Glyvursnesi ella í Søltuvík er klárur at taka í nýtslu fimm ár seinni Samferðsla Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Sum Sosialurin skrivaði í gjár, verður flogvøllurin í Vágum yvirtikin 1. mei. Hetta hendir í sambandi við ætlaðu útbyggingina, har fíggingin endaliga er komin upp á pláss, eftir at Fólka­ tingið við 3. viðgerð í gjár samtykti at játta 365 mió. kr. úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar til endamálið. Lagt er upp til, at vøllurin skal leingjast úr 1.250 upp í 1.600 metrar. Eitt norskt felag hevur kannað, hvat loysir seg best, og hesar kanningar vísa, at mest fæst fyri peningin við at leingja vøllin 350 metrar. Politikararnir eru sum heild samdir um, at út­byggingin ikki kann bíða, tí flotin hjá Atlantsflog bestendur av flogførum, ið ikki verða framleidd longur, og sum frálíður mugu skiftast út við størri flogfør frá Airbus ella Boeing. Fyritreytin fyri fáa størri flogfør inn á Føroyaleiðina er at leingja vøllin. Tað er ongin loyna, at landsstýrismaðurin í vinnu­ málum er heitur talsmaður fyri at byggja nýggjan vøll í Føroyum. Ella ein alternativna vøll, sum Bjarni Djurholm kallar tað. Hann vísir kortini á, at sjálvt um avgerð skuldi verðið at bygt nýggjan vøll, so kann útbyggingin í Vágum als ikki bíða. Spurdur um, nær kann roknast við, at vøllurin er liðugt útbygdur, sigur Bjarni Djurholm, at gongur sum ætlað, er longdi vøll­ urin klárur at taka í nýtslu í 2010. Umfatandi kanningar Væntandi er klárt at leggja eina anlegslóg fyri í Ólav­ søkutingsetuni, bjóða upp­ gávuna út næsta ár og at arbeiðið eisini kann byrja í 2008. Mett verður, at tað fer at taka tvey ár at gera arbeiðið, sum umframt at leingja sjálvan vøllin, fevnir um at útbyggja terminalin og nútímansgera ella dag­ føra alla ta teknisku út­gerðina. Sjálvur vøllurin verður longdur ímóti Leitisvatni, men í hinum endanum móti Sørvági skal eisini gerast eitt trygdarøki upp á eina 60 metrar móti Sørvági. Stóra útbyggingin í Vágum steðgar tó ikki strembanini eftir at fáa bygt ein heilt nýggjan vøll í Føroyum. Enn er ikki greitt, hvar tað verður, men at hetta antin verður á Glyvursnesi ella í Søltuvík í Sandoynni. Sambært Bjarna Djur­ holm eru kanningarnar av, hvar best er at leggja flog­ vøllin, so umfatandi, at tær í fyrsta lagi kunnu vera lidn­ ar í 2011. Kortini er lands­stýr­is­ maðurin so mikið bjart­ skygdur, at hann roknar við at tað fer at bera til at fáa ein nýggjan vøll tiknan í nýtslu í 2015. Nýggjan flogvøll um átta ár Ímóti hvalaveiði Íslendska ferðavinnan var alt annað enn fegin, tá stjórnin í fjør loyvdi hvalabátum at skjóta nakrar hvalir, og nú hevur vinnan aftur heitt á stjórnina um at steðga allari hvalaveiði. Á ársaðalfundi í gjár samtykti felagsskapurin hjá íslendsku ferðavinnufyritøkunum eina yvirlýsing, har sagt verður, at umdømi Íslands er tað týdningarmesta, tá tað snýr seg um samhandilin við umheimin, og hvalaveiðan er ikki av tí góða í so máta. Nýskipan útsetast Grønlendska landsstýrið hevur samtykt eina kommunala nýskipan, sum millum annað ber í sær, at tær verandi 18 kommunurnar verða lagdar saman í fýra kommunalar eindir. Skipanin skal koma í gildi 1. januar í 2009, men nakrir borgarstjórar mæla nú landsstýrinum til at bíða við at seta skipanina í gildi. Borgarstjórarnir vísa á, at lyftið hjá landsstýrinum um at spara 220 mió. krónur við at leggja kommunurnar saman halda ikki. Sjúkrasystrar velja nýggja nevnd Allir nevndar­ limirnir í Sjúkra­ røktar­frøðingar­ felagnum skulu veljast av nýggjum, tá valið ikki fór fram við uratkvøðu, so sum tað eigur FAKFELAG Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Nýggja nevndin í Felagnum Føroyskir Sjúkra­røkt­ar­frøðingar boðar nú, at skip­að verður fyri nýggjum nevnd­arvali til felagið. Or­søkin er tann, at sitandi nevnd varð vald á aðalfundi, meðan hon sambært regl­ un­um eigur at verða vald við uratkvøðu. Felagið sigur, at tá upp­ stillingarfreistin til for­ mansvalið og nevnd­ar­ valið var úti hin 15. feb­ ruar í ár var greitt, at tvey valevni vóru til for­ mansvalið, men bert eitt val­evni var til nevnd­ar­ valið. Smáar tvær vikur seinni valdi annað val­ evnið til for­mansvalið at trekkja seg, og nú var greitt, at ikki var neyðugt við vali. Støðan var ein onnur við nevndarvalinum, tí har var bert tað eini valevni til nevndina, sum vanliga telur seks limir umframt for­kvinnuna. Tá­verandi nevnd fel­ags­ ins valdi at skipa so fyri, at írestandi nevndar­limir skuldu veljast á aðal­fund­ inum. Sjúkrarøktarfrøðingar á Lands­sjúkrahúsinum mót­mæltu skrivliga av­gerðini og kravdu eykaaðalfund, men fingu ikki viðhald. Grund­gev­ ingarnar til hesa ónøgd vóru, at allir limir hava ikki møguleika at velja á aðalfundinum, tí fleiri fáa ikki møtt orsakað av teirra starvi. Nýsetta stýrið fyri fel­ agið boðar tí nú frá, at tað ein­mælt hevur valt at skipa fyri nývali til nevnd fel­ags­ins. Vár í Gong, forkvinna, sigur, at talan bert er um nýtt nevndarval – ikki forkvinnuval. Or­ søkin er, at nevnd­ar­ limirnir eru ónøgd­­ir við, at nevndin varð vald á aðalfundin­um, og ikki við uratkvøðu, sum van­ ligt er. Men nú fáa so allir sjúkra­­­røktarfrøðingar møguleika – bæði at stilla upp og at velja. Freistin at stilla upp til nevndarvalið er mána­ dagin 23. apríl kl 13. Endaliga kostnaðarmetingin av at útbyggja flogvøllin í Vágum er ikki gjørd enn, og tí er ikki greitt, um tær 365 mió. kr., sum Fólkatingið hevur játtað úr Íleggingargrunninum fyri Føroyar, røkka til. Gera tær ikki tað, má Landskassin gjalda meirkostnaðin Savnsmynd - Útbyggingin av flogvøllinum í Vágum hastar og kann ikki bíða, sjálvt um vit taka avgerð um at byggja ein nýggjan vøll, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður við vinnumálum Savnsmynd