Sosialurinarkiv
Sosialurin 2007-03-30, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 30. mars 2007síða 14

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 64 - 30. mars 2007 Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t. nøvn SAMBAND magnus gunnarsson maggi@sosialurin.fo tlf 341800 fax 341801 Góði abbi! Hjartaliga tillukku við 85 ára degnum tann 1. apríl. Eg hevði so gjarna viljað verið saman við tær og tykkum henda stóra dag, men tað liggur tíverri ikki fyri. Hóast tú nú verður 85 ár, so er tú ungur í sinninum. Tú skemtar ofta við, at tú bara blívur yngri og yngri við árunum. Eg minnist, at tú sigldi, tá eg var barn. Tað eru nógv ár síðani, men eg minnist, at eg elskaði, tá tú var heima millum túrarnar. Sum sjómaður varð tú borin á lógvum, tá tú vart heima. Tú mundi nóg illa duga at venda tær í køkinum, tí omma gjørdi alt fyri teg. Vit systkinabørnini hava altíð verið nógv hjá ommu og tær á Eiði. Eg havi tey bestu barnaminnini frá tí, vit hoyggj­aðu i Kolsbyrgi, og tá tú tók okkum við á kaiina at fiska. Omma og tú ferðaðust nógv til tykk­ara døtur, áðrenn omma bleiv sjúk. Eg elskaði, tá tit komu til Havnar at vitja, tí tá høvdu tit altíð okkurt gott við til okkum. Mangan hevði omma eisini bundið okkum onkra flotta mynstruta troyggju. Omma bleiv sjúk fyri 11 árum síðani. Hon kom at sita í rullistóli eftir at hava verið ein “superkvinna”, sum gjørdi alt, sum gerast skuldi. Hon var tá 70 ár og tú var 73 ár. Hetta var ein kollvelting í tykkara dagligdegi, og tú fekk eina heilt nýggja ábyrgd. Frá at verða tann, sum aldri hevði brúk fyri at lyfta ein fingur i køkinum, er tú nú blivin ein ordans kokkur. Tú bæði ger døgurða hvønn dag og bakar javnan køku. Afturat hes­um tekur tú tær so óalmindiliga væl av ommu. Tit klára allar dagligu uppgávurnar í felag. Mangan mást tú spyrja ommu, hvussu eitthvørt skal gerast, og so dirigerar hon, hvussu tú skalt gera. Omma broderar nógv. Tú hjálpir henni við at skilja tráðirnir og koyra teir í nálina. Tað er so fitt haldi eg. Omma hevði ikki havt tað betri nakra aðra staðni í verðini enn hjá tær. Tað er altíð so hugnaligt at koma at vitja tykkum á Eiði. Vit fáa altíð ein góðan drekkamunn við køksborðið. Oftast fáa vit heimabakaða skuffukaku, sum abbi hevur bakað, og smákøkur, sum onkur dóttur hevur havt við til Eiðis. Tá siga tit ofta frá gomlum døgum. Tú plagar at fortelja áhugaverdar hend­ ingar frá tínum sjómanslívi, og um tey ymisku skipini, tú hevur verið við. Títt andlit lýsnar, tá tú tosar um sjó­ manslívið. Hetta vísir, at tú hevur verið glaður fyri títt lívsstarv. Fastur táttur á Eiði er at spæla eitt - og ofta fleiri “Ludo”. Tá er altíð eitt sindur av “action” í luftini, tí omma er so ivrig eftir at koma fyrst á mál. So tað hugna vit okkum óført við. Tú letur okkum altíð vita, hvussu glaður tú er fyri vitjanina. Og tá vit fara avstað aftur, stendur tú altíð trúfastur í vindeyganum og vinkar til okkum. Eg vil hervið takka tær og ommu fyri, at tit hava verið tann besta omman og abbin, sum nakar kann ynskja sær. Eg eri so glað fyri alt, sum tit hava verið fyri meg. Abbi, vónandi fær tú ein góðan føð­ingar­dag. Eg gleði meg at halda dagin sam­an við tær næstu ferð, eg komi heim úr Keypmannahavn. Linda Nikkel Nielsen á Eiði 85 ár Abbi er komin til Havnar at ferðast og situr undir mær og Kára 85 ár Pálmasunnudag 1. apríl verður Nikkel Nielsen á Eiði 85 ár. Hann verður at hitta við hús frá kl. 15. 60 ár 30. mars verður Alfred Olsen, løgtingsmaður, Saltnes, 60 ár. Dagurin verður hildin á Svangaskarði fríggjadagin 30. mars frá kl. 19, øll eru hjartaliga vælkomin. 70 ár Johan Mortensen, timburmaður, Havn, fyllir 70 ár tann 31. mars. Ábit verður at fáa hjá systrini Fíu á Heygsvegi 36 frá kl. 17.00. Brúdleyp Leygardagin 31.mars kl. 15 giftast í Tvøroyrar kirkju, Ann Mari Michaelsdóttir Strøm, Trongisvágur og Jógvan Páll Krosslá, Vágur. Veistla verður fyri innboðin í V.B. húsinum kl. 19. Leygardagin 31. mars kl. 16.00 giftast í Dómkirkjuni Lissi Ludvig Mouritsen og Bárður Simonsen, Tórshavn. Veitsla verður fyri innbodnum um kvøldið á Hotel Føroyum. Vit skulu giftast 31. mars. Vígslan verður í Christianskirkjuni kl.12, og eftir vígsluna og fram til kl.15.30 verður móttøka á Soli Deo Gloria, har øll eru hjartaliga vælkomin. Kl.19 verður veitsla fyri innbodnum í Miðlon í Havn. Hallgerð og Hendrik Gullbrúdleyp 31. mars hava Alma og Jógvan Frederiksberg Strendur gull­ brúddleyp. Tey eru burturstødd. 15. mars fingu Annika og Dan E. Thomsen, Froðba ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3520 gr. 21. mars fingu Sóleyð Petersen og Agnar Akraberg Poulsen, Tvøroyri, ein son. Hann var 54 cm. langur og vigaði 3950 gr. 22. mars fingu Dagmar og Jan Gaardbo, Toftir, ein son. Hann var 56 cm. langur og vigaði 4000 gr. 22. mars fingu Dagbjørt Sólheim og Oleif Joensen, Salt­ang­ ará, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 3500 gr. 24. mars fingu Elin Thomassen og Tróndur Joensen, Keyp­­mannahavn, eina dóttur. Hon vigaði 4400 gr. og var 55 cm long. 24. mars fingu Sonja og Hans Hansen, Leirvík, eina dóttur. Hon var 51 cm. long og vigaði 2750 gr. 27. mars fingu Sólrun Jørgensen og Uni Hansen, Mið­ vágur, eina dóttur. Hon var 55 cm. long og vigaði 3700 gr. 27. mars fingu Durita Nielsen og Arni Petersen, Syðrugøta, ein son. Hann var 58 cm. langur og vigaði 3700 gr. 27. mars fingu Charlotte Leth Jensen og Beinir Poulsen, Klaksvík, eina dóttur. Hon var 49 cm. long og vigaði 3025 gr. 27. mars fingu Marianna Petersen og Joannis Moraitis Pállson, Keypmannahavn, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4466 gr. 28. mars fingu Annetta og Jóhan Andrias Hansen, Toftir, eina dóttur. Hon var 57 cm. long og vigaði 4300 gr. Føðingar 19. mars fingu Dagny og Jógvan Højgaard, Tvør­ oyri, ein son. Hann vigaði 4500 gr. og var 57 cm. Tann 20. mars fingu Bára Gásadal og Tór Tungá, eina dóttur. Hon var 53 cm. long og vigaði 4200 gr. Lesið - so eru tit við