Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 9

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 64 - 30. mars 2007 9 tíðindi ert Hall Myndirnar eru tiknar frá eini kórvenjing hjá Ebenezer-kórinum fyrr í vikuni Halda flaggdagin Flaggdagin, 25. apríl, skipar Sendistova Føroya í London fyri flaggdagshaldi og móttøku. Har fer Bjarni Djurholm, varaløgmaður, at halda røðu, og Lena og Niclas fara at undirhalda við tónleiki. Eins og í fjør verður hátíðarhaldið á The Arts Club nærhendis St. James’ Park í London. Hátíðarhaldið er í tveimum. Tað fyrra er fyri innbodnar gestir, og seinni partur, sum byrjar kl. 18, er almennur. Tilmelding til info@tinganes.fo Hjálp til lesandi Fyri trimum árum síðani samdist grønlendska Landstingið um, at ungir grønlendingar, sum fara til Danmarkar at nema sær útbúgving, muggu finna sær innivist sjálvir. Men nú verður málið tikið uppaftur. Landsstýrismaðurin í skúlamálum, Tommy Morø, heldur ikki, at tey ungu hava brúk fyri hjálp til at finna hóskandi bústað í lestrartíðini, men flokkarnir í Landstinginum hava eina aðra áskoðan, og tí skal mentanarnevndin nú kanna málið. Tað var ein bilsin Kristian Blak, ið møtti upp í Kagganum hóskvøldið, eftir at hann við lump og lirk varð lokkaður tann vegin. Har bíðaðu vinir og kenningar honum og hann varð heiðraður við bókaútgávu og fløgu, nú hann fyllir 60 ár leygardagin Heiðran Dagfinn Olsen dagfinn@sosialurin.fo Tað var Ole Wich, sum gjøg­num teldupostar hevði boðað fólki frá, at ætlanir vóru um at heiðra Kristian Blak, men Kristian sjálvur mátti onki fáa at vita um ætlanirnar. Nógv fólk møtti tískil í Kagganum hóskvøldið klokk­an 20:00, tá fráboðað varð, at heiðranin av Kristi­ ani skuldi byrja. Tá Kristian og konan Shar­on komu nakað yvir klokkan 20, ljóðaðu lógva­ brestir. Ole Wich, vinmaður Krist­ians og stigtakari, beyð vælkomin og Kirsten Brix førdi fram fororð, ið hon hevur skrivað í bókina um Kristian Blak, sum eis­ ini varð løgd fram á hesi samkomuni. Bók - skemtilig, sigandi og søgulig Tað var nevniliga so, at stig­ takararnir høvdu heitt á nógv fólk um at skriva um Kristian Blak, og mong teirra lótu við seg koma, og burturúr er komin bók, nevnd ”Tres Bien” - Krist­ ian Blak 60 ár”, ið er ein sera forvitnislig bók. Umframt at lýsa Kristian og stóran part av lívi og virksemi hansara, so er hetta eisini ein sam­tíðar­ søga. Og myndatilfarið er bæði skemtiligt, sigandi og søguligt. Eini 40 høvundar, vin­ fólk, tónleikarar og vinir og kenningar hava latið tilfar til bókina, ið má sigast at vera sera áhugaverd. Bókin, ið er 123 síður, fæst til keyps fyri 200 kr. Út­gávan er goldin og yvir­ skotið av søluni fer bein­ leiðis til onkra mentanar­ætl­ an, ið Kristian sjálvur metir vera hóskandi. Fløga Fløga varð eisini løgd fram. Fløgan er úrslit av, at tóna­ skøld hava kompnerað og spælt tónleik, Kristiani til heiðurs. Kristian fekk so­nevnda mastereintakið, og so ræður hann sjálvur fyri, um hann letur hetta margfalda og geva út - eittt nú á útgávufelagnum Tutl, sum Kristian jú setti á stovn og er leiðari av. Ole Wich segði nøkur orð um vinmannin og hand­ aði honum bók og fløgu, men eisini gávu frá ymsum øðrum, eitt nú gávu frá skonnertini, sum í dag siglir vøkur, men sum Kristian Blak á sinni keypti, tí hann ætlaði at seta hana í stand. Hetta bleiv ikki hansara lívs­verk, tað vita allir føroy­ ingar í dag, men hinvegin siglir skipið í dag. Smásøgurnar eru nógvar í bókini um Kristian og kanska serliga eru tað árini innan Kristian kom til Før­ oya, ið eru forvitnislig hjá mongum, og hjá teimum í Føroyum, ið eru komin við í fylgið av samstarvsfeløgum ella vinfólki seinni, eru eisini fyrstu árini í Føroyum áhugaverd at lesa um. Og serliga eru myndirnar áhuga­ verdar og sigandi í dag. Rørdur Kritian Blak kom til Føroya fyrst í sjeytiárunum, fekk lív í Havnar Jazzfelag, setti Tutl á stovn, stovnaði Spæli­ menninar í Hoydølum og mangt mangt annað, ið nú er tónleikasøga. Og undan­ gongumaðurin takkaði sam­ komuni fyri synda heið­ urin. Kristian hevur altíð skemti­liga lagið við sær, og hóast hann var eitt sindur rørdur og glaður, so takkaði hann skemtiliga. Hann segði m.a., at hann hevði als ikki fyrireikað seg - og tað var ikki honum líkt, legði hann afturat við eitt sindur av sjálvspei. Og hann segði, at hetta var púra óvæntað. og so mátti hann leggja afturat, at hann meinti sjálvandi ikki, at tað var óvæntað, at hann legði leiðina framvið júst hesum hølunum, men at øll hini eisini vóru har hevði hann ikki væntað. Maðurin hevur lætt til skemt, men fleiri mundu hóma, at aftanfyri var ein glaður maður, ið fegnaðist um samkomuna og sýndan heiður. Tað vóru eisini tey, ið tóku orðið Kristiani til heið­ urs. Bárður Jákupsson heils­ aði Kristani við at sitera longu yrkingina hjá William Heinesen, Oceaniske dage, sum Bárður segði William koma fram við, tá hann var um 60 ár. Kristian Blak fer av landinum í dag og er tískil ikki heima føðingardagin. Kristian Blak tikin á bóli og heiðraður Ole Wich, vinmaður og stigtakari, handar Kristiani Blak eintak av fløgu og bók, ið er komið út í sambandi við 60 ára føðingardagin hjá Kristiani Blak Mynd: Dagfinn Olsen