fríggjadagur 30. mars 2007síða 11
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
11
tíðindi
Mest avgerandi fyr
itreytin at røkka
Nullhugsjónini er
hugburður, sum set
ur menniskjað og
trivnað í miðdepilin
Materiellur hugburður
Oyvindur Brimnes, stjóri í
Landsverk, í Degi og Viku 6.
mars 2007: »Vit skulu hava
ein óhappstíttleika, soleiðis
at pengarnir geva mest fyr
ibyrging. Tað er farligt at
fólk føla seg tryggari enn
hvat tað er, tí er tað betri,
at tey føla seg ótryggari enn
hvat tryggleikin er.«
Orðini eru søgd í sam
bandi við, at miðvingar
ynskja at tálma ferðina á
bilum, sum koyra ígjøgn
um bygdina, soleiðis at tað
verður tryggari og livilig
ari í bygdini. Men stjórin
á Landsverki feiar alt av
borðinum og sigur, at tað
loysir seg ikki at brúka
pening til at gera viður
skiftini tryggari í Miðvági.
Hann fer enn tá so langt
sum at siga nakað, sum ikki
kann skiljast øðrvísi, enn
at miðvingar skulu kenna
seg ótryggar fyri at fáa ein
atburð, sum ger at ansað
verður betri eftir ferðsluni.
Hvørjar avleiðingar tað fær
fyri fólk, sum býr har, - 24
tímar um samdøgrið - sýnist
ikki at hava áhuga. Tað at
koma fram úr einum stað í
annað skjótast gjørligt, tyk
ist vera altavgerandi. Ferðsl
utrygdin og trivnaðurin hjá
teimum, sum búgva har í
millum, kemur í aðru røð.
Menniskjaligi
hugburðurin
Justines K. Eliasen í Leirvík
í sendingini »Bygdalív«
11. mars 2007: »Um ikki
okkurt verður gjørt her
skjótt, so følna menniskjuni
her. Hetta er eitt minni sam
felag og eg haldi, at tað er
týdningarmikið at funnið
eina loysn tíðliga at sloppið
uttan um bygdina, soleiðis
sum man er sloppin út um
aðrar bygdir. Serliga útfrá
smábørnum. Eitt barnalív
er so stutt, og stendur hetta
upp á í nógv ár afturat, so
fer eitt barn sum er vaksið
upp her bara at minnast
trega trongd og forstýrilsir.
Barndómsminnini
eru
so øgiliga viktig, tí at tey
mynda menniskju. So fyrst
og fremst fyri børnini vildi
eg ynskt at ein loysn var
funnin skjótast gjørligt. Tað
er ein etiskur spurningur,
um vit vilja gera tað trivn
aðarpostivt fyri børn, fyri
vaksin og ikki minst fyri
gomul.”
Fyridømið við SMS
Flestu munnu minnast
hvussu øll, hvussu skjótt
bilarnir fyri nøkrum árum
síðani koyrdu á R. C. Eff
ersøesgøta fram við SMS
í Havn. Vegurin hevði fýra
farbreytir, tvær hvønn vegin
og bygnaðurin meira ella
minni legði upp til, at ferð
in á bilunum bleiv í meira
lagi. Fólk, sum skuldu yvir
um vegin høvdu tað sera
trupult. Tá ið eini 5 fólk
vóru deyð av ferðsluvan
lukku har, og býráðið í Havn
hevði fingið fleiri áheitanir
frá ymsum partum um at
broyta vegin, hendi nakað.
Her varð gjørd rundkoyr
ing, miðoyggjar, og fólk til
gongu fingu høvi at ganga
yvirum vegin í tveimum.
Miðoyggjarnar blivu enntá
gjørdar soleiðis, at tær verja
tann, sum er til gongu. Í dag
koyra her um 10.000 bilar
um samdøgrið og miðalferð
in er um 35 km/t á teimum
røttu strategisku støðunum.
Og allarflestu munnu vera
samd um, at ferðslan í dag
gongur upp á stás í hesum
øki.
Kundi verið enn betri
Hóast tað var upprunaliga
ætlan býráðsins, so var
tíverri ikki hildið fram
við hesum skilagóða til
taki longri uppi í R. C.
Effersøesgøtu. Og her gong
ur sjón fyri søgn, her er mið
alferðin 51 km/t og økið er
eisini munandi ótryggari
hjá fólki sum skulu yvir
um vegin.
Landsvegir út
um bygt øki
Flestu munnu vera samd
um, at tað er sera óheppið, at
landsvegir ganga í gjøgnum
bygdir. Men støðan er tann,
at hetta tíverri er veruleiki
í fleiri bygdum í Føroyum.
Málið má sjálvsagt vera, at
fáa hesar vegir lagdar út um
bygt øki sum skjótast.
Men til tað er hent, mugu
vit laga ferðsluna á hesum
vegum, soleiðis, at hon er
til minst ampa fyri fólkini,
sum búgva í hesum bygdum.
Fyrsta fyritreytin er, at ferð
in á bilunum verður sett nið
ur á teimum støðum, har
fólk og bilar verða blandað
saman. Og tað skal verða
undirstrikað, at tað er ikki
nóg mikið bara at seta skelti
upp, tað er neyðugt at laga
vegaumhvørvið soleiðis, at
tað ikki skal bera til at koyra
skjótari enn tilætlað, t.d.
trongar, miðoyggjar, sving
og um neyðugt: bungur.
Spurningur um hugburð
At gera ferðtálmandi tiltøk
nýtist ikki altíð at vera
kostnaðarmikið og alt nýtist
ikki at vera gjørt í senn.
Staðfestast má tí, at tá ið
stjórin í Landsverk málber
seg, sum hann ger, er tað tí,
at hann hevur tann hugburð,
sum hann hevur.
Hví ber ikki
til í Miðvági?
...hví skal tað ikki lata
seg gera at tálma ferðina
á teimum 3000 bilunum,
sum koyra ígjøgnum Mið
vág, tá ið tað ber til í R. C.
Effersøesgøtu, har 10.000
bilar koyra?
Hava teir 3.000 bilarnir
meiri skund enn teir
10.000?
48 sekund á muni
Vegastrekkið millum hús í
Miðvági er uml. 2 km. Um
vit siga, at ferðtálmandi
tiltøk vóru gjørd á ávísum
strategiskum støðum í bygd
ini, soleiðis at ferðin fór
niður í 30 km/t í helvtini
av strekkinum, so vildi tað
tikið 3 minuttir og 12 sek
und at koyrt í gjøgnum
bygdina í staðin fyri 2
minuttir og 24 sekund
við 50 km/t allan vegin.
Altso 48 sekund longri.
Munurin millum
30 og 50...
- er at eitt fólk doyr, sum
verður árent av einum bili,
sum koyrir við 50 km/t.
Er ferðin hinvegin um 30
km/t er møguleikin nógv
størri at komið verður frá
tí við lívinum
Munurin millum 30
km/t og 50 km/t kann
vera munurin millum
trivnað og ótrivnað
Borgarar taka ábyrgd á
seg - og ikki minst, teir
seta krøv!
Alsamt fleiri og fleiri
borgarar kring landið taka
ábyrgd á seg og vilja gera
sítt til fáa ferðsluna tryg
gari. Borgararnir í Miðvági
eru bara eitt dømi um hetta,
men vit kundu nevnt fleiri
onnur dømi kring landið.
Fólk eru meira og meira
vorðin tilvitað um týdning
in at verja lívsvirði, sum
eru altavgerandi fyri lívs
kvalitetin. Og tað er hetta,
sum Nullhugsjónin er
grundað á, og sum Justines
K. Eliasen eisini vísur, at
hann hevur skilt.
Tí er mest avgerandi
fyritreytin fyri at røkka
Nullhugsjónini at fáa
Ferðslutrygd og trivnaður
Hvat samfelag vilja vit hava?
• Vilja vit hava betong, asfalt og vegaumhvørvið, sum
bara er lagað til bilarnar, sum fúka fram við - larmandi,
spruttandi og osandi?
• Góðtaka vit, at bygdaløg og bygdir, býlingar og býir
verða terroriserað av bilum? Har tú mestsum skalt lúra
undan húsahornum ella parkeraðum bilum fyri ikki at
verða yvirkoyrdur? Har vandar lúra frammanífrá, aftanífrá,
frá síðunum...
• Góðtaka vit, at tað verður gjørt so lítið fyri tey, sum
hóast alt, hætta sær til gongu?
• Góðtaka vit, at skula liva í støðugum ótta, hvørja ferð
børnini fara út um hurðina?
• Góðtaka vit, at vit, orsakað av óttanum, mugu halda
børn okkara inni, og at tey harvið mestsum bara verða
víst til at fáa upplivingar gjøgnum teldu og sjónvarp?
• Góðtaka vit, at børn okkara skulu verða frátikin
møguleikan at ganga ella súkkla í skúla, til frítíðarítriv
o.a.? (foreldrini tora ikki annað, enn at koyra tey!)
Ella
• Vilja vit hava eitt samfelag, sum leggur upp til, at tú
kanst fara til gongu, uttan alla tíðina at føla ótta á tær
• Vilja vit hava eitt trygt, friðarligt og hugnaligt umhvørvi,
har bilar og fólk til gongu í minstan mun verða blandað
saman?
• Har sum bilar og fólk verða blandað saman, t.d. tá ið
farast skal yvirum vegin, verða gjørd trygg yvirgangsstøð,
við týðiliga frámerktum gonguteigum, har m.a. bara ein
farbreyt verður tikin í senn, og umstøðurnar eru lagaðar
soleiðis, at tað ikki ber til at koyra skjótari enn tilætlað.
Í veruleikanum er hetta eisini ein heilsuligur spurningur, tí
um vit ikki laga samfelag okkara soleiðis, at umstøðurnar
leggja upp til, at vit hava møguleika at røra okkum meira,
at vit t.d. ganga ella súkkla í skúla ella til arbeiðis, kemur
tað okkum aftur um brekku.
Hvat samfelag vilja vit hava?
Støð í landinum, sum hava umleið somu trupulleikar,
sum Miðvágur hevur, eru t.d.: Sandavágur, Kollafjørður,
Runavík, Gøtugjógv, Leirvík, Klaksvík, Havnin, Tvøroyri,
og Vágur.
FAKTA
dagligur leiðari
Ráðið fyri
Ferðslutrygd
Jón
Kragesteen
Miðvingar eru sera misnøgdir við ferðslutrygdarviðurskiftini á landsvegnum, sum gongur
gjøgnum bygdina
Eftir at fleiri fólk vóru deyð í ferðsluni í R. C. Effersøesgøtu í Havn, tók býráðið sær um reiggj og framdir ferðslutrygdarábøtur
uttan fyri SMS.