fríggjadagur 30. mars 2007síða 12
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 64 - 30. mars 2007
Ongin ivi man vera um, at
stakir uppihaldarar hava
trupul kor, tí so sum sam
felagsviðurskiftini eru ídag,
røkkur illa bert við einari
inntøku, til at tryggja familj
uni sámilig kor. Sjálvandi
er munur á støkum uppi
haldarum eins og øðrum –
summi eru betri fyri enn
onnur. Men samanumtikið
hava stakir uppihaldarar
størri trupulleikar enn
onnur við at fáa endarnar at
røkka saman. Livikostnað
urin í Føroyum í dag – til
bústað og fastar útreiðslur
og alt annað sum hoyrir
gerandislívinum til – er rætt
og slætt ov høgur til at ein
inntøka kann bera eitt húsar
hald hjá eini barnafamilju.
Tí eru landsstýrið og sam
gongan í ferð við at seta
eina røð av serstøkum
familjupolitiskum átøkum í
verk. Hetta settu vit okkum
fyri í fjør vár, tá vit fóru
undir fíggjarlógararbeiðið
fyri 2007. Hesum boðaði
eisini løgmaður frá í røðu
síni á Ólavsøku.
Tí eru fleiri átøk sett í
verk seinastu tíðina og fleiri
eru ávegis, sum av álvara
fara at gera mun. Tað skal
eg royna at greiða frá út frá
teirri framløgu eg hevði á
ráðstevnuni hjá føroyskum
sosialráðgevarum á Altjóða
Sosialráðgevaradegnum
tann 28. mars.
Vitanarforðingin er ein
stórur trupulleiki
Tann fyrsti stóri trupulleikin
vit rena okkum í í Føroyum,
er at vit hava ikki møgu
leikar fyri at áseta og av
marka, hvør er stakur uppi
haldari. Vit kunnu skilja
millum gift og ógift, onki
annað. Men ógift nýtast
ikki at vera støk – nógv eru
tað heldur ikki, og fáa børn
og liva saman í nógv ár,
møguliga alt lívið, uttan at
vera gift. Og tað eru gift, ið
eru farin frá hvørjum øðr
um og liva sum støk, annar
parturin við børnunum.
Somuleiðis hava vit ong
ar møguleikar fyri at fáa
upplýsingar fram um húsar
hald og húsarhaldsinntøku.
Vit kunnu bert fáa upp
lýsingar um inntøkur hjá
giftum og ógiftum.
Alt hetta kemur av, at
ongin samanbinding er mill
um persónsupplýsingar í
fólkayvirlitinum, bústaðar
upplýsingar í nýggju
adressuskránni, og inntøku
upplýsingar hjá skattavald
inum.
Av somu orsøk ber snøgt
sagt ikki til fyrisitingarliga
t.d. hjá skattavaldinum at
veita støkum uppihaldarum
eina eyka hægri barnafrá
drátt. Tá t.d. Tjóðveldis
flokkurin kortini kemur júst
við slíkum uppskoti, enntá
fleiri ferðir uppí saman, so
er tað politisk paraduupp
skot, sum ikki kunnu setast
í verk, tí vit hava ikki fyri
sitingarligu møguleikarnar
til tess. Landsstýrið og sam
gongan hinvegin viðurkenna
henda trupulleikan, og hava
tí gjørt av at gera tað neyð
uga arbeiðið, sum skal til,
fyri at loysa henda fyri
sitingarliga trupulleikan.
Meir um tað seinni.
Neyðugt at meta um
stakar uppihaldarar
Tá tað enn ikki ber til at fáa
tað at vita, mugu vit meta
um stakar uppihaldarar út
frá ymiskum viðurskiftum.
Út frá einsháttaðum upp
lýsingum í hinum Norðan
londunum og barnatalinum
í Føroyum, kunnu vera eini
1100 stakir uppihaldarar í
Føroyum. Hyggja vit eftir,
hvør fær “Barnagjald til
einsamallar uppihaldarar”,
so eru tey eini 800 í tali. Og
hyggja vit eftir, hvør fær
fíggjarligt frípláss á dag
stovnunum, eru tað eini 7-
800. Her skulu vit minnast
til, at bert húsarhaldsinn
tøkur undir 210 t. fáa fult
frípláss – síðan verður tað
avtrappað og er burtur
longu tá húsarhaldsinntøkan
er komin uppá 254 t.
So kanska fevnir hesin
bólkurin um eini 1000 stak
ar uppihaldarar – og teirra
børn - sum hava brúk fyri
serligum familjupolitiskum
átøkum.
Neyðugt við fjølbroyttum
tiltøkum
Tað er onki einstakt tiltak,
sum einsamalt kann rætta
støðuna upp hjá støkum
uppihaldarum. Tað er neyð
ugt við eini røð at tiltøkum,
sum bæði rætta seg til
møguleikarnar at fáa sær
útbúgving, at kunna hava
fast fótafesti á arbeiðsmark
naðinum, at kunna sameina
arbeiði og familjulív, at
kunna hava ein bústað, sum
tað ber til at gjalda av einari
inntøku, at hava greið for
eldramyndugleikaviður
skifti o.s.v.
Tí fevna átøkini víða.
Nøkur vera nú sett í verk,
og fleiri eru ávegis.
Tiltøk sum nú vera
sett í verk
Barsilsskipan fyri lesandi.
Hetta skapar ungum, ið
sum oftast eru støk, møgu
leika at kunna halda fast
við sína útbúgving, um tey
fáa børn, við at kunna fara í
barnsburðarfarloyvi við full
um lestrarstuðli. Er samtykt
við gildi frá í heyst.
Hækkaður lestrarstuðul
fyri lesandi forsyrgjarar.
Hesi munnu eisini í nógvum
førum vera støk. Hetta verð
ur gjørt við at barnaískoyt
isgjald verður lagt omaná
lestrarstuðulin, í fyrsta lagi
við 500 kr. mán. Er samtykt
við gildi frá í heyst.
Rættarstøðan hjá støkum
foreldrum er styrkt við lóg
arásetingini um felags for
eldrarætt, sum fær gildi nú
1. apríl.
Verkætlan um at saman
binda persónsupplýsingar í
fólkayvirlitinum við nýggju
adressuskránna og skráir
hjá skattavaldinum um inn
tøkuviðurskifti o.t. Við hes
um fer at bera til fyri fyrstu
ferð í Føroyum at fáa upp
lýsingar um familju- og
húsarhaldsviðurskifti, harí
um støk og húsarhaldsinn
tøkur. Umsókn um játtan til
verkætlanina er komin í
Løgtingið.
Umlegging av barnafrá
dráttinum í skattinum til
beinleiðis útgjald, soleiðis
at hesin stuðulin verður
skilligur og eyðmerktur til
barnið. Málið er í løgting
sins fíggjarnevnd.
Tiltøk sum eru ávegis
Forsyrgjarar í truplum kor
um, so sum stakir uppihald
arar, skulu fáa ein hækkaðan
barnastuðul. Av tí at hetta
ikki kann gerast fyrisiting
arliga, má tað byrja sum ein
veiting eftir umsókn. Sam
gongan hevur avgjørt at
játta 8 mió. árliga til hetta.
Lógaruppskot verður lagt
fyri Løgtingið í heyst.
Ráðgevandi toymið fyri
ungar kvinnur, sum hava
serligan tørv á ráðgeving,
t.d. í samband við fostur
tøku, ella barnakonur, stakir
uppihaldarar ella aðrar. Pen
ingur er settur av á fíggjar
lógini til at fara ígongd í
heyst.
Nýggj lóggáva um luta
íbúðir kemur fyri Løgtingið
eftir Ólavsøku, til tess at
fremja lægri bústaðarkost
naðir og betri møguleikar
fyri hóskandi bústøðum til
ymiskan tørv.
Nýggj leigulóg er ávegis
at leggja fyri Løgtingið
eftir Ólavsøku, til tess at
skapa størri trygd og størri
dygd á leigumarknaðinum.
Lógaruppskot verður lagt
fyri Løgtingið um at lækka
skattin av leiguinntøku
munandi, so útboðið av
leiguíbúðum kann økjast
og minkast kann um trýstið
á leigukostnaðin.
Allir løntakarar – eisini
tímalønt - skulu hava rætt
til endurgjald fyri at kunna
vera heima barnsins fyrsta
sjúkradag. Í fyrstu syftu
verður miðað eftir, at part
arnir á arbeiðsmarknaðin
um fáa hetta í lag við sátt
málasamráðingarnar í vár.
Tiltøk at fremja hjá
kommununum
Systkinarabatt í barnaans
ingarstovnum er enn bert í
nøkrum fáum kommunum.
Hetta eigur at verða sett í
verk í øllum kommunum
kring landið.
Fíggjarligt frípláss eigur
at verða broytt soleiðis, at
inntøkumarkið fyri at fáa
frípláss verður flutt mun
andi upp. Í dag svarar tað
ikki eingong til eina hálva
miðal húsarhaldsinntøku.
Tiltøk úr Visjón 2015
fyri vælferð
Vit eiga at fáa eina skipan
við bústaðartrygging, áleið
tí stuðuli, sum í øllum hin
um Norðanlondunum verð
ur veittur sum eitt ískoyti
til høgar bústaðarútreiðslur,
samanborið við inntøku
grundarlagið. Hetta eigur
at farast undir, tá upp
lýsingargrundarlagið um
húsarhaldsviðurskifti er
fingið til vega, og tá leigu
marknaðurin er fingin at
virka við nýggjari leigulóg.
Á almenna eins og privata
arbeiðsmarknaðinum eiga
at verða betri farloyvisskip
anir, fyrst at barnsburðar
skipanin verður longd upp í
eitt ár, og síðan at nýggjar
smidligar farloyvisskipanir
fyri foreldur, at kunna betur
sameina arbeiði og familju,
serliag meðan børnini eru
smá.
Samgongan raðfestir familjupolitisk átøk
– eisini til fyrimuns fyri stakar uppihaldarar
landsstýrismaður
Hans Pauli
Strøm
Nógv og drúgv umtala hevur
verið eftir dystin millum
bestu mansliðini hjá VÍF og
Kyndli.
Eg eri ein av teimum,
sum fór ógvuliga vónbrotin
avstað aftur úr høllini á Hálsi
henda sunnudagin.
Stórar vónir vóru settar
til ta endaligu uppgerðina
í ár millum stórfeløgini í
føroyskum hondbólti.
Kappingini er skipað við
einum grundspæli og einum
endaspæli, so hóast eitt lið
- VÍF í hesum føri hevur
vunnið bæði grundspæl og
endaspæl, so stendur alt, tá
finalan skal spælast, púra
opið.
Tá HSF við sínum
limafeløgum hevur valt
eina slíka loysn, m. a. fyri at
hækka undirhaldsvirðið í hesi
ítrótt, so tekur ein sjálvandi
sum givið, at teir karmar,
sum eru rundan um tílíka
finalu, veruliga eru á einum
støði, sum ein kann bjóða
spælarum og áskoðarum.
Tí eru fyrireikingarnar upp
undir ein slíka av alstórum
týdningi.
Her haldi eg, at HSF -
dómaranevndin, hevur valt
eina sera, sera óhepna loysn.
Ein loysn, har vit ikki finna
nógv fordømi. Eg skilji teg
ikki Hartvig?? Tú/tit eiga at
forútsíggja og harvið royna
at umganga óneyðugar
frustratiónir. Tín/tykkara
uppgáva er í alvorliga stóran
mun at vera tann liðurin, sum
skal skapa best hugsandi
tryggleika á vøllinum, og her
mást tú/tit í dómaranevndini
ikki undirmeta tann sálarliga
partin bæði upp undir og
undir einum tílíkum dysti.
Tá
fýra
fyrrverandi
kyndilsleikarar skulu til at
døma sítt egna “fyrrverandi”
lið, er lættari at skapa
óneyðuga øsing. Hannis
var jú ein av spælarunum á
kyndlaliðnum í fjør og ikki
er óhugsandi, at ein lættari
góðtekur eins egna”livihátt”,
alt annað vildi verið
løgið!!!
Feløg og spælarar hava
í longri tíð góðtikið
dómaraparið Andreas og
Eyðum, sum er okkara
besta dómarapar, men so
harvið at hugsa, at so er í
fínasta lagi bara at seta eitt
dómarapar av “fyrrverandi”
kyndilsleikarum afturat var
tollut!
At eitt dómarapar hevur
ambitiónir og vil døma
tær
mest
áhugaverdu
uppgávurnar er ikki løgið,
men har eru sikkurt onnur
dómarapør, sum hava somu
hugsan ella ynski.
Ikki ætli eg mær at gera so
nógv út av sjálvum dystinum,
men vil heilt avgjørt vísa á
mína meining og ónøgd, at
dømingin var vánalig, og at
serliga tann eini dómarin var
ikki førur fyri at tveita tann
búnan av sær, sum hann átti
at gjørt. At nógvir spælarar
veruliga vóru tendraðir eri
eg samdur í, men tíverri var
kanska tann eini dómarin enn
meiri tendraður, og harvið
ikki førur fyri at skapa ró,
men tað øvugta - rok!!!
Ikki trúgvi eg, at eitt
føroyameistaraskap veruliga
smakkar einum væl, um bara
ivi verður sáddur um rætt er
farið fram!!!
Vónandi koma vit at síggja
betur avrik á vøllinum
komandi vikuskifti.
Morgun við
Tinghúsvøllin
Pauli Nielsen
Vit føroyingar duga so
mangt, bæði gott og ilt.
Eitt, sum vit duga næstan
alt ov væl, er at vevja
alt upp í ein ellubita.
Fari tí at royna at vera
týðiligur og greiður.
Tað skal einki dirvi
til hjá fleiri vaksnum
monnum at skammfara
ein
ungan
drong.
Ørviti og onkur skilaleys
øði eru nóg mikið.
Øll merkja timburmenn
inar.
Tað skal stórt dirvi til
at koma aftur um aftur hjá
teimum, sum hava gjørt
seg inn á onkran annan.
Men tað hevði sømt seg.
Og tað er tað einasta, sum
gevur virðingina aftur.
Hondbóltsfinalan:
Karmar ein ikki kann bjóða spælarum og áskoðarum
Venjari
Palli Joensen