Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 10

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 64 - 30. mars 2007 Tað vanliga hevur verið, at kreppur og spenn­ ing­ur í Miðeystri eru nakað, har USA hevur høv­uðs­leik­lutin, um talan er um eitt vestligt stórveldi mótvegis miðeysturlandi. Men nú er Bretland drigið inn í eina sera álvarasama kreppu við Iran. Orsøkin er sum kunnugt tann, at nakrar bretskir herflotamenn eru tiknir fangar. Teir eru í báti sínum undir eini vanligari eftirlitsferð farnir um sjómarkið hjá Iran. Hetta er í hvussu so er tað, sum iran­skir myndugleikar halda fast um. Kreppan kemur sera illa við og timingin kundi ikki verið verri. Um júst sama mund­ ið, sum herflotamenninir verða tiknir, hava stórveldini í trygdarráðnum fingið eina samtykt avgreidda, har strong tiltøk verða sett í verk móti Iran. Orsøkin er kjarn­ orku politikkurin hjá hesum landi. Sum kunnugt verður hildið, at endamálið við kjarnorkupolitikkinum hjá Iran er at fram­ leiða kjarnorkuvápn. Eitt Iran við kjarn­ ork­u­vápnum kann ikki góðtakast. Hetta halda í hvussu so er USA, Bretland og hini stórveldini. Bretland hevur verið sera virkið í ST fyri at fáa tiltøkini móti Iran samtykt. Iran hevur nú fingið ein heilt óvænataðan møguleika at trýsta Bretland. Iran hevur siðvenju fyri at nýta fangar sum gíslar í stórpolitiskum spæli. USA og Bretland hava ikki gloymt, at hin tiltikna gísslagølan á sinni, har ein hópur av ameriskanarum sótu fangar í tvey ár, var við til at fella Carter og elvdi til, at hann ikki varð afturvaldur. Hetta er ein sera vandamikil støða og hon hóttir friðin í økinum. Í fyrstu atløgu fer Bretland at nýta diplomatiskar snildir, men einki bendir á, at hesar fara at muna, so er bert ein hernaðarlæig loysn og so er friðurin í økinum í vanda. Miðeystur er ein krúttunna, so tað er bert at vóna, at kreppan fær ein poltiska og diplomatiska loysn. Sosialurin Nýggjur spenningur SAMBAND eirikur lindenskov eirikur@sosialurin.fo tlf 341800 viðmerkingar Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Redaktiónsleiðari: Kári Mikkelsen karim@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Gudny Langgaard gudny@sosialurin.fo Birgir Waag Høgnesen birgir@sosialurin.fo Joan Abrahamsen joan@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Rigmor Dam rigmor@sosialurin.fo Rólant Waag Dam rolant@sosialurin.fo Niels Uni Dam nielsuni@sosialurin.fo Eyðhild Jacobsen eydhild@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Teitur Joensen teitur@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Kykmyndir: Alvin Ellebye Andersen alvin@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 228814 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo !!! Haldarar sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja til 341818 og boða frá, leygardag tó frá kl. 11.00-13.00 Uppseting/prent: Uppseting: Sosialurin Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Tórsgøta 1, 100 Tórshavn Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1330 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Mánadagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Týsdagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Mikudagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Hósdagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Frí. kl. 09 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39 mm og rúmið millum teigarnar er 4 mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blað­leiðsl­an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Farnu 7 árini eru gjørdar sera umfatandi samferðslu­ út­byggingar. Hetta er aft­ aná, at samfelagið lá í anda­ leypi øll nítiárini. Síðani eru árliga játtaðar einar 130 mio kr til vega-, havna-, ferju- og tunnils­ arbeiði. Hetta er umframt játt­anirnar til undirsjóvar­ tunnlarnar. Fyri hesar játtanir hava vit fingið nýggjar Sandoyar- og Suðuroyarferjur, ferju­ legur á Trongisvágsfirði og í Syðradali, tunnil til Gása­ dals, tunnil millum Øravík og Hov, nýggjan veg frá Gomlurætt til Havnar, nýggja veg millum Skála og Strendur og so ikki at gloyma báðar undir­sjóvar­ tunnlarnar. Harumframt eru fleiri onnur anlegsarbeiði framd. Eisini er Brymil kom­in í hesum tíðarskeiði. Á útoyggjunum hevur Vinnumálaráðið skipað fyri, at allar oyggjarnar ant­ in hava ella í næstum fáa framkomið breið­bandsam­ band, umframt at játtaðar eru millum 3 og 5 mio kr árliga til ymsar íløgur á út­oyggj farnu árini. Sjálv­ sagt ger hetta ikki allan munin, men allur bati bøtur. Skoytast kann uppí, at Vinnumálaráðið ikki hevur ábyrgdina av útoyggja­mál­ um. Í sambandi við flutning til og úr útoyggjunum, hev­ ur Vinnumálaráðið farnu árini gjørt metingar um hvussu vit tryggja bestu flutningsmøguleikarnar í útjaðaranum. Serstakliga er dentur lagdur á at gera upp­ skot um framtíðar havna­ viðurskifti í Svínoy, Skúgv­ oy, Mykinesi og Fugloy. Um Mykines og Fugloy er stutt at siga, at tíverri er stak trupult at gera nøktandi havnaløg í hesum oyggjum. Í Skúgvoy er ætlan gjørd fyri brúkiligum havnalagi fyri einar 20 - 30 mio kr, umframt at keypa nýtt skip til farleiðina. Svínoyggin í serstøðu Í mun til hinar útoyggjarnar er Svínoyggin í serstøðu, tá oyggin frá nátúrunnar hond á so mangan hátt hevur møguleikar, sum á hinum oyggjunum eru avmarkaðir. Ikki minst er upplandið stórt og slætt og er oyggin tí væl egnað til ymiskt vinnu­­­virk­semi og sum bú­ pláss. Trupul­leikin eru at­ løgu­­viðurskiftini. Fyri at finna bestu møgu­ leikar at samanbinda Svín­ oynna við Borðoynna og Við­oynna, og soleiðis leggja lunnar undir, at Svín­ oy aftur kann fáa lut í menn­ ingini í Norðoyggjunum, virðisøkingini í samfelagum og gerast sjálvsagdur partur av framgongdini í Út­nyrð­ ingsFøroyum, hava Vinnu­ málaráðið og LV gjørt kann­ ingar av møguleikunum at framtíðartryggja farleiðina til Svínoyar. Arbeiðið er komið so mik­ið áleiðis, at vit skjótt kunnu taka støðu um bygg­ ing av havnalagi, umframt at skotið er upp, at farið verð­ur undir at byggja skjótt­gangandi skip til far­ leiðina Hvannasund – Svín­ oy – Fugloy fyri 15 - 20 mio kr, umframt at SL fær farmaskip, sum skal røkja farmaflutningin til Svínoy og hinar útoyggjarnar. Kanningar gjørdar Svínoyar kommuna hevur víst á, at hon ynskir ein tunn­il og veg frá bygdini og yvir til Havnar, har sam­ ferðsluhavn verður gjørd. Jarðfrøðiligar forkann­ ingar eru gjørdar í sambandi við tunnil úr Svínoyar bygd og yvir til Havnar, men neyðugt hevur verið fyrst at gera kanningar vestantil á sjónum, tá tað er avgerandi fyri tunnilsætlanina at vita, hvar tilber at gera havnalag. Fyribilsmetingar av tunnils­ kostnaðinum er 70 - 80 mio kr. Landsverk hevur so gjørt streym- aldu og dýpdar­mát­ ingar yviri í Havn, umframt aldu- og streymmátingar í Svínoyarfirði. Dýpið yviri í Havn er umleið 10 m teir innastu 20 metrarnar, og so dýpist skjótt til umleið 55 metrar, 50 metrar úr landi. Forkanningarnar vísa, at tað er trupult og dýrt at gera havnalag har. Orsøkin er m.a streymviðurskiftini og ógvusliga dýpið stutt úr landi, umframt at botnurin er sera óslættur. Mett verð­ ur, at havnalagið kostar um 50 mio kr, uttan LV kann veita vissu fyri nýtsluvirð­ inum. LV hevur eisini kannað onnur øki vestantil á Svín­ oynni og er niðurstøðan, at hóast alduviðurskiftini á Eiðinum eru trupul, so er har best egnaða økið til eina brúkiliga sam­ferðslu­ havn. Streym- og botnviður­ skiftini eru góð, dýpið 5-8 m og forkanningarnar vísa, at tað ber til at gera havn, sum kann brúkast í umleið 90% av tíðina. LV metir, at íløgan er um 30 mió. kr. Eisini hevur LV gjørt met­ ingar um undirsjóvartunnli til Svínoyar. Tunnilin verður væntandi millum 4 og 5 km langur. Tunnilsmunnin á Viðoy er omanfyri Skar­ hamarshellu. Í Svínoy er munnin við Fløtuna. Dýpið í Svínoyarfirði, har tunnilin er teknaður, er um 70 met­ rar, og tunnilin liggur her 120 metrar undir sjóvar­ málanum. Kostnaðurin er útvið 300 mió kr.   Vegagerðin í Svínoy til tunnilsmunnan við Fløtuna kostar um 7 mió kr. Á Við­ oynni verður vegur gjørdur úr Hvannasundi og til tunn­ ilsmunnan við Skar­ham­ arshellu. Kostnaðurin útvið 40 mio kr. Samlaða verkætlanin kost­ar tí omanfyri 300 mio kr. Samanumtikið eru tríggir møguleikar at taka støðu til í næstum: Havnalag á Eiðinum + skip ......... um 50 mio kr Havnalag í Havn + tunnil og skip ...... um 140 mio kr Undirsjóvar- tunnil ........ um 300 mio kr Ynski Í bløðunum um dagarnar harmast Bjarni Jacobsen úr Svínoy um, at undirritaði situr við vinnumálum, og skotið verður í skógvarnar, at tað bara hevur gingið aft­ ur eftir hali fyri Svínoynna, meðan undirritaði hevur sitið í Vinnumálaráðnum, og ynskir BJ tjóðveldið aft­ ur í landsstýrið og Torbjørn Jacobsen sum landsstýris­ mann. Well, vit hava øll loyvi at siga okkara hjartans hugs­ an. TJ hevur so luttikið í mongum millum ár og dag, við ymsum úrslitum. Um undirritaði er verri førur fyri at fremja eina av omanfyrinevndu verkætlan­ um enn tjóðveldið við TJ í landsstýrinum, kunnu so onnur meta um. Higartil hava avrikini hjá tjóðveld­in­ um í stóran mun verið um­ vent proportional við orða­ gangin. Eitt er tó vist, at fær BJ sítt ynski uppfylt, at tjóð­ veldið aftur kemur í lands­ stýrið og einki annað spyrst burturúr enn tradtionelli orðagangurin, ja so verður tó í hvussu so er vissa fyri, at framhald av 266b ikki fer at liggja á láni. Tað fer kanska at frøa navnan úr Svínoy. Livst so spyrst. Svínoyggin, ein útoyggjaperla Bjarni Djurholm