Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 13

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 64 - 30. mars 2007 - Í Føroyum eru um­leið 2000 færri kvinnur enn menn, meðan lutfallið mill­um føroyingar í Danmark er júst øvugt. Men vit vita einki um, hví so er. Millum annað í slíkum áttu vit at granska meiri, sigur Annita á Fríðriks­ mørk FLOKSTING Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Sum flestu av hinum ting­ fólkum Tjóðveldisfloksins helt eisini Annita á Fríð­riks­ mørk røðu á flokstinginum farna vikuskiftið. Eins og formaðurin, Høgni Hoydal, legði Annita stóran dent á týdningin av, at Føroyar fáa fullveldi í komandi valskeiði. Hon vísti á týdningin av, at vit fáa statsrættarligt eins væl og persónligt frælsi. Serliga stóran dent legði tingkvinnan á umstøðurnar hjá einligum uppihaldarum, og týdningin av, at vit kenna betur til umstøður teirra. – Vit vita, at nógvir ein­ ligir uppihaldarar flyta til Danmarkar, men vit vita ikki hví. Tað kann sjálvandi vera, at fleiri teirra fara til Danmarkar í lestrarørind­ um, vit vita tað bara ikki. Og tí eiga vit at leggja dent á gransking á hesum øki, sigur Annita á Fríðriks­ mørk. Korini hjá einligum uppihaldarum í Føroyum kunnu eisini vera ein orsøk til, at fleiri fara av landinum. Til dømis fær ein einligur uppihaldari, ið forvinnur 21.000 kr. um mánaðin, ong­an almennan stuðul sum eitt nú frítt barna­ garðspláss, bústaðarshjálp o.a. Í Føroyum búgva 2000 fleiri menn enn kvinnur, men heldur ikki á hesum øki vita vit, hví so er. Talið á føroyingum, sum búgva niðri í Danmark er beint øvugt, har finnast smáar 2000 fleiri kvinnur enn menn. Kvinnugransking Men tað eru so nógv øki, har vit áttu at farið undir eina miðvísa gransking, fyri at finna útav, hví viður­ skiftini eru sum tey eru, tá tað um kvinnur ræður. – Vit vita til dømis, at kvinnurnar forvinna ein triðing av øllum inntøkum í landinum og menn tveir triðingar. Men vit vita einki um, hví lutfallið er soleiðis, sigur Annita. Hon vísir eisini á, at kvinn­ur í nógvum førum verða valdar frá í Føroyum. Og hetta er eitt fyribrigdi, ið átti at verið hugt nærri at. – Eg kann nevna eitt dømi, har landsstýrið fyri tíð síðani skuldi velja 30 umboð í nevndir hjá al­ menn­um partafeløgum. Lands­stýrið valdi 30 menn og onga kvinnu, vísir ting­ kvinna Tjóðveldisfloksins á. Hon heldur eisini, at for­ mellu orðingarnar í sam­ bandi við ymisk størv, altíð nýta orðið »maður«. – Vit kunnu nevna orðini tingmaður, løgmaður, lands­ stýrismaður og Løgtingsins Umboðsmaður. Sagt verður, at orðið maður er galdandi fyri bæði kvinnu og mann – og so kunnu vit allernåd­ igst sleppa at eita neytakona ella vaskikona; flakakona gongur eisini, sigur Annita á Fríðriksmørk. Prestiguprojekt Tjóðveldiskvinnan nam eis­ ini við spurningin um yvir­ tøku av Fólkakirkjuni. Sjálvandi eigur kirkjan at verða føroysk, heldur hon, men tað harmar hana sam­ stundis, at vit hava spilt trý ára arbeiði upp á at fyrireika eina yvirtøku, nú vit ikki vilja nýta hetta arbeiði kort­ ini. Tað er heldur eingin loyna, at kreftir í Kirkjuliga Fylgibólkinum mæla frá einari yvirtøku av Fólka­ kirkjuni longu á Ólavsøku. – Vit mugu gera alt fyri, at kirkjan ikki gerst eitt politiskt prestiguprojekt, men verður yvirtikin í sam­ ráð við kirkjuliga landslagið og í samstarvi við allar flokkar á tingi, sigur Annita á Fríðriksmørk. – Vit eiga at gera meira við kvinnugransking Annita á Fríðriksmørk heldur, at vit vita alt ov lítið um kvinnusakir. Og tí eigur stórur dentur at verða lagdur á gransking av hesum. Teir hava arbeitt við einum áhugafelagi í eina tíð, men eru nú av álvara farnir til verka - teir føroysku trædreyararnir. Felagið varð stovnað í november mánaði í fjør, og í dag eru longu 26 limir í felagnum Felag Snorri Brend snorri@sosialurin.fo Tað var longu á sumri fyri tveimum árum síðani, at hugskotið til eitt slíkt felag birtist. Hetta hendi í sam­ band við eitt skeið í dreying á Tekniska Skúla í Klaks­ vík. Nakað eftir hetta varð hild­in ein fundur, har nakrir av áhugaðu limunum hittust aftur - hesaferð á Felags­ skúlanum á Oyrarbakka. Eftir henda fundin varð ein arbeiðsbólkur settur at taka sær av fyrireikingunum til at seta eitt felag á stovn. Í hesum arbeiðsbólki vóru Brynjolvur Borðoy, Terji Johannesen og Hend­ rik Rubeksen. og varð teirra uppgáva at fáa í lag eitt før­ oyskt dreyarafelag. Íslendsk fyrimynd Teir arbeiddu ídnir við hesi ætlanini, og hin 26. no­vember í fjør kallaðu teir inn til stovnandi aðalfund á Oyrarbakka. Á fundinum løgdu teir fram uppskot um felags­ lógir, sum vórðu gjørdar eftir íslendskari fyrimynd. Teir fingu nevniliga eitt ein­ tak av lógunum fyri einum líknandi felagi fyri træ­ dreyarar í Íslandi. - Á hesum fundinum vóru 12 áhugaðir dreyarar. Og hesir samtyktu okkara uppskot við smærri broyt­ ingum, upplýsir formaðurin í felagnum, Hendrik Ru­beksen. Saman við honum sita hesir í nevndini: Heri Mørk­ øre sum er kassameistari og Piddi Lamhauge sum er skrivari. Felagið hevur sum nevnt 26 limir og fer í næstu framtíð at skipa fyri onkrum tiltaki fyri limirnar í Fe­lags­ skúlanum á Oyrarbakka. - Vit vilja fegnir hava fleiri limir í felagið, og kunnu teir tekna seg onkr­ um av okkum í nevndini, sigur formaðurin í felag­ num. Limagjaldið er 200 kr. um árið. Vítt fevnt endamál Nú Dreyarafelagið av álvara hevur lagt til brots, er tað við einum víttfevndum endamáli at virka fyri. Í fyrsta lagi ynskir fe­lag­ið at økja og bøta um trædreying í Føroy­um, við tí fyri eyga at vekja felags áhuga mill­um tey, sum hava tilknyti til hesa listina. Endamálið er at koma við upplýsingum og halda skeið um tað nýggjasta innan dreying her á landi og í londunum rundan um okkum. Fe­lagið ynskir eisini at fremja samstarv við líkn­andi feløg uttanlands. Virkast skal eisini fyri, at limirnir kunnu hava framsýningar og at teir sleppa at kappast síná­millum, og at teir fáa møguleika at útvega sær bíligt tilfari til dreying og at gera sítt til at teir fáa keypt røttu bonkrar­ nar og annað tilfar og am­boð. Felagið ynskir somu­leiðis at seta á stovn eitt bókasavn ella savn av film­um ella sjónbondum, og at geva limunum upp­lýsingar um útbúgv­ing­armøguleikar, bæði fyri­reikingarskeið og skúlar. At enda ynskir Drey­arafelagið at veita al­­menn­ inginum, snið­gev­um og øðrum upplýsingar um tænastu, sum limirnir veita, eins og endamálið er at halda arbeiðsfundir, har limirnir hitast at tosa saman, m.a. um serstakar samanrenningar av træ­dreying og list. Felagið hevur enn bara 26 limir. Men við eini so spennandi endamálsskrá er lítil ivi um, at felagið skjótt fær fleiri limir. Nú dreyar tað seg bert um felagið Trædreying er gamalt handverk, og nógv vakurt kann fáast burtur úr (savnsmynd)