fríggjadagur 30. mars 2007síða 16
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
16
Nr. 64 - 30. mars 2007
tíðindi
Nýggj frímerki
Týsdagin tann 10. apríl gevur Postverk Føroya fleiri
nýggj frímerki út. Talan er um tvær útgávur. Onnur er eitt
frímerkjaark við átta frímerkjum, sum lýsa ta væl kendu
og væl umtóktu skaldsøguna „Feðgar á ferð“, sum Heðin
Brú skrivaði. Tað er Bárður Jákupsson, sum hevur teknað
myndirnar á frímerkjunum. Í sambandi við at Skótarørslan
er 100 ár í ár, gevur postverkið út tvey frímerki, sum Edward
Fuglø hevur teknað.
Fiskivinnuráðstevna
Grønlendski landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Finn
Karlsen, ætlar sær at skipa fyri einari fiskivinnuráðstevnu
um ólógliga fiskiveiði og vantandi fiskiveiðieftirlit. Sambært
útvarpinum í Nuuk ætlar Finn Karlsen sær at bjóða fleiri av
sínum útlendsku starvsbrøðrum á ráðstevnuna, sum verður
í Narsaq í døgunum frá 20. til 23. juni. Útlendsku gestirnir
verða úr Føroyum, Íslandi, Kanada, Russlandi, Noregi og
ES-londunum.
Hetta er fyrstu ferð í
søguni, at trý raðhús
verða bygd í senn
í Eiðis kommunu,
men hetta verður
ikki seinastu ferð, nú
Anfinnur Kruse, sum
eigur AK-Byggivirki,
skjótt fer í holt við
seks raðhús aftrat í
Svínáum. Hesi verða
av sama slagi, sum
húsini á Kollshjøllum,
sum øll vórðu reist í
gjár
Húsasmíð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í góðveðrinum í gjár vórðu
tey trý raðhúsini, sum AK-
Byggivirki byggir á Kolls
hjøllum omanfyri hotellið á
Eiði, reist.
Anfinnur Kruse, sum eigur
AK-Byggivirki, sigur, at tað
gekst væl at reisa húsini, og
gongst sum ætlað, standa tey
liðug og klár at flyta inn í um
mánaðarskiftið juni/ juli.
- Arbeiðið hevur sum heild
gingið væl, hóast veðrið í
vetur hevur verið óstøðugt
og mangan ólagaligt.
Hann vísir á, at veggir og
sperrur eru smíðað inni í eini
høll í bygdini, og tí hevur
veðrið ikki tarnað hesum
partinum av verkætlanini.
- Síðan vit byrjaðu at seta
elementini til brandveggirnar
og útveggirnar upp í síðstu
viku, hevur veðrið verið til
vildar – og ikki minst dag
urin í dag hevur verið óføra
góður. Heldur veðrið sær
nakrar dagar aftrat, hevði
hetta komið ógvuliga væl
við hjá okkum, nú húsini
skulu lokast inni, sigur
byggiharrin.
Sámuligur prísir
Hetta er fyrstu ferð í søguni,
at trý raðhús verða bygd í
senn í Eiðis kommunu, men
hetta verður ikki seinastu
ferð, nú Anfinnur Kruse
skjótt fer í gongd við seks rað
hús aftrat í Svínáum, sum er
partur av Eiðis kommunu.
Hesi eru av sama slagi,
sum húsini á Kollshjøllum,
men húsini í Svínáum
venda vit aftur til seinni í
greinini.
Tey trý raðhúsini á Eiði
eru í tveimum hæddum, og
samlaða búplássið í báðum
hæddunum er 160 fermetrar.
Aftrat hesum kemur bilhúsið,
sum er ímillum húsini, og
saman við goymslurúmi og
fýrrúmi er bilhúsið tilsamans
40 fermetrar stórt.
Anfinnur sigur, at í stovu
hæddini er køkur, stova,
kamar, wc við bað og grov
køkur.
- Loftið er rættiliga rúm
ligt. Tað skráar 38 stig,
og ein vanligur maður til
hæddar kann næstan standa
upprættur heilt úti við
vaðingina. Á loftinum eru 4
kømur, wc og útiloft – ella
lítil sjónvarpsstova.
Byggiharrin heldur, at nú
føroyingar ikki eru so vanir
við at búgva í raðhúsum,
kann tað vera ein fyrimunur,
at bilhús er millum hvørji av
húsunum.
- Hetta ger, at fólkini liva
ikki so tætt upp at hvørjum
øðrum, um tey ikki vilja tað
sjálvi.
Anfinnur Kruse sigur, at
tað er P/F Inni, sum tekur
sær av at selja húsini, og
sáttmáli er undirskrivaður
um tey trý á Eiði.
Kostnaðurin fyri hvørt
av húsunum er 1,3 miljónir
krónur, og tað heldur byggi
harrin vera ein sámuligur
prísur í hesum tíðum.
Úr vøggu í grøv
Húsini, sum AK-Byggivirki
nú byggir á Eiði og í næstum
fer at byggja í Svínáum, eru
soleiðis bygd, at tey bæði eru
vælegnaði til familjur við
børnum, men eisini til eldri
fólk, sum ynskja sær ein
nýggjari og betri bústað.
- Við 5 kømrum er gott
pláss í húsunum, tá loftið
eisini verður brúkt. Hinvegin
er stovuhæddin soleiðis inn
rættað, at tvey eldri fólk
saktans kunnu búleikast har
– við køki, stovu, kamari, wc
við bað og grovkøki.
Anfinnur sigur, at er talan
um eldri fólk, sum eiga børn
og ommu-og abbabørn, er
rættilig húsarúmd, tá hesi
koma á vitjan og kanska hava
hug at gista eitt vikuskifti
ella nakrar nætur.
- Eg havi tí til stuttleikar
nevnt, at húsini eru egnaði til
fólk ”heilt úr vøggu í grøv”,
sum hann tekur til.
Seks í Svínáum
Byggiharrin sigur, at so
skjótt, sum húsini á Eiði
eru innilokað, verður farið
í gongd í Svínáum, har seks
hús av júst sama slagi sum á
Eiði skulu byggjast í einari
røð.
- Nakað er at gera við økið
enn, men ætlanin er at fara í
gongd við hetta arbeiði heilt
skjótt.
Anfinnur sigur, at gongst
sum ætlað, standa øll seks
húsini í Svínáum innilokað
til heystar.
- Søluarbeiði er byrjað,
og nógvir fyrispurningar
eru - eisini um raðhúsini í
Svínáum.
Hann vísir á, at eini fýra
onnur hús standa í gerð í
Svínáum, og haraftrat hevur
Eiðis kommuna eisini eina
útstykkingarætlan í gongd
í bygdini, sum í fyrsta lagi
fevnir um 20 grundøki.
- So, tað er einki, sum
bendir á, at Svínáir ikki fær
fleiri tilflytarar tey komandi
árini, leggur hann aftrat.
Anfinnur Kruse sigur,
at tey tilsamans níggju
raðhúsini á Eiði og Svínáum
í fyrstu syfti verður tað,
sum hann ætlar at byggja
og selja.
- Tá hesi húsini eru komin
upp at standa og eru seld,
fari eg at taka støðu til, um
virksemið við at byggja og
selja enn fleiri hús fer at
halda fram.
Spurdur um prísin á rað
húsunum í Svínáum, sigur
hann, at vegleiðandi prísur
helst verður umleið 1,350
miljónir krónur.
Raðhúsini hjá AK-Byggi
virkinum verða latin liðugt
smíðað, bæði sethúsini og
bilhúsið.
- Einasta, sum eftir verður
at gera hjá teimum, sum
ogna sær hesi húsini, verður
at tapetsera og mála, sigur
Anfinnur.
AK-Byggivirki hevur átta
mans í arbeiði, og nú bygg
ingin av raðhúsunum á Kolls
hjøllum er í gongd, hevur
felagið eisini havt nógv at
gjørt á Hotel Eiði, umframt
at menninir hava tikið sær av
øðrum timburuppgávum.
- Eg keypti barnaheimið
hjá foreldrum mínum, og
nú hava vit umbygt hesi
húsini.
Hann heldur, at tað hevur
riggað væl, at felagið hevur
havt ymisk arbeiði at gjørt
innandura í vetur, nú tað
annars hevur viðrað so illa.
Bygt ymsastaðni
Tað eru 20 ár, síðan
Anfinnur fór í læru sum
timburmaður, og seinastu
15 árini hevur hann arbeitt
sum byggimeistari.
- Vit hava gjørt nógv ymisk
arbeiði øll hesi árini, og vit
hava bygt nógv hús – ja, heilt
av Eiði og út til Nólsoyar, har
vit bygdu snotuligu húsini
hjá Rúna Poulsen, sum
standa norðanfyri skúlan í
bygdini.
Anfinnur Kruse vísir á, at
nú raðhúsini á Eiði eru reist
og í næstum verða innilokað
eru fólk, sum hava áhuga
fyri hesi bygging vælkomin
Søgulig sethúsabygging í Eið
Anfinnur Kruse eigur AK-
Byggivirki, sum stendur fyri
byggingini av raðhúsum á
Eiði og Svínáum. Hann hevur
8 mans í arbeiði
Mynd: Vilmund Jacobsen