fríggjadagur 30. mars 2007síða 15
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 64 - 30. mars 2007
15
Elias Hammer úr Hovi, fer til gravar úr Hovs
kirkju leygardagin klokkan 13. Bønarhald verður
í Vesturkirkjuni fríggjadagin klokkan 17.30. Tey
ið vilja minnast Elias kunnu lata eina gávu til
Missiónshúsið í Hovi, konta í peningastovnunum.
Andlát og jarðarferðir
Tøkk
Hjartaliga takka vit fyri sýnda samkenslu,
tá ið kæri maður mín, pápi, sonur, beiggi, versonur
og svágur okkara
Narvi Norðberg
Strendur
andaðist og varð jarðaður.
Tøkk øll tit, familja, vinir og kenningar, sum vóru so
væl um okkum, takk fyri vitjanirnar,
meðan Narvi var sjúkur.
Tøkk til starvsfólkini á B6 og til sjúkrasystrarnar á
onkologiskdeild G3, sum tóku sær so
væl av okkum.
Tøkk til tykkum sum talaðu og vakran sang,
berarar, sangarar og tykkum, sum fylgdu honum
seinastu ferð úr heiminum, og tøkk øll tit mongu,
sum fylgdu Narva til hansara síðsta hvíldarstað. Og
sum skipaðu soleiðis fyri, at øll kundu koma undir
tak og hoyra, hvat ið sagt varð í salinum.
Eisini ein serstøk tøkk til øll tykkum, familja,
grannar og vinir, sum skipaðu so frálíka væl fyri,
meðan Narvi stóð undir børu og fyri ervinum.
Tøkk fyri heilsanir, blómur, kransar og
peningagávur til Nerija.
Tøkk øll somul fyri umsorgan og kærleika tykkara
móti okkum í hesi sváru tíð.
Gleðiligar páskir.
Ásbjørg og børnini
Dagurin
1. apríl. Hugo, deyður í 1132. Biskupur í Grenoble í Frak
landi. Týskt navn, sum merkir tann skilagóði ella vísi.
Í dag, fríggjadagin 30.
mars, verður Alfred Olsen,
løgtingsmaður, búsitandi í
Saltnesi 60 ár. Dagurin verður
hildin á Svangaskarði.
Alfred er toftamaður.
Hann er uppvaksin uppi á
Regni. Mamman er Hilda
fødd Hansen og ættað úr
Túni á Toftum. Hon verður
90 í summar, og hon býr
framvegis uppi á Regni.
Pápin var Jens Christian
Olsen uppi á Regni á Toftum,
sum var løgtingsmaður fyri
Sambandsflokkin, inntil
hann doyði 20. november
1963. Tá hevði hann eina
viku frammanundan fylt 62
ár.
Talan gjørdist um rættuliga
stóran barnaflokk burturúr
teimum báðum giftunum.
Hálvsystkini hjá Alfredi
eru Jacob (1928), Jógvan
Ingvard (1930), Nickolaj
(1932), Torborg (1934)
og Helena (1936). Helena
býr í Havnini, og øll hini
búgva á Toftum. Í seinnu
giftuni vóru børnini Ruth
(1940) á Argjum, Diana
(1943-1944), Diana (1944)
á Toftum, Alfred (1947) í
Saltnesi, Jonny (1949) á
Argjum, Johannes (1951) í
Saltnesi og Annika (1956)
á Toftum.
Alfred var blaðungur,
tá ið hann fór til skips við
bróðrinum Jógvani Ingvard,
sum førdi Jógvan Norði.
Alfred var sjómaður frá
1962 og fimm tey næstu
árini. Í 1968 róði hann út
í Ravnoynni við Páll uppi
á Regni á Toftum. So fór
Alfred á handilsskúla í
Fuglafirði, meðan hann
arbeiddi í turkihúsinum hjá
D. P. Højgaard í Oyrum.
1969-1970 var Alfred í
Keypmannahavn, har hann
gekk í handilsskúla á Julius
Thomsens plads.
Tá ið Alfred kom aft
ur til Føroya, hevði Sjó
vinnubankin stutt framm
anundan latið deild upp í
Runavík. Ditlev Róin var
deildarleiðari, og Alfred
var fyrsti lærlingurin í deild
ini, sum helt til í húsunum,
sum tá stóðu, har komm
unuskrivstovan nú er.
Fyrsta mai í 1977 gjørdist
Alfred skrivari hjá Nes
kommunu, og í tí starvinum
er hann framvegis. Síðani
hann varð valdur á ting, hevur
skrivarastarvið verið hálv
tíð. Í 1996-1998 var Alfred
í Keypmannahavn, har hann
leyk forvaltningsdiplom í
almennari umsiting.
Eftir at Jógvan Ingvard
Olsen í 1998 hevði boðað
frá, at hann ikki fór at taka
av tilboðnum um at verða
upp aftur stillaður til løg
tingsvalið, gjørdu sambands
veljararnir á Toftum av at fáa
Alfred upp á listan. Alfred
varð valdur á ting í 1998 og
aftur í 2002 og í 2004.
Alfred er giftur Marjon,
sum er ættað úr Søldarfirði.
Foreldur hennara eru Noomi
og Jóhannes Solmunde. Maja
og Alfred eiga hugnaligt
heim í Saltnesi, og tey eiga
fýra børn: Jens (1969),
Jóhannus (1974), Jákup
(1979) og Hilda (1982).
Hilda er í Keypmannahavn,
og dreingirnir búgva allir á
Toftum. Alfred eigur fimm
abbadøtrar.
Í frítíðini fæst Alfred,
sum er sera vinsælur og
fyrikomandi, við seyð og
rabarbur, og hann hevur fyri
nøkrum mánaðum síðani
keypt Gráasteinshúsini í
Saltnesi, sum hann er farin
undir at seta í stand. Alfred
er aktivur í Bláa Krossi og
heimamissiónini, har hann
ofta talar á møtum.
Føðingardagurin verður
hildin á Svangaskarði klokk
an 19 í kvøld.
J
Alfred Olsen 60 ár
Í sambandi við at aðalkonsulát Íslands letur
upp í Føroyum, verður opið hús
í Fútastovu í Gongini 7, Tórshavn,
sunnudagin 1. apríl, frá klokkan 17 til 20.
Tónleikabólkurin Guitar Islancio spælir
nøkur løg, kaffi og kleynur verða at fáa.
Øll eru vælkomin!
A ð A l k o n s u l á t Í s l A n d s
Sosialurin
Sosialurin
Visti tú ikki tað?
Visti tú ikki tað?
veitst tú ikki tað?
nøvn