Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 8

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 tíðindi Nr. 64 - 30. mars 2007 70 ár eftir at tað varð stovnað, stendur Ebenezer-kórið nú yvirfyri síni helst størstu avbjóðing nakrantíð: Sam­an við 450 øðrum sangarum skulu tey luttaka við eitt serligt sangtiltak páskaaftan í Royal Albert Hall í enska høvuðsstaðnum London Kórsangur Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Havn: Trúfast hava teir 54 sangararnir í Ebenezer- kórinum møtt til kórvenjing hesa seinastu tíðina, sam­ stundis sum tey hava sæð fram til páskahátíðina. Tey hava vant ein hóp av sangum, teir flestu á ensk­ um máli, men eisini nakrar føroyskar sum skulu fram­ førast á ymiskum støðum í Onglandi hesar komandi dagarnar. Eitt er, at tey skulu á kon­ sertferð. Men at skulu syngja í sjálvari Royal Albert Hall, har minst 5000 fólk fara at lurta, er ein møgu­leiki sum fáum verður untur. Tað er kortini júst henda forvitnisliga upplivingin og avbjóðingin, sum teimum stendur fyri leygarkvøldið í komandi viku. Tá verður nevni­liga eitt serstakt “Praise Proms” í hesi heims­ kendu høllini, har føroyska kórið altso telur eini 10% av sangarunum. - Hetta er nakað sum vit øll gleða okkum ómetaliga nógv til, sigur ein av sangar­ unum, Henry Olsen við Sosialin. Ferðin byrjar í dag og verður ferðalagið, sum íalt telur 70 fólk, aftur 2. páskadag. Kórleiðari í Ebenezer- kórinum er Jens Christian Guttesen, sum hevur leitt kórið síðani 1984. Hann avloysti tá faðir sín, Jens Guttesen sum kórleiðara. Land og Hope and Glory At ferðast uttanlands er ikki ókent fyri Ebenezer-kórið, sum varð stovnað í 1937. Longu 11 ár seinni var kór­ ið á síni fyrstu uttan­lands­ ferð. Tey hava hesi 70 árini ver­ ið á ferðum í m.a. Íslandi, Danmark, Skotlandi og heilt í Rumenien. Í ár stend­ ur so enski høvuðsstaðurin og Royal Albert Hall fyri. Venjingarnar til ferðina byrjaðu av álvara eftir nýggj­ár, og til “prom’ina” leygarkvøldið hava tey serliga vant til tann seinasta hálva annan mánaðin. Henda venjingin er gjørd við nótum og við fløgum, har allar røddirnar hava verið á, soleiðis at føroysku kórlimirnir kundu fáa eina kenslu av teimum sangu­ num, sum hesi 500 fólkini og teir 5000 áhoyrararnir skulu syngja hvør sær og í felag. – Ikki óvæntað skulu vit sjálvandi syngja “Land of Hope and Glory” saman við øllum hinum. Tað verð­ ur ein heilt serstøk upp­liv­ ing, sigur Henry. Hetta Proms Praise hevur eisini ein hátíðardám yvir sær í ár. Hetta er 30. ferðin at tiltakið verður fyriskipað. Øll árini hevur sami kór­ leiðari verið - og hann fer sjálvandi at stjórna stóra kórinum aftur í ár. Tað er annars føroyska Marjun King, sum var við í SvF-sendingini “Ymisk lív” herfyri, sum hevur sett føroyska kórið í samband við fyriskipararnar av stóra kórtiltakinum. Hon hevur sjálv andaligar røtur úr Ebe­ nezer, og vildi fegin geva før­oyska kórinum møgu­ leikan fyri hesi serstøku upplivingini í ár. Hækka góðskuna Ebenezer-kórið fer sum nevnt úr Føroyum í dag og verður fyrsta venjingin sam­ an við stóra Prom-kórinum allan leygardagin og aftur leygardagin í komandi viku, tá stóra konsertin verður. Sunnudagin skal kórið syngja í Newcastle har nógv­ir føroyingar búgva, og páskadag í Winbledon, har føroyingar eisini eru at finna. Við hesi høvini verð­ ur sungið bæði á enskum og føroyskum. 2. páskadag kemur ferða­ lagið aftur til Føroyar, nógv­ ar spennandi upplivingar ríkari. - Ein slík konsertferð hev­ ur sera stóran týdning fyri okkara kór. Hon gevur okk­ um øllum nakað eyka og vit fáa nýtt tilfar at arbeiða við. – Og alt hetta er sjálvandi við til at góðskan í kórinum hækkar, slær Henry Olsen fast. Aldurin í kórinum spenn­ ir víðari. Yngsti sangarin er eini 15 ár og tann elsti er farin um tey 60. Syngja fyri 5000 í Royal Alb Semja um orkusparing Tað er ikki á hvørjum degi, at eitt andstøðuuppskot fær fulla undirtøku í grønlendska Landstinginum, men tað hendi, tá Tingið í vikuni viðgjørdi eitt uppskot hjá Palle Christensen úr flokkinum Demokratarnir. Hann mælti til at gera eina landsumfatandi ætlan um, hvussu Grønland kann spara orku, og hvussu landið kann gerast meiri sjálvbjargið á orkuøkinum. Næsta ár verður eitt orkusparandi átak sett í verk í Grønlandi. Jens Erik næstformaður Nevndin í P/F Føroya Banka hevur á sínum fyrsta fundi eftir aðalfundin herfyri skipað seg. Jóhan Páll Joensen heldur fram sum formaður, og men nýggjur næstformaður er Jens Erik Christensen. Hann kom í nevndina fyri Jóhannus Egholm Hansen, sum tók seg úr nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru Graham Stewart, Eyðhild Skaalum, Sigmar Jacobsen og Olav Enomoto. Teir báðir steinast umboða starvsfólkið í Føroya Banka.